• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
  • Lættur tekstur

    Um Kollafjørð - lættur tekstur

     

    Kollafjørður verður ofta róptur landsins longsta bygd. Av Signabø og norður í Sund eru 8,5 km. Fjørðurin sjálvur, sum bygdin ber navnið eftir, er 4,5 km innan av Hólma og út á Kjalnestanga.

    Kollafjørður er 51 merkur, sum svarar til 38 km2. Hagin ber umleið 1500 seyðir. Bert tveir av bóndagørðunum hava mjólkneyt.

    943 fólk búðu í Kollafirði 1. januar 2013.

    Ein søgn sigur, at fyrsti maður, sum búsettist í Kollafirði, var Kolli, bygdin var síðani uppkallað eftir honum. Ein onnur søgn vil vera við, at bygdin hevur fingið navn eftir kollutu fjøllunum kring fjørðin.

    Kollafjørður er annars gamalt norrønt navn, sum finst bæði í Noreg, Hetlandi og Íslandi.

    Hvussu gomul bygdin er, veit eingin at siga við vissu, men bygdin er nevnd í Hundabrævinum frá umleið 1400.

    Tekstur eftir Trygva Samuelsen, 2013.

  • Torførur tekstur

    Um Kollafjørð

    Kollafjørður verður ofta róptur landsins longsta bygd. Av Signabø og norður í Sund eru 8,5 km. Tá er Kollfjarðardalur av Hólmanum og fram á Hvilvt ikki íroknaður. Hetta strekkið er 3 km. Fjørðurin sjálvur, sum bygdin ber navnið eftir, er 4,5 km innan av Hólma og út á Kjalnestanga.

    Kollafjørður er 51 merkur, sum svarar til 38 km2. Tær 50 merkurnar eru landsjørð, meðan bert tann eina er ogn. Hagin ber umleið 1500 seyðir. Bert tveir av bóndagørðunum hava mjólkneyt - eini 80 mjólkneyt tilsamans – á Oyrareingjum og frammi í Dal.

    943 fólk búðu í Kollafirði 1. januar 2013.

    Ein søgn sigur, at fyrsti maður, sum búsettist í Kollafirði, var Kolli, bygdin var síðani uppkallað eftir honum. Ein onnur søgn vil vera við, at bygdin hevur fingið navn eftir kollutu fjøllunum kring fjørðin.

    Kollafjørður er annars gamalt norrønt navn, sum finst bæði í Noreg, Hetlandi og Íslandi.

    Hvussu gomul bygdin er, veit eingin at siga við vissu, men bygdin er nevnd í Hundabrævinum frá umleið 1400.

    Úr jarðarbókunum, sum byrja í 1584 vita vit, at bóndagarðarnir hava ligið spjaddir kring fjørðin, og tað vóru teir, sum myndaðu býlingarnar og ta gomlu bygdina. Tá fólkatalið tók at vaksa nakað eftir 1800, fluttu fólk av gørðunum og settu seg niður á traðir millum gomlu býlingarnar.

    Tekstur eftir Trygva Samuelsen, 2013.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021