Leiklist er lærugrein, ið samaneinir tær skapandi tilgongdirnar í drama og sjónleiki við umhugsan og hugleiðingar um tey listarligu úrslitini. Evnið í lærugreinini er menniskjanslig atferð, sambond og gerðir, ofta eyðkend við mótsetningum og tvístøðum, ið verða orðað ella framsett í einum listarligum bygnaði, har framsagnarhættirnir hjá sjónleikinum verða nýttir: kroppur, rødd, mál og tøknilig amboð. Íblásturin til tann listarliga bygnaðin kemur frá veruleika og fiktión - gerandislívi, list, mentan og vísindunum um sjónleik og drama. Tá ið næmingurin hugleiðir um tey listarligu úrslitini fevnir hetta á grundleggjandi støði um at lýsa og fata tær skapandi tilgongdirnar og á hægri støði um at greina og seta sjónleikaframførsluna inn í eitt størri samanhang.