Lærugreinin danskt hevur 4 ymisk kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
Kjarnaøkini eru hesi: Talaða málið, skrivaða málið, samansettir tekstir og málkunnleiki.
Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.
Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.
Center for Læseforskning á Københavns Universitet hevur ment síðuna um úttalu av bókstavum í donskum.
Lærugrein: Danskt
Kjarnaøki: Skrivaða málið og Talaða málið
Her eru 4 smá spøl:
Abc spælið er ein nýggjur unikur máti at læra bókstavirnar uppá. Til hvønn bókstav er ein tekning, sum stular undir skapið á bókstavinum. Á tann hátt fær barnið hjálp til at minnast í myndum. Við Abc spælinum gerst tað lætt hjá ø...
Á www.adgangforalle.dk er eitt amboð til lesiveik og verður lagt inn á telduna um hesa heimasíðu. Við hesum amboði kunnu lesiveik, orðblind, og ung sum gomul við ringari sjón fáa telduna at lesa danskan tekst upp fyri sær.
Lærugrein: Danskt
Kjarnaø...