Fremmandamál eru portur út í heim og gera okkum før fyri at koma í samband við onnur menniskju, lond og mentanir og at skilja, hvussu onnur búleikast og hugsa. Kunnleiki til fremmand mál og fremmandar mentanir vekir og fremur tolsemi.
Samskifti og samvinna við evropeisku málsamfeløgini um samfelagslig, handilslig og mentanarlig viðurskifti eru sjálvsøgd hjá føroyingum. Tí hava vit eina sterka siðvenju í at duga fremmandamál....