• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Kunning

Bólka eftir:
31.10.2011
Bræða glas í skúlanum
Lærarar í handaverk og list eru í løtuni á skeiði í glaslist hjá Sjúrði Hansen.
31.05.2011
Nýggj bók um tekning
Teknið - nakað um tekning og annað er heitið á nýggju føroysku bókini til øll tey, sum vilja læra seg at tekna ella læra meir um teknikynstrið og søguna aftanfyri.
16.09.2010
Læruríkar eygleiðingar - Savnsfagnaður 2010
Nú ber til hjá skúlaflokkum at tekna seg til Savnsfagnaðin. Tekningin verður send við telduposti til lms@lms.fo í seinasta lagi fríggjadagin 24. september.
15.09.2010
Tekna tað tú sært og ikki tað, tú heldur teg síggja!
Undir hesi yvirskrift bjóðar Listasavn Føroya skúlaflokkum at njóta ein tíma á savninum saman við savnslæraranum Oggi Lamhauge. Savnsfagnaður fyri skúlaflokkar verður í vikuni eftir heystfrítíðina frá 18. til 22. oktober.
20.08.2010
Listaskeið fyri ung – námsferð til New York
Ert tú um 15–16 ára aldur og hevur stóran áhuga fyri list, hevur tú møguleika at luttaka í eini spennandi verkætlan, har endamálið er at arbeiða við og kunna seg um list, bæði í Føroyum og uttanlands. Fyri verkætlanini standa tríggir myndlistalærarar.
08.06.2010
Skúlakapping
Í samband við at ST hevur lýst 2010 at vera altjóða ár fyri lívfrøðiligt margfeldi, fara vit at skipa fyri kappingum fyri næmingum í 1.-7. flokki, við tí endamáli at varpa ljós á lívfrøðiligt marfeldi. Talan er um 2 sløg av kappingum: Ein fyri 1.-3. flokk og ein fyri 4.-7. flokk.
03.06.2010
Savnsfagnaður verður aftur fyri skúlar í heyst
Í heyst verður – eins og undanfarin ár – Savnsfagnaður á teimum fýra stóru søvnunum í Havn: Náttúrugripasavninum (Jarðfeingi), Sjósavninum, Listasavninum og Fornminnis-savninum. Í heystfrítíðini verður opið fyri almenninginum og í viku 42 eiga skúlarnir tíð 18. til 22. oktober.
05.05.2010
Teknikapping á barnabókasavninum
Í samband víð umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar Kommunu verður skipað fyri teknikapping frá mánadegnum 3. mai til mikudagin 12. mai. Evnið á umhvørvisvikuni er áin, vágin og fjøran.
29.04.2010
Listasavnið á Sandi
Nú tað várar, og vit ganga ímóti próvtøku og øðrvísi skúlagongd, bjóðar listasavnið á Sandi skúlaflokkum pakkaloysn.
16.02.2010
Fjølbroytt myndasavn
Nógv kenna óivað myndasavnið hjá KT-deplinum. Allar myndirnar í myndasavninum eru tiknar í Føroyum. Myndir eru av oyggjum, bygdum, fjøllum, dýrum, bygningum og mongum øðrum. Myndirnar eru ókeypis at brúka í skúlanum. Í myndasavninum eru í løtuni 3046 myndir
20.01.2010
Ung í Føroyum 2010
– Bert hugflogið setur markið Stevnan har tey ungu kreativu hittast verður nú aftur! Tann 26. til 28. februar letur Norðurlandahúsið hurðarnar upp fyri 60 ungum í Føroyum, sum tora og duga og vilja. Øll sum eru 13 ár, men enn ikki 19 kunnu tekna seg innan tann 29. januar á www.ungiforoyum.info!
19.01.2010
Talgild uppvørpa
Nú samvirknu talvurnar verða brúktar í skúlastovunum, er sera hent eisini at hava talgildar uppvørpur, sum kunnu avmynda næstan alt, ið liggur undir tólinum, og flyta mydina upp á veggin við hjálp av teldu og ljósvørpu.
04.11.2009
Ókeypis myndir og ljóð á netinum
Á netinum eru nógvar heimasíður, sum heilt ókeypis bjóða myndir, ljóð og annað at brúka til ymisk endamál, millum annað undirvísing. Inni í hesari greinini eru slóðir til nakrar fáar av hesum síðum.
16.10.2009
Yvir heiðar, gil og vøtn
"Yvir heiðar, gil og vøtn" er heitið á nýggjum listaverki eftir Edward Fuglø, ið borgarstjórin í Tórshavnar kommunu avdúkaði á samkomu í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.
12.10.2009
Savnsfagnaður: Listarligar avbjóðingar
Børn eru kreativ og opin, men tey fylla sjálvdan nógv á almennum listaframsýningum. Hendan mánaðin verður støðan tó væntandi øðrvísi, í øllum førum á Listasavni Føroya, sum hevur fyrireikað seg til ta heilt stóru barnainnrásini í heystfrítíðini og í vikuni eftir heystfrítíðina
12.10.2009
Føroyskar barnatekningar til India
Ert tú millum 10 og 16 ár? Dámar tær at tekna? So hevur tú møguleikan at royna teg í altjóða teknikapping. Send eina mynd til Listasavn Føroya innan 25. oktober, og kanska verður tín mynd eina av teimum tíggju føroysku myndunum, sum sleppur við til stóra altjóða teknikapping og listaframsýning í India.
