Støddfrøðin er partur av alheims mentanararvinum. Støddfrøðin er alla tíðina ment við tí fyri eyga at granska alheimin, fyri at vit skulu kunna skipa okkara royndir, og fyri at vit skulu kunna lýsa og skilja sambond í náttúruni og í samfelagnum. Ein onnur kelda til íblástur at menna støddfrøðina er sjálv gleðin við støddfrøðini. Støddfrøðin ger vart við seg á so mongum týdningarmiklum samfelagsøkjum, eitt nú í medisini, búskapi, tøkni, samskifti, orkuumsiting og byggivirksemi. Tað merkir, at hollur førleiki í støddfrøði er ein fortreyt fyri menning av samfelagnum...