• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Mirmants kvæði

 

CCF 109 C

TSB D 389

 

1 Vilja tit nú lýða á,

meðan eg flyti fram,

frúgvin eitur Brita,

og jallin Hermann.

 

2 Hvussu skal eg kvøða,

tað eg ikki kundi,

frúgvin eitur Brita

og jallin Hermann ungi

 

3 Ráddu fyri á Sakslandi

væl altíð og leingi,

tað var teim til eydnu lagað,

børn høvdu tey eingi.

 

4 Ráddu fyri á Sakslandi,

tugdu vetrarvist,

tað var teim til eydnu lagað

børn høvdu tey mist.

 

5 Tað er enn, sum oftum er,

leingi er fyri drigið,

ei hevur frúgvin Brita

eina í songum ligið.

 

6 Jallin vaknar á miðjari nátt,

telur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borið

alla hesa nátt.”

 

7 Jallin vaknar á miðjari nátt

bæði troyttur og móður:

“Vit eiga okkum ein ungan son,

hann verður av ongum góður.”

 

8 Jallin droymdi dreymin tann,

hann tóktist vera í vanda:

“Eg dró ein orm frá brósti á tær,

mær vildi hann granda.”

 

9 Svaraði frúgvin Brita:

“Ei man tað so vera,

vinturnáttin er so long,

mangt kann í dreymar bera.

 

10 “Meg hevur droymt ein dreym í nátt,

vil eg fyri tær greina,

tað rendi ein ormur frá brósti á tær,

sum vildi mítt hjarta meina.”

 

11 Tað er frúgvin Brita,

letur so orðum svara:

“Ofta munnu ljótir dreymir

fyri so lítlum varða.”

 

12 Frúgvin læt seg við barni ganga,

níggju mánar taldar,

inntil at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

13 Tað var tá, sum oftum er enn,

dult er døpult mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

14 Sveipar hon hann í klæði væl,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Mirmant bað hon kalla.

 

15 Barnið varð borið fra kirkju heim

aftur for móður sín,

meira læt hon røkta tað

enn alt sítt gull í skrín.

 

16 Tað er frúgvin Brita,

ræður til jallin at tala:

“Hví vilt tú ikki vár unga son

í skemtan við tær ala?”

 

17 Jallin so til orða tekur,

fyrsta orðið tá:

“Hann má ikki koma for míni eygun,

tann stund eg liva má.

 

18 Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

tað sigi eg tær satt,

at tú flytur tín son so burt,

at hann kemur ikki aftur!”

 

19 “Hoyr tað, mín hin veldigi harri,

hvør skal mær tað gera,

taka mín son til fosturskap,

at hann kann riddari verða.”

 

20 “Løgdum keisar á Fraklandi

hann skal tær tað gera,

taka tín son í fosturskap,

at hann kann riddari verða.

 

21 Løgdum keisar á Fraklandi,

hann man tær tað veita,

taka tín son í fosturskap,

at hann kann riddari eita.”

 

22 Tað var frúgvin Brita,

hon letur saðla hest,

so reið hon til Fraklanda,

sum føtur bera mest.

 

23 So reið frúgvin Brita

beina gøtu fram,

forgyltir leika ringarnir,

hennara góð[i] gangari rann.

 

24 Tað var frúgvin Brita,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Løgdum keisar

fyri henni stóð.

 

25 “Ver vælkomin, Brita,

higar nú til mín,

hvaðan er handa unga kind,

tú ber á armi tín?”

 

26 Tað er frúgvin Brita,

hon svarar so frá sær:

“Henda sama unga kind

er komin frá brósti á mær.

 

27 Góður maður, Løgdum keisar,

vilt tú mær tað gera:

taka mín son til fostur hjá tær,

at hann kann riddari verða?

 

28 Góður maður, Løgdum keisar,

vilt tú mær tað veita:

taka mín son í fostur hjá tær,

at hann kann riddari eita?”

 

29 “Hann skal vera vælkomin

hjá mær og mínum monnum,

sita yvir [mítt] ærligt borð

so mangan vetur á sonnum.

 

30 Hann skal vera vælkomin

hjá mær og mínum sveinum,

sita yvir mítt ærligt borð

og drekka tann mjøðin reina.”

 

31 Aftur loypur Brita,

til sín góða hest,

so reið hon til Sakslanda,

sum føtur bera mest.

 

32 Tað var frúgvin Brita,

heim í garðin fór,

úti sjálvur jallin

fyri henni stóð.

 

33 “Ver vælkomin, mín veldiga søta,

higar nú til mín,

hvøssu tók hann Løgdum keisar

við fostursoni tín?”

