at lýsa nakrar føroyskar verur og at bólka tær í lívfrøðiligu skipanini
í høvuðsheitum at lýsa eina vistskipan
at smáverur eru til í hópatali og kunnu vera til gagns og til skaða
at summar smáverur bróta niður lívrunnið tilfar
at summar smáverur eru sjúkuelvandi
at lýsa samspælið í náttúruni millum livandi verur og teirra umhvørvi
at greiða frá føðiketum og føðinetum
at meta um, hvørt menniskjan brúkar náttúruna á burðardyggan hátt
at leggja til rættis, fremja og og eftirmeta einfaldar kanningar og royndir í ymiskum búøkjum og í starvsstovu
at brúka einfalda útgerð til kanningar og royndir í náttúruni og í starvsstovuni, har ímillum mikroskop, stereolup umframt útgerð at máta fysisk og kemisk viðurskifti
at greiða frá hugburði og nýtslu av framleiðsludýrum, kelidýrum og dýrum í fangilsi
Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.
Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.
Hugsa tær at sita aðrastaðni í heiminum, mitt í regnskoginum, í kvælandi hita, uttan teldu og sjónvarp, og stíðast fyri tíni framtíð.
Skúlatænastan í Randers Regnskov hevur ment eitt slíkt rolluspæl ætlað 8. fl. og upp til miðnámsskúlar.
Tilfarið e...