• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sankta Jákup

 

CCF 140 C

TSB B 7

 

1 Sankta Jákup var seg ein vælborin mann,

- heilborin dúna -

við sjálvan Várharra talaði hann.

- Dynja dansar, dynja borð,

sum fyrr var í ein heilborin dúna.

 

2 Sankta Jákup tekur í Várharras hond:

“Tú gev mær lov at kristna Garsialand.”

 

3 “Hvøssu skalt tú kristnað fá?

tú hevur einki skip at sigla á.”

 

4 “Meira kanst tú gera við almakt tín,

enn tú kanst senda skip til mín.”

 

5 “Gakk tú teg til strandar,

har liggur ein steinur fyri landi.”

 

6 Sankta Jákup út á steinin steig,

steinurin út frá landi gleið.

 

7 Steinurin tók til at líða,

heim fyri Garsiasíðu.

 

8 Steinurin tók at ganga,

heim fyri Garsiatanga.

 

9 Garsia kongur út av vindeyga sá:

“Her kemur ein steinur, og maður situr á.”

 

10 Garsia kongur tekur øksi í hand,

so gekk hann til sjóvarstrand.

 

11 Sankta Jákup stígur fót á land,

Garsia kongur gongur fyri honum pá sand.

 

12 “Ver vælkomin, Jákup, til mín,

hvat hevur tú til ørindi tín?”

 

13 “Tað havi eg til ørindi til tín,

at tú skalt trúgva pá skapara mín.”

 

14 “Hví skal eg trúgva pá skapara tín,

hvat er tín skapari mætari enn mín?”

 

15 “Tað er mín skapari mætari enn tín,

hann kann venda vatn til vín.

 

16 Hann kann venda stein til breyð,

heinta tey aftur, sum fyrr vóru deyð.”

 

17 “Skal eg trúgva pá skapara tín,

aftur komi sonur mín.

 

18 Hann komi aftur við hold og hár,

sum hann fór burtur fyri átjan ár.

 

19 Hann komi aftur við heyk og hund,

sum hann fór niður fyri Garsiagrund.”

 

20 Tá hann hevði staðið eina stund,

loysti hann mann frá helvitis grund.

 

21 Hann kom aftur við hold og hár,

sum hann fór burtur fyri átjan ár.

 

22 Hann kom aftur við heyk og hund,

sum hann fór niður fyri Garsiagrund.

 

23 “Ver vælkomin, sonur mín,

hvat er nýtt úr ferðum tín?”

 

24 “Tað er nýtt úr ferðini míni,

eitt líður tyrst, og annað líður pínu.

 

25 Keypmenninir teir ríku,

teir skríða í ormalíki.

 

26 Sýslumenninir teir harðu,

teir skríða í ormagarði.

 

27 Fútin við sín breiða hatt,

hann situr í helviti og krevur skatt.”

 

28 Einki gjørdi Jákup annað har,

- heilborin dúna -

enn kristnaði kongin og alt, har var.

- Dynja dansar, dynja borð,

sum fyrr var í ein heilborin dúna.

 

CCF 140 C

TSB B 7

 

Handrit: Hammershaimbs Sammlung (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 116.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 23.

 

Heimild: Úr Sandoy: Marianne Poulsen (1844-1914), Skopun. Kristian Joensen, Kristian í Búðini  á Sandi (1843-1924) skrivaði upp í 1873.

 

B 7 Jólavísan (St. James converts pagans with a miracle)

Jákup (dýrlingur) fer í heiðið land (cD, F, cN, cS: Kristus hevur sent hann). Hann siglir hagar á einum steini. Jákup fer til heidna kongin, sum sigur, at hann fer at trúgva upp á Kristus, um Jákup fær son hansara, sum er druknaður, aftur til lívs. Jákup lesur og syngur, til deyði, ungi maðurin rísur úr havi. Sonurin sigur frá lukkuni í himli og sigur gjølla frá revsingunum í helviti. F, N: Kongur og fólk hansara verða kristnað.

á føroyskum: CCF 140 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020