• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Føroyar

Fólkatal og fólkaskráseting

Fólk, ið búgva i einum landi, verða eisini nevnd íbúgvarnir í hesum landi. Undir íbúgvarviðurskifti fara vit at viðgera ymisk viðurskifti og hagtøl, ið siga nakað um:

  • hvussu nógv fólk búgva í Føroyum og hvar tey búgva
  • hvussu nógv verða fødd í Føroyum um árið
  • hvussu nógv doyggja um árið
  • hvussu gomul eru fólk í ymsum bygdum í Føroyum
  • hvussu nógv flyta

 

Vit vita longu frá elstu søguligu tíðum, at myndugleikar í londum ella ríkjum vildu hava greiði á, hvussu nógv fólk búðu har. Tí lesa vit m.a. í Bíbliuni um, at í Rómverjaríkinum vóru fólk skrivað í manntal.

Manntal verður nú gjørt á ein heilt annan hátt. Fyrsta manntal var hildið í Føroyum í 1769 og síðani hava 28 fólkateljingar verið. Fram til 1977 vóru fólka- og íbúðarteljingar gjørdar í Føroyum. Hetta varð gjørt við nøkrum ára millumbilum. Tá var eisini gjørt upp, hvussu fólk búðu, t.e. nær húsini vóru bygd, úr hvørjum tilfari, hvussu stór tey vóru, hvussu nógv rúm o.s.fr.

Frá 1977 og fram til 2011 var eingin fólkateljing, men stóra verkætlanin Manntal 2011 er stórsta fólkateljing nakrantíð. Ein fólkateljing skrásetir neyvt, hvussu samfelagið sær út ein ávísan dag, men longu dagin eftir broytist støðan. Kortini hevur tað týdning at fáa eitt neyvt hagtalsyvirlit, tí so ber til at síggja gongdina í einum samfelag yvir eitt longri tíðarskeið.

Tað ber til at lesa meira um Manntal 2011 á heimasíðuni www.manntal.fo og um íbúgvarviðurskifti á heimsíðuni hjá Hagstovuni.

Keldur: Íbúgvarviðurskifti, Árbók fyri Føroyar 2, Petur Ove Petersen. Heimasíðan hjá Hagstovuni, www.hagstova.fo og heimasíðan um Manntal 2011, www.manntal.fo.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021