Eftir loknan 10. flokk dugir næmingurin harumframt:
at senda eitt neyðarkall og snarkall og kenna munin á hesum báðum
at brúka sjókortið, lesa tað, sum har stendur, seta út í kortið, bæði eftir ýtum á landi og eftir kumpassberingum, umframt at máta upp strekki í fjórðingum
at sløkkja eld
at greiða frá teimum trygdarkrøvum, sum myndugleikarnir seta bátum
at kenna høvuðsbankarnar í føroyskum sjógvi
at greiða frá um grind, frá tí at hon verður funnin, til hon er hagreidd
at greiða frá um høvuðsfiskasløgini, hvussu tey ferðast, hvar og nær tey gýta, og hvat ovfisking er.
at hava skil á, hvat stýring, fiskidagar, stovnsrøkt, fiskiveiðusáttmálar og fiskikvotur eru
at greiða frá høvuðstættum í sambandi við burðardygga veiðu
at greiða frá, hvat verður gjørt við fiskin, tá ið hann er komin upp á land
at greiða frá um góðsking, fiskaprísir, bæði avreiðingar- og útflutningsprísir
at bøta eitt slætt stykki av troli og kenna stykkini í trolinum
at vísa kunnleika um, hvørjir útbúgvingarmøguleikar eru innan fiskivinnu
Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.
Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.
Á Savnsfagnaðinum 2010 skar Dorete Bloch fisk og høgguslokk upp á Sjósavninum.
Lærugrein: Náttúra og tøkni
Aldurstrin: 4.-6. flokkur
Kjarnaøki: Heimstaðurin
Førleikamál: At greiða frá ymiskum fiskasløgum