Eitt evni, ið fekk nógva umtalu í miðlunum í 2015, var flóttafólk, sum komu til Evropa.
Sambært marknaeftirlitinum í ES, komu 107.500 fólk til Evropa í juli í 2015. Flestu flóttar, sum koma til Evropa, eru úr Sýria, Afganistan og Eritrea.
Temasíðan um flóttafólk kann verða brúkt í lærugreinunum søgu og samtíð, ella í kristnikunnleika og átrúnað.
Temasíðan er ætlað miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum.
Í 1975 hersetti Marokko fyrrverandi spanska hjálandið, Vestursahara. Nógvir sahrawiar flýddu undan hermonnunum og endaðu í Algeria. Her vóru tey savnað í flóttafólkalegur í tí ódámliga og berliga lendinum í Sahara oyðimørkini, og her búgva mong enn í dag.
Greining
Í høgra bredda er prentvinarlig útgáva (pdf) av tekstinum
Innihald og umhvørvi
Umstøður
Útlit