Lærugreinin hevur sjey kjarnaøki, umframt uppskot til hugdýpingarevni. Tey eru at meta sum tað, sum í minsta lagi krevst at vera gjøgnumgingið og lært fyri at røkka nevndu stigum frá 10. flokki í fólkaskúlanum til A-stig í miðnámsskúla. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini. Evnini í kjarnaøkjunum kunnu verða vektaði ymiskt. Kjarnaøkini eru:
Alisfrøðin í náttúruvísindaligu heimsmyndini
Orka
El-læra
Bylgjur
Kvantufysikkur
Mekanikkur
Alisfrøðin í 21. øld
Eitt evni undir hesum kjarnaøki verður fráboðað og lýst fyri næmingunum framman undan 3. skúlaársbyrjan.