 

34 “Hann skuldi vera vælkomin

hjá sær og sínum monnum,

sita yvir sítt ærligt borð,

so mangan vetur á sonnum.

 

35 Hann skuldi vera vælkomin

hjá sær og sínum sveinum,

sita yvir sítt ærligt borð

og drekka tann mjøðin reina.”

 

36 Hann var ikki longur í ríkinum

enn mánaðirnar tólv,

allir lutir gegndust honum,

ríka frúgvin sjálv.

 

37 Allir lutir gegndust honum,

ríka frúgvin sjálv,

bæði læt hon læra hann

rúnur og skaktalv.

 

38 Mirmant klæðist for síni song,

eina morgun snimma:

“Nú lystir meg til Sakslanda

faðir og móður at finna.”

 

39 Tað er frúgvin Katrin,

talar so frá sær:

Sjúkur tá kemur tú

aftur at vitja vár.

 

40 Hoyr tú ungi Mirmant,

tað sigi eg tær satt,

fert tú teg til Sakslanda,

sjúkur kemur tú aftur!

 

41 Fert tú teg til Sakslanda

at finna faðir og móður,

sjúkur ríður tú aftur í borg

við hartil sorgir nógv.”

 

42 Út varð loystur gangarin,

ið Mirmant skuldi á ríða,

prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu.

 

43 So ríður hann Mirmant

beina gøtu fram,

forgyltir leika ringarnir,

hans góði gangari rann.

 

44 Tað var ungi Mirmant

heim í garðin fór,

úti frúgvin Brita

fyri honum stóð.

 

45 “Ver vælkomin mín sæli son,

higar nú til mín,

lidnir eru fimtan vetur,

síðan eg væntaði tín.”

 

46 Mirmant gekk í hallina inn,

tey orð talar hann fyrst:

“Sit í frið, mín sæli faðir,

trýrt tú nakað á Krist?”

 

47 “Ver vælkomin, Mirmant,

higar nú til mín,

drekk nú hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín.”

 

48 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvvæl minni um vín,

tak við Gudi og kristnari trúgv,

sæli faðir mín!”

 

49 Jallin so til orða tekur,

tagdi eina stund:

“Far teg aftur til Fraklanda,

verri enn nakar hundur!”

 

50 Mirmant stendur á hallargólvi,

tey orð talar hann fyrst:

“Sit í frið, mín sæli faðir,

trýrt tú nakað á Krist?”

 

51 Jallin átti ein búgvin brand,

eitur Meistartann,

hann var ikki av skeiðum drigin,

uttan hann fór mót spann.

 

52 Jallin feldi brandinum,

Mirmant um hann treiv:

“Hvør var nærri ervinum,

ei væri eg feigur?”

 

53 Tað var ungi Mirmant

sínum svørði brá,

hann kleyv jallin, sín sæla faðir,

sundur í lutir tvá.

 

54 Svaraði frúgvin Brita,

tár á kinnar rann:

“Aldri náði Gud sálina,

ið hatta verkið vann.”

 

55 Tað var frúgvin Brita,

hon tók sær ker í hand,

so gekk hon í kjallaran,

sum mjøðurin fleyt í bland.

 

56 So skeinkir hon Brita

eitur út í vín,

bar so inn fyri Mirmant,

bað hann drekka til sín.

 

57 Tá hann hevði drukkið,

greint aftur skál,

allur hansara fagri litur

burt úr kinnum brá.

 

58 Tí svaraði Mirmant,

tá hann hevði drukkið av:

“Hatta var ikki móðurligur drykkur,

ið tú mær gav.”

 

59 “Var tað ikki móðurligur drykkur,

ið eg tær gav,

minni var tað sonarligt

at vega faðir at sær.”

 

60 Mirmant so til orða tekur,

tagdi eina stund:

“Tað var eingin syndargerð

at vega ein heiðin hund.”

 

61 Tað er frúgvin Brita,

svarar so frá sær:

“Hóast hann var ein heiðin hund,

so var hann faðir at tær.”

 

62 Sorgarfullur ríður hann

út av Rímsborg,

tí hann hevði av síni móður

fingið sút og sorg.

 

63 Mirmant leyp á gangaran sín,

ið hann sjálvur átti,

so reið hann til Fraklanda,

sum føtur bera máttu.

 

64 Tað var ungi Mirmant,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Løgdum keisar

fyri honum stóð.

 

65 “Ver vælkomin, Mirmant,

higar út til vár,

hvar er allur tín fagri litur

úr tínum kinnum farin?”

 

66 Fyri hevur givið mær,

móðir mín,

eg havi vigið jallin,

sæli faðir mín.”

