at greiða frá, hvørja ávirkan sól og máni, veður og vindur hava á rákið
at brúka upplýsingarnar í Álmanakkanum, so hann veit, nær kyrrindi eru, og hvussu tað rekur ávísa tíð á degnum, ein ávísan dag
at eyðmerkja eitt stað á jørðini við longd og breidd
at nýta kumpass
ættir og hálvættir á staðnum og veit, hvat misvísningur og kumpasshall er
at greiða frá, hvussu vitar verða brúktir, tá ið siglt verður
vanligu sjóreglurnar og ljósføringar, umframt at kenna stýriborð og bakborð
tær reglur, sum eru galdandi fyri kravda bjargingarútgerð í báti
at greiða frá, hvussu fram verður farið, tá bjargingarbátur verður settur út
at greiða frá bjargingarskipanini umborð og teirri í landi
at vísa í verki, hvussu teir vanligastu knútarnir verða knýttir og kunna greiða frá, hvat teir verða brúktir til. Hann skal eisini kunna vísa samanspleysing av tveimum endum, eygaspleysing og endaspleysing
at gera snøri og línu til, at gera dergur, bæði toska-, seiða- og snelludergur, umframt at spleysa tog og snøri.
Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.
Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.
Á Savnsfagnaðinum 2010 skar Dorete Bloch fisk og høgguslokk upp á Sjósavninum.
Lærugrein: Náttúra og tøkni
Aldurstrin: 4.-6. flokkur
Kjarnaøki: Heimstaðurin
Førleikamál: At greiða frá ymiskum fiskasløgum