• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Kunning

Bólka eftir:
Vísir 1 til 30 av 48
06.06.2018
17 heimsmál á Snar
Nýtt undirvísingartema um tey seytjan heimsmálini hjá ST
16.03.2017
Savna plast í 15 minuttir
Tín flokkur kann vera við í Norðurlensku Plastkappingini og Norðurlendskum Skúlakjatti
29.10.2015
"Dýr og plantur í fjøruni" fæst aftur
Henta og væl umtókta handbókin "Dýr og plantur í fjøruni", sum hevur verið útseld, er nú aftur at fáa.
23.10.2014
Veðurstøðir tøkar til láns
Verkætlanin Staðveðrið hevur í summar fingið nýggjar veðurstøðir, ið lærarar kunnu lána fyri einki í sambandi við undirvísing í náttúruvísindum.
27.04.2012
Firvaldabók ummæld í Veingjasuð
Fuglafrøðifelag viðger bók hjá Námi
28.01.2012
Googlebody aftur á netinum.
Netborna mannalikamið, ið fleiri kenna frá Googlebody, er nú aftur virkið á netinum, men nú undir navninum zygotebody. Hygg á www.zygotebody.com
07.09.2011
Veðurlagstoppfundur í skúlanum
Lutaleikur til næmingar í framhaldsdeild og á miðnámi.
23.05.2011
Vika sex
Danskir skúlar hava seinastu árini havt góðar royndir við átakinum "Uge Sex", ið liggur í viku seks - fyrst í februarmánaði. Átakið snýr seg um at taka tey ungu í álvara og geva teimum vitan og førleika til at taka avgerðir ísambandi við teirra kynsliv og avleiðingar
03.05.2011
Arbeiðsbók til Lívfrøði 2
Nú kemur Arbeiðsbókin til Lívfrøði 2, sum er ætlað áttanda flokki. Næmingabókin kom út í fjør.
09.02.2011
Føroyskt flytifuglaatlas
Í sambandi við, at Føroya Náttúrugripasavn í samstarvi við Zoologisk Museum í Keypmannahavn ætla at útgeva eitt flytifuglaatlas, heita tey á fólk um at hjálpa við at myndpríða atlassið við fuglamyndum.
21.01.2011
100.000 ringmerkingar av fuglum
2010 gjørdist árið, tá vit rundaðu tær 100.000 ringmerkingar framdar í Føroyum. Ringmerking er ein sera týðandi liður í at fáa meira vitan um fugl, t.e. hvussu hann livir og ferðast. Men tað er tó ikki nóg mikið bara at seta ein ring á fuglin. Fyri at arbeiðið skal hepnast, er minst líka týdningarmikið at fáa fráboðanir, tá fólk finna bæði livan...
16.09.2010
Læruríkar eygleiðingar - Savnsfagnaður 2010
Nú ber til hjá skúlaflokkum at tekna seg til Savnsfagnaðin. Tekningin verður send við telduposti til lms@lms.fo í seinasta lagi fríggjadagin 24. september.
19.08.2010
Brellbiti til Lívfrøði 2
1. partur av bókini Lívfrøði 2 (til 8. flokk) er her tøkur hjá lærarum at taka niður á telduna og skriva út. Perma og innihaldsyvirlit er eisini tøkt.
19.08.2010
Danskur nattúruvísindafestivalur
Í viku 39 fara danskir skúlar at halda ein nattúruvísindafagnað. Hetta er fimta árið á rað, og hesaferð er evnið "Menniskju og maskinur".
08.06.2010
Skúlakapping
Í samband við at ST hevur lýst 2010 at vera altjóða ár fyri lívfrøðiligt margfeldi, fara vit at skipa fyri kappingum fyri næmingum í 1.-7. flokki, við tí endamáli at varpa ljós á lívfrøðiligt marfeldi. Talan er um 2 sløg av kappingum: Ein fyri 1.-3. flokk og ein fyri 4.-7. flokk.
