Kringvarpið og Nám hava í ár samstarvað um nakað av arbeiði, sum er gjørt til jólakalendaran hjá Kringvarpinum. Uppgávan hjá Námi hevur verið at gera undirvísingartilfar til jólakalendaran. Í Námi hava vit serliga lagt okkum eftir at gera tilfar til miðdeild, men halda tó, at nógvar av uppgávunum eisini kunnu brúkast í 7. flokki. Til ber at lurta eftir jólakalendaranum í barnaútvarpinum hvønn morgun kl. 7.15, men parturin liggur eisini á heimasíðuni hjá KvF, kvf.fo/vit. Á snar.fo er ein síða gjørd, har allar uppgávurnar til jólakalendaran liggja, snar.fo/flytifuglar.
Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at tær hóska til hvønn part sær, tó eru uppgávurnar til seinastu fýra partarnar lagdar saman, soleiðis at arbeiðið við teimum verður gjørt, tá ið næmingarnir hava hoyrt fýra teir seinastu partarnar.
Jólakalendarin verður at hoyra í barnaútvarpinum hvønn gerandisdag frá 3/12 til 24/12. Hetta hevur við sær, at møguleiki er ikki at arbeiða við seinastu pørtunum í skúlatíðini í desembur, tí øll eru farin í jólafrí. Men møguleiki er at arbeiða við tilfarinum allan januar mánað, tá liggja allir partarnir til jólakalendaran tøkir á kvf.fo/vit, og allar uppgávurnar liggja á snar.fo/flytifuglar. Sigast skal, at søgan er ikki jólalig, og tí ber væl til at arbeiða við tilfarinum í januar.
Ein lúka verður at lata upp hvønn dag. Innanfyri lúkuna liggja uppgávurnar sum pdf at skriva út. Vit mæla til at hava pappír at skriva á tókt og mappu at goyma uppgávurnar í. Onkrar av uppgávunum skulu loysast á teldu, tá er eisini hent at hava teldutøka mappu sum goymslu.
Av tí, at møguleiki ikki er til stórvegis fyrireiking til uppgávurnar, kunna vit eitt sindur um, hvørjar lærugreinar vit hava gjørt uppgávur til. Vit geva eitt sindur av undanvitan um okkurt evni, sum verður viðgjørt, so at lærarin hevur møguleika at vegleiða næmingarnar. Vit leggja onkra filmsvegleiðing út og onkran tilfarslista.
Vit hava býtt uppgávurnar út á lærugreinar, men sjálvandi er møguleiki at arbeiða tvørgreinaligt ella í øðrum lærugreinum, enn vit skjóta upp.
Eru onkur ivamál, eru tit vælkomin at ringja ella skriva til Marjun Ziskason, 555164, marjun@nam.fo ella Gunvá Magnussen, 555166, gunva@nam.fo
Jólakalendarin 2018, Flytifuglar, á snar.fo
Uppgávur: Marjun Ziskason og Gunvá Magnussen
Rokinuppgávur: Karina Toftegaard
Dreymafangarar: Tóra Joensen
Uppseting: AnniJanni
©Nám 2018
Lærugreinar: føroyskt, tónleikur og náttúra og tøkni
Føroyskt: Næmingarnir mugu hava atgongd til netið at kanna onkran av spurningunum.
Tónleikur: Arbeitt verður við einum sangi, sum er í Flytifuglar. Tit fáa tekst og nótar.
Náttúra og tøkni: Her verður arbeitt við at kanna kulda- og hitastig í eina viku. Vit skjóta upp, at tit gera eina talvu, sum vísir úrslitini. Næmingarnir mugu hava atgongd til netið at kanna onkran av spurningunum.
Lærugreinar: føroyskt, rokning, tónleikur og heimkunnleiki
Fara at spæla Kahoot, so næmingarnir mugu hava fartelefonina við.
Føroyskt: Næmingarnir mugu hava atgongd til netið at kanna onkran av spurningunum.
