• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sankta Niklas

 

Sankta Niklas

 

CCF 152 B

TSB B 11

 

1 Tríggir vóru klerkar,

ið fóru yvir land

til at bøta syndir

og sálargrand.

 

Hjálp os, Gud og Harri og sankta Niklas!

 

2 Gistu teir hjá ríka bónda

eina nátt,

hann læt teir av lívi taka

alvæl brátt.

 

3 Saltaði hann teir

í eina skeið,

hon var bæði djúp og long

og goysin breið.

 

4 Tá ið hann hevði beint

fyri teirra hold og hár,

tá kom sankta Niklas

og bankaði uppá.

 

5 “Hoyr tú, ríki bóndi,

eg tali til tín,

hvat hevur tú gjørt

við klerkar mín?”

 

6 “Eg saltaði teir

í eina skeið,

 

hon var bæði djúp og long

og goysin breið.”

 

7 “Hoyr tú, ríki bóndi,

eg tali til teg,

hvat gjørdi tú við teirra *innvøl,

tað sig tú meg!”

 

8 “Eg floytti teir oman

eftir eini á,

sum stríðir streymar bóru

teir longur frá.”

 

9 Sankta Niklas tekur

bók í hand,

so gongur hann

til sjóvarstrand.

 

10 Sankta Niklas rættir

bók yvir sjó,

so allur teirra *innvølur

hann upp frá grunni dró.

 

11 Grøddi hann teirra

hold og hár,

sum teir høvdu ikki

havt fingið banasár.

 

Hjálp os, Gud og Harri og sankta Niklas!

 

CCF 152 B

TSB B 11

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 150.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 39.

 

Heimild: Úr Streymoy: Kristiane Johannesdatter (1821-1900), av Nesinum, f. í Vestmanna. Jóan Petur Gregoriussen, Jóan Petur uppi í Trøð (1845-1901) skrivaði upp í 1874.

 

B 11 Sankta Niklas (St.Nicholas restores murdered men to life)

Tveir (frábr. B: tríggir) klerkar fara vallaraferð. Eina náttina gista teir hjá einum bónda, sum ger av við teir. Líkini tveitir hann í ánna. Sankta Niklas kemur framvið og spyr eftir klerkum sínum. (Frábr. B: Bóndin viðgongur gerð sína). Niklas fer oman í fjøruna og lesur líkini upp úr sjónum. Hann lekir sár teirra og fær teir aftur til lívs.

á føroyskum: CCF 152 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020