• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Kunning

Bólka eftir:
07.08.2011
Norðurlendskur veðurlagsdagur 2011
Fríggjadagurin 11.11.11 er norðurlendskur veðurlagsdagur, og í hesum sambandi verður skipað fyri ymsum undirvísingartiltøkum. Evnið í ár er matur og veðurlag.
03.09.2009
emu.dk 10 ár.
Danski skúlaportalurin www.emu.dk heldur 10 ára føðingardag, og í hesum sambandi hevur danski skúlaportalurin fingið heimasíðuna dagførda.
07.05.2009
Hugskot til matpakkan við telduposti
Á donsku heimasíðuni madpakkeservice.dk ber til at tekna seg fyri einum tíðindabrævi, har tú fært eitt gott matpakkahugskot sendandi við telduposti hvørja viku.
19.03.2009
Hundraðtals síður
Á Snari eru hundraðtals síður, sum umboða ymiskar samansetingar av lærugreinum og floksstigi. Fyri at halda stýr á, hvat skal vera á hvørjari síðu, verður alt, ið er skrásett á Snar, flokkað í viðkomandi flokkingar, og síðan toga út aftur á ymisku síðurnar út frá hesum flokkingum.
19.03.2009
Ein smidlig heimasíða
Tøkniliga skipanin aftanfyri Snar er soleiðis háttað, at Snar er ein sera smidlig heimasíða, har møguleiki er at skipa síðurnar nærum, sum einum lystir. Tí kunnu heimasíður gerast til nærum eitt hvørt endamál innan skúla og undirvísing. Komandi árini er ætlanin at halda fram at menna Snar eftir tíðarinnnar krøvum.
12.03.2009
Lærarar kunnu logga á Snar
Lærarar kunnu logga á Allir lærarar í føroyska skúlaverkinum hava fingið teldupost sendandi á First Class við upplýsingum um brúkaranavn og loynorð at logga á Snar við. Hetta gevur øllum lærarum møguleika at skráseta egið tilfar og slóðir á Snar. Ritstjórnin skal tó góðkenna innsent tilfar og slóðir, áðrenn tað verður alment
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021