 

67 Tí svaraði Løgdum keisar,

tagdi eina stund:

“Tað var eingin syndargerð,

at vega tann heidna hund.”

 

68 Hann leiddi hann í hallina inn,

gav honum gangin hægst,

hann setti hann aftur í hásætið,

at sita sær manni næst.

 

69 Svaraði frúgvin Katrin,

tók hon so til orða:

“Leingi letur tú sjúkan mann

sita yvir tínum borði.”

 

70 Svaraði frúgvin Katrin:

“Hvat man slíkum sæta?

leingi letur tú sjúkan mann

eta av tínum fati.”

 

71 “Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,

eg vil tær ikki trúgva,

at tú vildi Mirmant unga

svik til handar snúgva!”

 

72 Tí svaraði Løgdum keisar,

letur so orðum svara:

“Eg biði ongan kallmann

eftir kvinnuorðum fara.”

 

73 Svaraði frúgvin Katrin,

hon var ei til tess sein:

“Av hesum sjúka manninum.

tað fáa vit vist mein.”

 

74 Tí svaraaði Løgdum keisar,

letur so orðum snúgva:

“Eg biði ongan kallmannin

kvinnuorðum trúgva.

 

75 Eg sá tygum í grasagarði

tygara ástarbregði,

søtan koss tá kysti hann teg,

og hendur um hálsin legði.

 

76 Eg sá tygum í grasagarði

tygara ástarbragdi,

søtan kossin kysti hann teg,

hendur um hálsin lagdi.”

 

77 Hann læt honum einihús

í oyðum mørkum gera,

sum teir kundu dvørgar tveir

best við rúnum skera.

 

78 Tað var hin ungi Mirmant,

í einihúsi sat,

hvørki læt hon til hann bera

drekka ella mat.

 

79 Hann var ikki longur í húsinum,

enn til hann tók at troyggja,

haðan heim til landanna,

sum eitur í Sikilsoyggjum.

 

80 Haðan heim til landanna,

sum eitur á Sikilsoyggjum,

tí hann hevði altíð hoyrt,

at har vóru læknismoyggjar.

 

81 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

gingin er ungi Mirmant

í frú Sissalu stól.

 

82 Tað er frúgvin Sissal,

hon seg til kirkju reið,

tað var hesin sjúki maður

í hennara skikkju treiv.

 

83 Tað var hesin sjúki maður,

í hennara skikkju tók:

“Ger tað fyri Gudi skuld,

tú ráð mær heilsubót!”

 

84 Svaraði frúgvin Sissal:

“Slíkt er mikil vandi,

grøða tíni sárini

aðrari moy til handa.”

 

85 Tað er hin ungi Mirmant,

svarar so for seg:

“Eg skal onga jomfrú lova,

uttan sjálva teg.”

 

86 Tað er frúgvin Sissal,

svarar so frá sær:

“Hvøssu hevur tú fingið tað,

í drekka ella mat?”

 

87 “Við mínum faðir

fekk eg mær mat,

hann var kongsins hestasvein,

haðan eri eg av.”

 

88  Tíguligur er tann

kongurin ein,

átti sær ein tílíkan

hestasvein.

 

89 Tíguligur er tá

kongurin tann,

átti sær ein tílíkan

hestamann.”

 

90 Tað var frúgvin Sissal,

so væl gav hon tí gátt:

“Í drekka hevur tú fingið tað,

men ikki út í mat.”

 

91 Hon setti hann í einihús,

nú man tað so vera,

av tí góða, í ríkinum var,

læt hon til hann bera.

 

92 Árla var um morgunin,

dagurin var ljós,

gingin er frúgvin Sissal

í sjúkra manna hús.

 

93 “Eg man ikki vita tað,

um enn tú lívið tiggur,

ljótur er tann ormurin,

fyri tínum brósti liggur.

 

94 Ljótur er tann ormurin,

fyri tínum brósti liggur,

ráði Gud faðir av himmiríki,

nær tú heilsu tiggur.

 

95 Eg skal taka tann ljóta orm

mær í munni mót,

halt tú fast um sporlið,

tað er okra bót!

 

96 Tá ið hesin frænarormur

rennur frá brósti á tær,

aftur í tílíkt herergi,

tað hevur hann ætlað sær.”

 

97 Hon mundi taka tann ljóta orm

sær í munni mót,

hann helt aftur um sporlið,

tað var teirra beggja bót.

 

98  Hon tók upp sín lindarsaks

og kleyv hann í lutir tvá,

síðan læt hon bera hann

á brennandi bál.

 

99 Grøddi hon hann í dagar,

grøddi hon hann í tvá,

inntil tann hin triðja,

tá fór hann í brynju blá.

