• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Kunning

Bólka eftir:
Vísir 31 til 48 av 48
03.10.2009
Savnsfagnaður: Sjósavnið vísir lívið í sjónum
Í sambandið við Savnsfagnaðin 2009 er Sjósavnið til reiðar at taka móti gestum. Tann vanliga framsýningin er opin, og harafturat eru uppgávur gjørdar til børnini at loysa. Børnini fáa sjálvandi eisini møguleika at fanga krabbar í kørunum uttanfyri.
02.10.2009
Fyrilestrarrøð á søvnunum
Sum eina upphiting til Savnsfagnaðin skipa søvnini fyri fyrilestrarkvøld frá 5.- 8. oktober. Fyrilestrarnir eru brellbitar til vaksin, fjølmiðlar og lærarar. Vitjandi fáa eina hóming av, hvat søvnini bjóða børnum, ungum og vaksnum í Savnsfagnaðinum.
27.09.2009
Almennur fyrilestur um náttúruverndararbeiði á Føroya Læraraskúla
Mikudagin 30. sept. kl. 15.00 heldur Kári Thomsen almennan fyrilestur um náttúruverndararbeiði og áhugamál hjá Føroya Náttúruverndarfelagi - FNU
23.09.2009
Savnsfagnaður 2009
Stórt og spennandi tiltak fyri skúlaflokkar. Í vikuni eftir heystfrítíðina, frá 19. til 23. oktober, bjóða fýra søvn 4., 5. og 6. flokkunum til læruríkar upplivingar í flestu lærugreinum. Søvnini boða frá fjølbroyttum framsýningum við uppgávum, har næmingar fáa spennandi avbjóðingar. Ætlanin er at varpa ljós á evnið ORKA, og tí verður serliga hugsa...
15.09.2009
Fuglar í Góðan morgun Føroyar
Týsmorgunin 15. september prátaði Vár B. Jacobsen frá Góðan morgun Føroyar við Gund Mortensen um nýggju spennandi fuglaheimsíðuna á Snar.
14.09.2009
Fuglar flúgva inn í skúlastovuna
Undirvísingarportalurin Snar er komin við nýggjari fuglasíðu, har tað ber til at síggja filmsbrot og hoyra ljóðbrot við føroyskum fuglum. Heimasíðan hevur eisini dygdargóða kunning og spøl.
09.09.2009
At sita í hestaskógvi kann geva næmingum høvuðpínu
Kiropraktorar í Danmark fáa nógvar vitjanir av næmingum, ið hava fingið høvuðpínu av at sita í hestaskógvi ella við bólkaborð.
03.09.2009
emu.dk 10 ár.
Danski skúlaportalurin www.emu.dk heldur 10 ára føðingardag, og í hesum sambandi hevur danski skúlaportalurin fingið heimasíðuna dagførda.
28.08.2009
Lívfrøði á føroyskum
Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Lívfrøði til 7. flokk, sum Magnus Gaard hevur skrivað og Hannis Egholm hevur myndprýtt. Í bókini verður lívfrøði sæð úr einum føroyskum sjónarhorni.
22.07.2009
Vitja mánan við Google Earth.
Í sambandi við, at liðin eru 40 ár, síðan menniskjað setti fótin á mánan, hevur Google dagført forritið Google Earth. Umframt at kunna reika kring heimin og kaga eftir stjørnum, er nú eisini møguligt at reika á mánanum.
10.07.2009
Sólin sløðrar
Sólin hevur so løgnar atburð íløtuni, at granskarar halda, at vit kanska eru á veg at fáa eina lítla ístíð sum í 17. øld - kend sum "tann lítla ístíðin".
20.06.2009
Ósunnur matur tálmar vøkstrinum hjá børnum
Donsk gransking bendir á, at feitur, søtur og ósunnur matur beinleiðis tálmar vøkstrinum hjá børnum og ungum.
10.06.2009
Setið X í álmanakkan
Savnsfagnaður verður aftur í ár í heystfrítíðini. Í vikuni eftir, frá 19. til 23. oktober, verður serligt skúlatiltak fyri 4., 5. og 6. flokkarnar. Høvuðsevnið í ár er orka, men søvnini fara eisini at taka onnur evni upp. Søvnini leggja upp til fjølbroyttar upplivingar, har næmingar fáa spennandi avbjóðingar. Fýra søvn bjóða skúlaflokkum læruríkar ...
12.05.2009
"Í ríki fálkans"
Nýggi filmurin hjá Magnús Magnússon verður sýndur í Norðurlandahúsinum í kvøld (týskvøldið 12. mai) klokkan 19.30
07.05.2009
Liv í og við náttúruni
Evald Rasmussen, lærugreinaráðgevi, skrivar á heimasíðuni hjá Landsmiðstøðini,www. lms.fo, um skeiðið "Liv við og í náttúruni. Endamálið við skeiðinum er at menna førleikan hjá lærarum at arbeiða í og við náttúruni.
19.03.2009
Hundraðtals síður
Á Snari eru hundraðtals síður, sum umboða ymiskar samansetingar av lærugreinum og floksstigi. Fyri at halda stýr á, hvat skal vera á hvørjari síðu, verður alt, ið er skrásett á Snar, flokkað í viðkomandi flokkingar, og síðan toga út aftur á ymisku síðurnar út frá hesum flokkingum.
19.03.2009
Ein smidlig heimasíða
Tøkniliga skipanin aftanfyri Snar er soleiðis háttað, at Snar er ein sera smidlig heimasíða, har møguleiki er at skipa síðurnar nærum, sum einum lystir. Tí kunnu heimasíður gerast til nærum eitt hvørt endamál innan skúla og undirvísing. Komandi árini er ætlanin at halda fram at menna Snar eftir tíðarinnnar krøvum.
12.03.2009
Lærarar kunnu logga á Snar
Lærarar kunnu logga á Allir lærarar í føroyska skúlaverkinum hava fingið teldupost sendandi á First Class við upplýsingum um brúkaranavn og loynorð at logga á Snar við. Hetta gevur øllum lærarum møguleika at skráseta egið tilfar og slóðir á Snar. Ritstjórnin skal tó góðkenna innsent tilfar og slóðir, áðrenn tað verður alment
Vísir 31 til 48 av 48
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021