• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sankta Jákup

 

CCF 140 B

TSB B 7

 

1 Jákup tekur í Harrans hond:

“Nú skal eg kristna Garsialand.”

 

2 “Hvøssu skalt tú tað kristnað fá?

tú hevur einki skip at sigla á.”

 

3 “Størri er nú miskunnheit tín,

tú kanst venda vatn til vín.”

 

4 “Gakk teg oman til sjóvarstrand,

har stendur ein steinur út fyri land.”

 

5 Jákup tók sær bók í hand,

so gekk hann til sjóvarstrand.

 

6 Jákup risti kross yvir stein,

steinurin út frá landi leið.

 

7 Steinurin tók at ganga

fram við Garsialandi.

 

8 Steinurin tók at líða

fram við Garsiasíðu.

 

9 Inn koma børn og siga frá:

“Her kemur ein steinur, ein maður á.”

 

10 Inn koma kvinnur, hava tváað seg rein:

“Her kemur ein maður, hann situr á stein.”

 

11 Kongurin tekur sær øksi í hand,

so gekk hann til sjóvarstrand.

 

12 “Hoyr tú, Jákup, eg tali til tín,

hvat vilt tú á land til mín?”

 

13 “Tað vil eg á land til tín,

at mín skapari er mætari enn tín.”

 

14 “Hvat er tín skapari mætari enn mín,

mín drekkur hvønn dag mjøð og vín.”

 

15 “Tað er mín skapari mætari enn tín,

hann kann venda vatn til vín.

 

16 Mín kann venda mold til breyð,

kann geva teim lív, sum longu eru deyð.

 

17 Tað gjørdi skaparin reini,

hann skapti mær skip av steini.”

 

18 “Fái eg aftur sonin mín,

so skal eg trúgva pá skaparan tín.

 

19 Fái eg hann aftur við hold og hár,

sum hann fór fyri fimtan ár.

 

20 Fái eg hann aftur við hold og hár,

sum hann hevði ikki kent sítt banasár.”

 

21 Jákup niður í bókina sá:

“Hann er ikki góður aftur at fá.”

 

22 Tá hann hevði staðið eina lítla stund,

tá manaði hann hann upp frá vítinis grund.

 

23 “Her hevur tú hann við hold og hár,

sum hann var fyri fimtan ár.

 

24 Her hevur tú hann við heyk og hund,

sum hann fór fyri sjóvargrund.

 

25 Her hevur tú hann við hold og hár,

sum hann hevði ikki kent sítt banasár.”

 

26 “Hoyr tað, sæli sonur mín,

hvat er títt í ferðum tín?”

 

27 “Tað er títt í øðrum heim,

eingin kennir annans mein.

 

28 Tað er tann kona, børnini hevur hatað,

hon kemur ei av ormagatu.

 

29 Tað er tann kona, børn hevur myrt,

hon gongur altíð við eitursvørði gyrt.

 

30 Keypmenninir ríku

skríða í ormalíki.

 

31 Sýslumenninir hørðu

skríða í ormagørðum.

 

32 Fútin við sín breiða hatt,

situr í helviti og krevur skatt.”

 

33 “Nú havi eg fingið sonin mín,

nú skal eg trúgva skaparan tín.”

 

34 Tað gjørdi Jákup, meðan hann var har,

hann kristnaði kongin, og alt har var.

 

CCF 140 B

TSB B 7

 

Handrit: Johannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68), nr. 92.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 115.

2. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, 1982, s. 309. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 20.

 

Heimild: Johannes Clemensen, Jóannes í Króki (1794-1869), Sandi, um 1830.

 

B 7 Jólavísan (St. James converts pagans with a miracle)

Jákup (dýrlingur) fer í heiðið land (cD, F, cN, cS: Kristus hevur sent hann). Hann siglir hagar á einum steini. Jákup fer til heidna kongin, sum sigur, at hann fer at trúgva upp á Kristus, um Jákup fær son hansara, sum er druknaður, aftur til lívs. Jákup lesur og syngur, til deyði, ungi maðurin rísur úr havi. Sonurin sigur frá lukkuni í himli og sigur gjølla frá revsingunum í helviti. F, N: Kongur og fólk hansara verða kristnað.

á føroyskum: CCF 140 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020