Drongurin á sandinum
Ræðuligastu myndir, vit kunnu síggja í miðlunum, eru av deyðum børnum, har sum kríggj ella vanlukka hevur verið. Nilufer Demir er turkiskur pressufotografur. Hon tók myndina av deyða dronginum á turkisku Bodrum-strondini. Myndin fór um alla verðina. Trýst á myndina høgrumegin og fylg við, hvussu sjónvarpsrásin CNN greiðir frá um hesa myndina. Svara síðan spurningunum niðanfyri:
Myndir sum broyttu heimin
Norski pressufotografurin Harald Henden fotograferar fyri avísina Verdens Gang. Høgrumegin sigur hann frá egnum royndum í 25 ár. Hann greiðir eisini frá, um ein pressumynd kann hugsast at broyta flóttafólkakreppuna, sum vit uppliva í løtuni. Trýst á myndina høgrumegin, og svara so spurningunum niðanfyri:
Ein 7 ára gomul genta úr Sýria, sigur frá at vera flótti
Nú er hon komin til oynna Lesbos í Grikkalandi, har føroyingar eisini hava hjálpt flóttafólkum. Nú vónar hon, at allir vinir og vinkonur fara at møtast. Hon vónar eisini, at hon sleppur heim aftur til Sýria, og at alt í heimlandinum tá verður sum fyrr. Í meðan síggja vit myndir úr Sýria, sum er oyðilagt av kríggi. Hyggið eftir filminum og skifti orð um at hjálpa flóttafólkunum:
Huffington Post um børn í Sýria í 2015
Avísin Huffington Post, sum bara er á netinum og ikki á pappíri, hevur í ár valt at endurgeva myndir av spælandi børnum í krígsherjaða Sýria. Niðanfyri eru tríggjar tílíkar pressumyndir. Undir myndunum stendur nær og hvar tær eru tiknar. Hyggið at myndunum og tosið um, hvat tær siga tær sum lesara.
Svara hesum spurningum:
Eitt evni, ið hevur fingið nógva umtalu í miðlunum hesa seinastu tíðina, er flóttafólk, sum koma til Evropa.
Sambært marknaeftirlitinum í ES, komu 107.500 fólk til Evropa í juli í 2015. Flestu flóttar, sum koma til Evropa, eru úr Sýria, Afganistan og Eritrea.
Temasíðan um flóttafólk kann verða brúkt í lærugreinunum søgu og samtíð, ella í kristnikunnleika og átrúnað.
Temasíðan er ætlað miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum.