• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Jarðfrøði

  • Lættur tekstur

    Jarðfrøði - lættur tekstur

    Bygdin liggur øll í Miðfláunum við eyðkendum miðfláarlandslagi, væl vallað við ongum homrum.

    Streymoyarsyllin sæst bróta seg upp gjøgnum Stall uppi yvir Hundsarabotni. Stabbarnir síggjast týðiligir yvir grótbrotinum, og á Heygsregnunum liggur syllin ber, og tú kanst ganga oman á eyðkendu stabbunum.

    Kollfjarðardalur er eyðkendur ísbrýndur dalur. Gjøgnum dalin rennur Dalá av Hvilvt, har dalurin er hægstur.

    Av Hvilvt rennur Dalá frameftir í tey bæði Mjáuvøtnini - niðara og fremra, sum eru ísbrýndar lægdir eins og Breiðavatn, har áin rennur úr Mjáuvøtnunum.

    Við Sjógv rennur Sjóvará framman úr Botni oman við Dylluni.

    Tveir djúpir hyljar, sokallaði “Heljareygu” eru. Annar er í Kirkjuánni, har Sjóvarfossur stoytir seg út av hamrinum og niður í Deyvhyl, sum hesir hyljar verða kallaðir. Hin er í Miðgerðaá undir Miðgerðafossi. Grótið, sum áin ber við sær, hevur máað hesar hyljar, sum munnu vera um 3 m djúpir.

    Tekstur eftir Trygva Samuelsen, 2013.

  • Torførur tekstur

    Landafrøði og náttúra

    Bygdin liggur øll í Miðfláunum við eyðkendum miðfláarlandslagi, væl vallað við ongum homrum. Einar 100 m yvir sjóvarmálanum er fyrsti hamarin í Ovastu fláunum, og haðani skiftast hamrar og hjallar upp á hægstu fjøll, Skæling og Árnadalstind, sum eru ávikavist 763 og 717 m høg.

    Streymoyarsyllin sæst bróta seg upp gjøgnum Stall uppi yvir Hundsarabotni. Stabbarnir síggjast týðiligir yvir grótbrotinum, og á Heygsregnunum liggur syllin ber, og tú kanst ganga oman á eyðkendu stabbunum. Syllin er burturmáað í Skælningskarði, men sæst aftur, har hon gongur upp í Sátuna.

    Kollfjarðardalur er eyðkendur ísbrýndur dalur. Gjøgnum dalin rennur Dalá av Hvilvt, har dalurin er hægstur. Frammi á Hvilvt og har um leiðir vóru góðir torvheiðar. Á Oyrareingjum, har áin er komin oman á slætt, snýr hon seg í eyðkendar áarbugar, til hon stundum sker av smáar oyggjar, sum liggja sum hólmar í ánni. Haðani kemur staðarnavni á Hólma, har áin rennur á sjógv innast í Kollafirði.

    Av Hvilvt rennur Dalá frameftir í tey bæði Mjáuvøtnini- niðara og fremra, sum eru ísbrýndar lægdir eins og Breiðavatn, har áin rennur úr Mjáuvøtnunum.

    Við Sjógv rennur Sjóvará framman úr Botni oman við Dylluni. Innan fyri ánna í “Norðríki” eru morenuheyggjar, sum nú lutvíst eru slættaðir í sambandi við uppdyrking.

    Somuleiðis vóru morenuheyggjar í Útibø uttan fyri Kirkjuánna. Teir eru burtur nú. Tá bygdarvegurin var gjørdur, varð eyrur tikin úr heyggjunum til vegin, og restin var grivin burtur, tá fólk fóru at byggja í Útibø.

    Tveir djúpir hyljar, sokallaði “Heljareygu” eru. Annar er í Kirkjuánni, har Sjóvarfossur stoytir seg út av hamrinum og niður í Deyvhyl, sum hesir hyljar verða kallaðir. Hin er í Miðgerðaá undir Miðgerðafossi. Grótið, sum áin ber við sær, hevur máað hesar hyljar, sum munnu vera um 3 m djúpir.

    Tekstur eftir Trygva Samuelsen, 2013.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021