Lærugreinin smíð hevur í høvuðsheitum sítt støði í tí kunnleika og teimum royndum, gjørdar eru við teimum handverkum, ið er tilvirkað burtur úr træi, jarni o.ø. tilfari, eitt nú plasti, horni, beini, steini og leðri, bert tað stuðlar undir endamálið við lærugreinini.
Sjálvsagdur partur av undirvísingini í smíði er at nýta tilfar og amboð, og tí mugu allir næmingar eftir førimuni læra at kenna og nýta tilfar og amboð, so teir gerast upptiknir og fáa hug at arbeiða við handaligt arbeiði, bæði í sjálvum arbeiðinum at evna til og í gerandisdegnum.