• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Søga

  • Torførur tekstur

    Søga

    Fransatofir

    Fleiri staðni kann vísast á toftir í haganum, har fólk fóru at fjala seg fyri sjórænarum. Hesar toftir verða róptar “fransatoftir”.

    Fornminni

    Kommunan hevur latið eini gomul hús á Todnesi seta í uppruna stand, sum dømi um gamlan byggihátt. Hesi húsini eru friðað eins og Kirkjan og Tinggarðurin.

    Fornminnisfelag er í bygdini, og heldur felagið til í gamla skúla við Sjógv.

    Býlingar

    Gomlu býlingarnir eru roknaðir sunnanífrá: á Signabø, á Oyrareingjum, á Heyggi, við Sjógv, í Homrum, á Todnesi, á Miðgerði og á Kjalnesi.

    Tilsamans er 11 festi í bygdini: við Sjógv, í Homrum og á Miðgerði eru tvey festi, í hinum býlingunum er eitt festi í hvørjum.

    Við Sjógv og á Signabø eru festini 6 merkur, á Todnesi 5 merkur, harav tann eina er ogn. Hini festini eru øll 4 merkur.

    Fyrst í 1830 árunum fluttu fólk norður í Sund, sum býlingurin norðan fyri Kjalnestanga eitur. Síðani er so at siga samanbygt millum allar hinar gomlu býlingarnar.

    Prestagarður

    Frá 1657 til 1937 lá Kjalnesgarður til prestaembætið í Norðurstreymoy, og í gamlari tíð hava prestar stundum búð á garðinum. Annars hevði prestur uppsitarar, sum røktu garðin.

    Búnaðardepil

    Heygsgarður var í 1852 tikin til doktaragarð. Síðani hava uppsitarar sitið á garðinum, til garðurin í 1980-unum varð tikin til Royndarstøð.

    1. januar 2009 vóru Búnaðarstovan og Royndarstøðin løgd saman til ein stovn - Búnaðardepilin. Búnaðarstovan fyrisitur alla almenna jørð, sum ikki er fyrisitin av ella skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovni. Umframt omanfyri nevndu uppgávur røkjur stovnurin hartil allar tær uppgávur, sum Royndarstøðin røkti, eitt nú neytaeftirlit, ísáðing, fóður- og moldroyndir við ráðgeving, royndarvirksemið, skeiðvirksemið o.a.

    Við Gjónna

    Í 1815 flutti bóndin í Uppistovu á Miðgerði fram á Gjógv at búgva. Síðani hevur hetta verið einbýli til fyrst í 1960 árunum, tá seinastu búfólkini fluttu oman aftur til Kollafjarðar. Eik banki eigur nú húsini og brúkar tey til frítíðarbústað hjá starvsfólkunum.

    Tingstaður

    Við Sjógv var tingstaður fyri Norðstreymoy. Í sambandi við tingstaðin var gálgi í fjøruni úti í Homrum. Tann, sum var dømdur at heingjast, kundi bjarga lívinum, um hann megnaði at renna undan løgrættumonnunum inn á Halgannastein og klíva upp á steinin uttan at verða fangaður. Halgannasteinur er stórur steinur í fjøruni innan fyri bátahylin við Sjógv.

    Kvæðayrking

    Við Sjógv endurføddist gamla kvæðayrkingin við feðgunum Jens Chr. Djurhuus og Jens Hendrik Djurhuus, kendir sum Sjóvarbøndurnir. Yngri Sjóvarbóndin bygdi Tinggarðin, elsti parturin er frá 1844. Tinggarðurin er gomlu flagtaktu húsini oman fyri kirkjuna. Gamli Sjóvargarður stóð longri niðri, heiman fyri núverandi handilin “hjá Børga” – oman móti sjónum.

    Tekstur eftir Trygva Samuelsen, 2013.

  • Søga - lættur tekstur

    Søga - lættur tekstur

    Fransatoftir

    Fleiri staðni kann vísast á toftir í haganum, har fólk fóru at fjala seg fyri sjórænarum. Hesar toftir verða róptar “fransatoftir”.

    Fornminni

    Kommunan hevur latið eini gomul hús á Todnesi seta í uppruna stand, sum dømi um gamlan byggihátt. Hesi húsini eru friðað eins og Kirkjan og Tinggarðurin.

    Býlingar

    Gomlu býlingarnir eru roknaðir sunnanífrá: á Signabø, á Oyrareingjum, á Heyggi, við Sjógv, í Homrum, á Todnesi, á Miðgerði og á Kjalnesi.

    Fyrst í 1830 árunum fluttu fólk norður í Sund, sum býlingurin norðan fyri Kjalnestanga eitur. Síðani er so at siga samanbygt millum allar hinar gomlu býlingarnar.

    Prestagarður

    Frá 1657 til 1937 lá Kjalnesgarður til prestaembætið í Norðurstreymoy, og í gamlari tíð hava prestar stundum búð á garðinum. Annars hevði prestur uppsitarar, sum røktu garðin.

    Búnaðardepil

    Heygsgarður var í 1852 tikin til doktaragarð. Síðani hava uppsitarar sitið á garðinum, til garðurin í 1980-unum varð tikin til Royndarstøð.

    1. januar 2009 vóru Búnaðarstovan og Royndarstøðin løgd saman til ein stovn - Búnaðardepilin.

    Við Gjónna

    Í 1815 flutti bóndin í Uppistovu á Miðgerði fram á Gjógv at búgva. Síðani hevur hetta verið einbýli til fyrst í 1960 árunum, tá seinastu búfólkini fluttu oman aftur til Kollafjarðar.

    Tingstaður

    Við Sjógv var tingstaður fyri Norðstreymoy. Í sambandi við tingstaðin var gálgi í fjøruni úti í Homrum. Tann, sum var dømdur at heingjast, kundi bjarga lívinum, um hann megnaði at renna undan løgrættumonnunum inn á Halgannastein og klíva upp á steinin uttan at verða fangaður. Halgannasteinur er stórur steinur í fjøruni innan fyri bátahylin við Sjógv.

    Kvæðayrking

    Við Sjógv endurføddist gamla kvæðayrkingin við feðgunum Jens Chr. Djurhuus og Jens Hendrik Djurhuus, kendir sum Sjóvarbøndurnir.

    Tekstur eftir Trygva Samuelsen, 2013.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021