• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Um Langasand

Fyrstu fólkini settu seg niður á Langasandi, tá bóndin Á Bø í Haldórsvík, Joen Joensen, fekk hagan býttan frá í 1839. Hagin er tríggjar merkur av landsjørð.

Bygdin ber navn eftir sandinum fram við sjóvarmálinum, og við tíðini er fitt av lendi lagt inn úr haganum, hóast fólkatalið hevur verið rættiliga avmarkað og bygdin hevur verið fyri bakkøstum. Á Gjánoyri, sum liggur stutt sunnanfyri Langasand, bygdu norðmenn við tí navnframa Grøn á odda um aldarskiftið hvalastøð. Nógv virksemi var her í eitt tíðarskeið, men í dag sæst nær um ongin farleið frá hesi áhugaverdu tíðini í føroyskari vinnulívssøgu. Tá hvalaveiðan minkaði aftaná 1. heimsbardaga, vóru bygningar og útgerð tikin niður og oyran fekk náttúruna óspilta aftur.

Bygdin á Langasandi veksur í dag so spakuliga. Nýggj hús eru bygd seinnu árini, og við stuttu frástøðuni til stórplássini í miðstaðarøkinum eru góðar fortreytir fyri framhaldandi vøkstri.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021