dynamics homework solutions essays online shopping resume for mph admission how to write good admissions essay phd thesis on database management system senior papers dissertation roman coms quences val ry help writing dissertation proposal tutorial dissertation explicative exemple
  • Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Sniðgeving og verk

Fakligir førleikar - 7. flokkur

Næmingurin dugir:

  • at skilja skapandi tilgongdina í sambandi við sniðgeving, sum fevnir um íblástur og hugskot, tilrættislegging, fremjan og eftirmeting
  • sjálvstøðugt at geva seg til kennar við skapandi handverki
  • við vegleiðing at arbeiða sambært síni ætlan og at fremja verkætlanina í samsvari við trygdarkrøvini
  • grundleggjandi smíðtøkni, kennir tey týdningarmestu hugtøkini og tilfarssløgini
  • at gera lutir við støði í egnum hugskotum
  • at sniðgeva við persónligum dámi
  • at arbeiða við langtíðarsýni, bæði í bólki og einsamallur
  • at nýta umhvørvið og umheimin sum keldu til íblástur
  • at nýta KT og miðlar í arbeiðsgongdini
 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Skammul
Ein skammul er hentur til nógv. Hesin hevur eina fittliga stødd, og sniði leggur upp til at brúka sag, høvul og smidustokk. Síðulistarnir kunnu pyntast á ymsan hátt t.d. sagast út við dekupørsag.
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020