Enskt er førleika-, vitanar- og mentanarlærugrein. Lærugreinin snýr seg um enskt mál, enskmælta mentan og alheims viðurskifti. Enskt er altjóða samskiftismál og týðandi liður í alheimsgerðini. Kunnleiki til fremmand mál og fremmanda mentan eru vekjandi og fremjandi fyri tolsemi.
Enskt mál og ensk mentan eru partur av føroyskari og altjóða vesturheimsmentan, og tí gevur enskt eina smidligari atgongd til onnur mál og aðrar mentanir nær og fjar, umframt at tað styrkir fatanina av, at vit eru partur av altjóðasamfelagnum...