Í lærugreinini Alis- og evnafrøði eru kjarnaøkini lutað sundur í tvinnar høvuðsbólkar: alisfrøðilig kjarnaøki og evnafrøðilig kjarnaøki.
Alisfrøðilig kjarnaøki
- El-læra: 1) spenningur, streymstyrki, mótstøða, 2) raðbinding, tvørbinding, stuttbinding, 3) Ohm'sa lóg, 4) effekt, 5) elektromagnetisma, 6) elektroniskar stýringar, 7) induktión, 8) transformatión, 9) streymflutningur.
- Magnetir: natúrligar og gjørdar. Økið er vælegnað til smáar verkstaðir, har arbeitt verður við motorum, hátalarum, ringiklokkum og smáum elektroniskum stýriskipanum.
Luft og vatn: 1) fasubroytingar hjá vatni, 2) trýst
- Rørsla og kraft: 2) ferð, acceleratión, 2) lógir Newtons
- Orka: 1) varmi og orka, 2) varmaleiðing og bjálving, 3) ymsar orkukeldur
- Sveiggj: 1) mekaniskar aldur, 2) ljós
- Ljós og ljóð: 1) sjónsansurin, 2) oyrnasansurin
- Atom-alisfrøði:
Evnafrøðilig kjarnaøki
- Evnabygnaður:1) grundevnaskipanin, 2) atombygnaður, 3) mýlfyrimyndir, 4) sýrur, basur, sølt, 5) jon, 6) kolvetni, 7) evnafrøðilig navngeving
- Reaktiónssløg: 1) sýru- og basureaktiónir, 2) brenning
- Kunnleiki til evni: 1) streymleiðandi/hitaleiðandi evni, 2) sterkar sýrur og sterkar basur, 3) evnafrøðiligar ringrásir í náttúruni, 4) evnafrøðiligur ídnaður, t.d. tøð, 5) katalýsatorar og emulgatorar.