• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Mariu vísa seinna

 

CCF 150 B

TSB B 16

 

1 Jesus kom at eini á,

har sat Maria við bekk at tvá.

 

2 “Hoyr tað, Maria, eg tali til tín,

gev mær drekka av kerum tínum!”

 

3 “Míni ker eru ikki rein,

vilt tú drekka av mínum lóvum tveim?”

 

4 “Vart tú so rein sum Maria, móðir mín,

tá skuldi eg drukkið av tínum lóvum tveim.”

 

5 Hon svór tað av munni,

hon var so skir ein nunna.

 

6 Hon svór tað av saltarabók,

at hon ikki mann í loyndum tók.

 

7 “Svør ikki, svør ikki, syndug vív,

trý ganga børn á jarðarríki.

 

8 Tað fyrsta við tínum faðir,

tað annað við tínum bróður.

 

9 Tað triðja við tínum sóknarprest,

og tað var syndin allarstørst.”

 

10 Maria fell á síni knæ:

“Sjálvur Jesus, skrifta mær!”

 

11 “So skal eg tær skrifta,

tað skal verða tín gifta.

 

12 Tú skalt úti ganga,

níggju vetur langa.

 

13 Troða frost og kaldan snjó,

berføtt og í ongum skóm.

 

14 Berføtt, við eitt høvuðlín,

so skalt tú bøta fyri syndir tínar.”

 

15 Maria tók at ganga,

níu vetur langa.

 

16 Tróð hon frost og kalda fonn,

berføtt og í ongum skóm.

 

17 Berføtt, við eitt høvuðlín,

so bøtti Maria fyri syndir sínar.

 

18 Níu vetur umliðið var,

aftur kom Jesus í sama stað.

 

19 “Hoyr tað, Maria, eg tali til tín,

hvussu líkar tær skriftan mín?”

 

20 “So líkar mær skriftan tín,

sum drakk eg hvønn dag klára vín.”

 

21 “Tað skalt tú hava fyri tolinmøði tína,

tæna Mariu, móður míni.

 

22 Tæna Mariu, móður míni,

sjey ferðir klárari, enn sólin skínur.”

 

CCF 150 B

TSB B 16

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser II. Udgivet 1854-56 af Svend Grundtvig, s. 533.

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, 1891, s. 35.

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 147.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 55.

 

Heimild: V.U. Hammershaimb, A-brigdið týtt.

 

B 16 Mariu vísa seinna (Mary Magdalene’s conversion)

Kristus (cD, cN: ein gamal maður) hittir Mariu Magdalenu og biður hana um vatn. Hon hevur einki krúss, men hann sigur seg vilja drekka úr hondum hennara, um hon er jomfrú. Hon svør, at tað er hon, men hann sigur henni, at hon hevur átt trý børn, eitt við pápanum, eitt við beiggjanum og eitt við presti. Hon fellur á knæ fyri honum og biður hann skrifta sær, men hann sigur við hana, at fyrst noyðist hon í nógv ár at líða harðan sakn úti í oyðimørkini. Eftir hetta hittir hon aftur Kristus og sigur, at hon einki leggur í revsingina. Hann lovar henni náði.

á føroyskum: CCF 150 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020