03.06.2010
Savnsfagnaður verður aftur fyri skúlar í heyst
Í heyst verður – eins og undanfarin ár – Savnsfagnaður á teimum fýra stóru søvnunum í Havn: Náttúrugripasavninum (Jarðfeingi), Sjósavninum, Listasavninum og Fornminnis-savninum. Í heystfrítíðini verður opið fyri almenninginum og í viku 42 eiga skúlarnir tíð 18. til 22. oktober.
12.05.2010
Lærarabók til Lívfrøði 1
Skúlabókagrunnurin gevur út lærarabók til Lívfrøði 1 (til 7. flokk). Magnus Gaard, studentaskúlalærari, hevur skrivað.
07.04.2010
Risaødla funnin á Filipsoyggjunum
Í regnskóginum í norðara parti av Filipsoyggjunum eru tey komin fram á eina risaødlu, sum ikki var kend av vísindini.
06.04.2010
Næmingarnir eru minni sjúkir...
Kanningar vísa, at um næmingarnir vaska sær um hendurnar á morgni, middegi og seinnapartin, hvørvur ein fjórðingur av teirra sjúkradøgum.
06.04.2010
Skúlaútferðir til Nólsoyar/Borðuna
Skonnartin Norðlýsið ger skúlaútferðir til Nólsoynna í summar. Á ferðini kunnu næmingarnir uppliva náttúruna frá sjónum og annars fáa kunning um ymiskt umborð.
12.03.2010
Fyrilestur á Føroya Læraraskúla
Hósdagin 18. mars heldur Lau Jensen fyrilestur á Føroya Læraraskúla. Fyrilesturin er um biotøkni . Øll eru vælkomin.
01.03.2010
Náttúrufilmar á LMS
LMS hevur stórt úrval av filmum at nýta í undirvísingini. Millum tað nýggja eru náttúrufilmar frá DR og BBC. Allir hava danska talu ella danskan tekst.
28.01.2010
Lúsakríggj 2010
31. januar 2010 er ásettur at vera almennur lúsakríggjdagur í fleiri Norðurlondum. Í fjør varð skipað fyri lýsakríggjdegi í Føroyum, og eydnaðist tiltakið sera væl.
19.01.2010
Talgild uppvørpa
Nú samvirknu talvurnar verða brúktar í skúlastovunum, er sera hent eisini at hava talgildar uppvørpur, sum kunnu avmynda næstan alt, ið liggur undir tólinum, og flyta mydina upp á veggin við hjálp av teldu og ljósvørpu.
04.12.2009
Kendar náttúrussendingar á LMS
Kenda BBC-røðin "Vores planet" og "Klodens kræfter" eru nú at fáa til láns sum DVD frá Landsmiðstøðini.
26.11.2009
Spýt út
Dansk Lægemiddelstyrelse hevur gjørt eina heimasíðu "spytud.nu" um heiluvágsmissnýtslu serliga ætlað ungum gentum.
16.11.2009
Arbeiðsbók til lívfrøðibókina
Skúlabókagrunnurin gevur út arbeiðsbók til lívfrøði í 7. flokki. Magnus Gaard, studentaskúlalærari, hevur skrivað.
27.10.2009
Ung fáa ov lítla náttarhvíld
Telda, sjónvarp og fartelefon órógva náttarhvíldina hjá ungdómi okkara. Kanningar vísa, at 4. hvør ímillum 18 og 25 ár sova ov lítið um náttina, og hava tí trupult við at miðsavna seg um dagin.
19.10.2009
Fyrilestur um didaktik í náttúrulærugreinunum
Hósdagin 22. oktober kl. 15.00 fer Jens Dolin, leiðari á "Institut for Naturfagenes Didaktik" á universitetinum í Keypmannahavn, at halda fyrilestur um didaktiskar trupulleikar í undirvísingini í náttúrulærugreinunum.
08.10.2009
Savnsfagnaður: Náttúrugripasavnið er altíð spennandi
Føroya Náttúrugripasavn er ímyndin av Heystfagnaðinum, sum nú er vorðin til Savnsfagnað. Á Náttúrugripasavninum hava tey sum vanligt nógv at vísa teimum vitjandi, og til ársins evni, orku, eru fleiri nýggir spennandi aktivitetir settir upp. Tú sleppur m.a. sjálvur at framleiða streym.
Vísir 1 til 30 av 48
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020