Rokning: Svarlisti er til uppgávuna. Um tit vilja hava hann, kunnu tit senda teldupost til
gunva@nam.fo ella marjun@nam.fo
Tónleikur: Arbeitt verður við einum sangi, sum er í Flytifuglar. Tit fáa tekst og nótar. Hetta er sami sangur, sum var við í 1. parti.
Heimkunnleiki: her fáa tit tilfarslistan, so tit hava møguleika at keypa inn.
Tilfar til 4 fólk
Lærugreinar: føroyskt og søga
Føroyskt: Næmingarnir hava brúk fyri Navnabókini, Navnabókin finst ikki teldutøk.
Søga: uppgávan kann eisini gerast í føroyskum. Næmingarnir mugu hava atgongd til netið at kanna onkran av spurningunum.
Her er eitt brot úr Minnist tú enn 10:13 út saman við hesari kunningini.
Undanvitan: Føroyar og bankarnir í 100 ár, Jørn Astrup Hansen og Jóan Pauli Joensen. Hesar síðurnar kunnu vera hentar at lesa, áðrenn arbeitt verður við uppgávuni: s. 88-119, s. 142-146. Leinkið niðanfyri er til teldutøku bókina.
Lærugreinar: føroyskt, rokning, náttúra og tøkni, tónleikur og søga
Rokning: Næmingarnir mugu hava atgongd til netið at kanna onkran av spurningunum. Arbeitt verður við hagtølum frá Hagstovu Føroya
Náttúra og tøkni: Næmingarnir mugu hava atgongd til netið at kanna onkran av spurningunum.
Tónleikur: Arbeitt verður við einum sangi, sum er í Flytifuglar. Tit fáa tekst og nótar.
Lærugreinar: føroyskt, rokning, tónleikur og kristni
Tónleikur: Arbeitt verður við einum sangi, sum er í Flytifuglar. Tit fáa tekst og nótar.
Rokning: Tey fara at gera spurnarblað um sosialar miðlar, sum skal deilast út til næmingarnar í
miðdeild.
Lærugreinar: føroyskt, kristni og heimkunnleiki
Føroyskt: Næmingarnir mugu hava atgongd til netið at kanna onkran av spurningunum.
Hava tíðindabløð tøk til næmingarnar at hyggja í.
Heimkunnleiki: Skera frukt og grønt. Hugskot eru at finna her
Lærugrein: føroyskt
Føroyskt: Næmingarnir skulu gera eina heimasíðu, sí síðu 123 í Nem í fjórða netbókini.
Lærugreinar: føroyskt og søga
Fara at spæla Kahoot, so næmingarnir mugu hava fartelefonina við.
Føroyskt: Næmingarnir mugu hava atgongd til netið til onkran av spurningunum.
Søga: Næmingarnir mugu hava atgongd til netið til onkran av spurningunum.
Lærugreinar: føroyskt, kristni, enskt, náttúra og tøkni, søga, handarbeiði og evning
Føroyskt, søga og náttúra og tøkni: Næmingarnir mugu hava atgongd til góð heimskort.
Enskt: lepar, sum klistra (t.d. post-it).
Handarbeiði og evning: Næmingarnir fara at gera dreymafangarar. Trý ymisk sløg at velja ímillum.
Tilfar
Tilfar
Tilfar
Lærugreinar: føroyskt og tónleikur
Føroyskt: Næmingarnir mugu hava atgongd til netið til onkran av spurningunum.
Tónleikur: Arbeitt verður við einum sangi, sum er í Flytifuglar. Tit fáa tekst og nótar.
Lærugreinar: føroyskt og heimkunnleiki
Heimkunnleiki: Hugskotið er, at næmingarnir skulu gera tailendskan mat. Tað er sjálvandi øllum frítt at velja uppskrift, sum hóskar til aldurin. Her er uppskot um eina uppskrift
Lærugreinar: føroyskt og evning
Evning: Næmingarnir kunnu tekna ella perla frostblómur. Uppskrift verður løgd út undir partin 18. des.