Bawke er kurdiskt og merkir pápi. Tað er heitið, sum Hisham Zaman hevur givið einum norskum stuttfilmi, sum hann gjørdi sum upplegg til kjak um flóttafólk í 2005. Hisham var sjálvur ungur, tá hann flýddi úr Irak til Noregs at búgva. Í filminum Bawke lýsir Hisham pápan og sonin, sum flýggja úr heimlandinum, har ikki er verandi fyri kríggi. Teir báðir ferðast gjøgnum Evropa og til Norðurlond. Pápin vil gera alt fyri sonin, so hann fær eitt gott lív í einum tryggum landi. Á hættisligu ferðini hevur drongurin bara pápan og eitt spælikort við einum kendum fótbóltssapælara á at halda seg til. Einsamallir eru teir saman, men einaferð mugu teir skiljast.
Eitt evni, ið fekk nógva umtalu í miðlunum í 2015, var flóttafólk, sum komu til Evropa.
Sambært marknaeftirlitinum í ES, komu 107.500 fólk til Evropa í juli í 2015. Flestu flóttar, sum koma til Evropa, eru úr Sýria, Afganistan og Eritrea.
Temasíðan um flóttafólk kann verða brúkt í lærugreinunum søgu og samtíð, ella í kristnikunnleika og átrúnað.
Temasíðan er ætlað miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum.