at lesa og endurgeva yvirlitsmyndir, ið sýna bæði støður og tilgongdir, eitt nú hita- og avfalsyvirlit og veðurkort
at lesa og endurgeva tematisk búsetingarkort og kort yvir vinnuvegir
at lesa og tekna ritmyndir og yvirlitsmyndir, eitt nú fólkafrøðipyramidur, sum siga frá vinnuvegum og búsetingum
at staðfesta tilgongdir, rák og flutning á viðkomandi kortum, harímillum streympílar á vanligum heimskortum
at lesa signaturar (tekn/merki) og hava kunnleika til skipanina við longdar- og breiddarstigum, umframt kunnleika til tíðarsonur, miðkring, vendikring, støddarlutfall, hæddar- og dýpislinjur, umframt at kenna høvuðsprojektiónirnar
at nýta kort og globus í arbeiðinum at skapa yvirlit
at kunna seg við GPS-ara.
Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.
Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.
Í samstarvi við Náttúruvísindadeildina ger Institute for Meterological Research (IMR) í Íslandi nú háloysiligar veðurforsagnir fyri føroyska økið.
Tilfarið kann brúkast í fleiri flokkum.
Lærugrein: Landafrøði
Kjarnaøki: Landafrøðiligar keldur og a...