Lærugreinin tónleikur hevur trý kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
Kjarnaøkini eru hesi: 'Tónleikaíðkan', 'tónleikaástøði' og 'tónleikafatan'.
Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.
Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.
Tekstir til barnasangir eftir Steintór Rasmussen.
Sangirnir eru lagdir á Snar í sambandi við barnakórstevnuna 2013.
Lærugrein: Tónleikur
Aldurstrin: 1.-6. flokkur
Kjarnaøki: Tónleikaíðkan
Við hesum spæli kanst læra um tónaglopp. Brúka eygu og oyru, og para kortini.
Aldurstrin: Frá 1.-7. flokkur
Lærugrein: Tónleikur
Kjarnaøki: Tónleikaástøði