02.10.2009
Fyrilestrarrøð á søvnunum
Sum eina upphiting til Savnsfagnaðin skipa søvnini fyri fyrilestrarkvøld frá 5.- 8. oktober. Fyrilestrarnir eru brellbitar til vaksin, fjølmiðlar og lærarar. Vitjandi fáa eina hóming av, hvat søvnini bjóða børnum, ungum og vaksnum í Savnsfagnaðinum.
29.09.2009
Vitjið Listasavnið í Savnsfagnaðinum 2009
Savnsvitjanin kann gerast spennandi og lærurík. Lærarar og næmingar kunnu nú heinta tilfar á Snar at fyrireika vitjan á Listasavn Føroya. Savnslærarin, Oggi Lamhauge, hevur gjørt fjølbroytt tilfar at brúka bæði áðrenn og eftir savnsvitjanina. Øll kunning og tilfar um Savnsfagnaðin 2009 er savnað á serligari síðu á Snar, www.snar.fo/savnsfagnadur, s...
23.09.2009
Savnsfagnaður 2009
Stórt og spennandi tiltak fyri skúlaflokkar. Í vikuni eftir heystfrítíðina, frá 19. til 23. oktober, bjóða fýra søvn 4., 5. og 6. flokkunum til læruríkar upplivingar í flestu lærugreinum. Søvnini boða frá fjølbroyttum framsýningum við uppgávum, har næmingar fáa spennandi avbjóðingar. Ætlanin er at varpa ljós á evnið ORKA, og tí verður serliga hugsa...
03.09.2009
emu.dk 10 ár.
Danski skúlaportalurin www.emu.dk heldur 10 ára føðingardag, og í hesum sambandi hevur danski skúlaportalurin fingið heimasíðuna dagførda.
10.06.2009
Setið X í álmanakkan
Savnsfagnaður verður aftur í ár í heystfrítíðini. Í vikuni eftir, frá 19. til 23. oktober, verður serligt skúlatiltak fyri 4., 5. og 6. flokkarnar. Høvuðsevnið í ár er orka, men søvnini fara eisini at taka onnur evni upp. Søvnini leggja upp til fjølbroyttar upplivingar, har næmingar fáa spennandi avbjóðingar. Fýra søvn bjóða skúlaflokkum læruríkar ...
30.04.2009
Sáttmáli undirskrivaður við Edward Fuglø
Listabólkurin hjá Tórshavnar kommuna hevur í dag skrivað undir sáttmála við listamannin Edward Fuglø um listprýði, sum er ein røð av veggmyndum í miðhøllini í nýggja skúlanum við Løgmannabreyt. Edward Fuglø er fyrsta listafólkið, sum fer at arbeiða í einum almennum bygningi fyri Listabólkin hjá Tórshavnar kommunu.
28.04.2009
9 ára gamla Simona vann 1. umfar av teknikappingini
Vinnararnir av 1. umfari av teknikappingini, Tekna ein granskara, eru nú funnir. Tær innsendu myndirnar hava ligið á netinum, har møguleiki hevur verið at givið teimum atkvøður. Nú 1. umfar er runnið, so er greitt, at 9 ára gamla Simona hevur fingið flestar atkvøður. Nummar tvey gjørdist 11 ára gamla Elisabet Andrea og 8 ára gamli Árni gjørdist num...
31.03.2009
Hvat er ein mynd?
Í kvøld kl. 19.00 heldur Peter Widell, sum í løtuni er gestalærari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, fyrilestur við heitinum "Hvat er ein mynd?" í Listasavninum.
29.03.2009
Ger teknifilm við "Stop motion animation"
Hevur tú hug, evni og eitt netmyndatól (webcam) kanst tú lætt gera teknifilm við forritinum "Stop motion animation".
24.03.2009
Teknikapping fyri børn og ung - Tekna ein granskara
Granskingarráðið skipar fyri teknikappingini: ”Tekna ein granskara” frá mars til oktober 2009. Børn frá 1. til og við 8. flokk kunnu hvønn mánað senda inn tekningar, har tey ímynda sær ein granskara til arbeiðis. Saman við tekningini vilja vit fegin hava 1-2 reglur um, hvat granskarin ger ella hvar hann er á myndini. Hetta er ikki eitt krav, men ei...
19.03.2009
Hundraðtals síður
Á Snari eru hundraðtals síður, sum umboða ymiskar samansetingar av lærugreinum og floksstigi. Fyri at halda stýr á, hvat skal vera á hvørjari síðu, verður alt, ið er skrásett á Snar, flokkað í viðkomandi flokkingar, og síðan toga út aftur á ymisku síðurnar út frá hesum flokkingum.
19.03.2009
Ein smidlig heimasíða
Tøkniliga skipanin aftanfyri Snar er soleiðis háttað, at Snar er ein sera smidlig heimasíða, har møguleiki er at skipa síðurnar nærum, sum einum lystir. Tí kunnu heimasíður gerast til nærum eitt hvørt endamál innan skúla og undirvísing. Komandi árini er ætlanin at halda fram at menna Snar eftir tíðarinnnar krøvum.
12.03.2009
Lærarar kunnu logga á Snar
Lærarar kunnu logga á Allir lærarar í føroyska skúlaverkinum hava fingið teldupost sendandi á First Class við upplýsingum um brúkaranavn og loynorð at logga á Snar við. Hetta gevur øllum lærarum møguleika at skráseta egið tilfar og slóðir á Snar. Ritstjórnin skal tó góðkenna innsent tilfar og slóðir, áðrenn tað verður alment
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021