 

100 Tað er frúgvin Sissal,

hon svør á sína trú:

“Hoyr tað, tú hin ungi maður,

hvussu eitur tú?”

 

101 Tað er hin ungi Mirmant,

svarar so forseg:

“Justinus jalsson

skalt tú nevna meg.”

 

102 Deydligt er í ríkinum,

eingin gleði elvar,

Sissal talar til Justinus:

“Vit skulu fara og telva.”

 

103 Víða leypa terningar

á talvborðið fram,

fyrsta talvið Justinus

av Sissalu vann.

 

104 Deydligt er í ríkinum,

eingin gleði elvar,

Sissal talar til Justinus:

“Vit skulu fara og telva.”

 

105 Víða leypa terningar

á talvborðið fram,

annað talvið Justinus

av Sissalu vann.

 

106 Ei var spart á talvborði

gull og vovin skari,

fullvæl spælir jallin,

ið faðirsbani var.

 

107 Deydligt er í ríkinum.

eingin gleði elvar,

Sissal talar til Justinus:

“Vit skulu fara og telva.”

 

108 Víða leypa terningar

á talvborðið fram,

triðja talvið Sissal

av Justinusi vann.

 

109 Øllum tapti Justinus

talvunum á borði,

hann gjørdi einki annað tá

enn lýddi á Sissalu orð.

 

110 “Hóast eg líði spott og spei,”

Mirmant ræður at svara,

“líkari var mær vorðið við

til Fraklanda at fara.”

 

111 Tað er frúgvin Sissal,

hon svarar so frá sær:

“Tú tókst tað í álvara,

í gamni mælti eg mær.”

 

112 Sissal gongur for faðir sín,

sigur honum frá:

“Nú lystir unga Justinus

at kvitta her londum frá.”

 

113 Svaraði hennara sæli faðir,

leit fram undan skildri:

“Eg tað ikki enn veit,

í hvat hann higar vildi.”

 

114 “Hann var seg so sjúkur,

hann var seg so sár,

tí var [hann] komin

higar at vitja vár.”

 

115 “Var hann seg so sjúkur,

var hann seg so sár,

*tar beiddist honum læknaðin

higar at vitja vár.”

 

116 Nú koma tey tíðindi

inn á hallargólv:

“Gingin er kongurin Lutsiundal

at stevna við tær á hólm.

 

117 Gingin er kongurin Lutsiundal

at stevna á hóln við tær,

um hana frúnna Sissalu,

ið hann hevur ætlað sær.”

 

118 Sissal gongur frá Justinus

letur so orðum svara:

“Vilt tú, ungi Justinus,

í mínum liði fara?”

 

119 Tað er ungi Justinus,

hann svarar so frá sær:

“Lítil er tann liðveitslan,

men fylgja skal eg tær.”

 

120 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði kongurin Lutsiundal

brynjað út hundrað tólv.

 

121 Tá hevði kongurin Lutsiundal

brynjað út hundrað tólv,

einsamallur Justinus

hann ríður har ímót.

 

122 So ríður ungi Justinus

víðan vegin fram,

klývur hvønn av um tvøra

móti honum rann.

 

123 Klývur hvønn av um tvøra

móti honum rann,

eftir stóð kongurin Lutsiundal

við sín triðja mann.

 

124 Tað var ungi Justinus,

sínum svørði brá,

hann kleyv kongin Lutsiundal

sundur í lutir tvá.

 

125 Hann kleyv kongin Lutsiundal

sundur í lutir tvá,

báðar hansara sveinarnar

teir legði hann honum hjá.

 

126 Sendiboð kom til hallar heim,

síðla dags á kvøldi,

eftir spurdi tann ríka frú,

hvør ið reystkappan feldi.

 

127 Tað var lítin sendisvein,

reið til hallar heim,

eftir spurdi tann ríka frú,

um flest allir feldu ein.

 

128 Svaraði ein av sveinunum,

heldur á hjørvarunni:

“Tað er ungi Justinus,

ið stríðið hevur vunnið.”

 

129 Tað er frúgvin Sissal,

sló so upp í gleim:

“Góðari hendi grøddi eg

tann gævuliga svein.”

 

130 Ríða teir til hallar heim

við albrynjaðar hestar:

“Nú er einki annað at gera

enn frú Sissal at festa.”

 

131 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Justinus og hans vív.

 

132 Justinus liggur í síni song

eina morgun snimma:

“Nú lystir meg til Fraklanda,

mín fosturfaðir at finna.”

 

133 “Fert tú teg til Fraklanda,

at finna fostru tína,

síðla dags tá kemur tú

aftur at vitja mín.”

 

134 Tað er ungi Mirmant,

letur saðla hest,

so reið hann til Fraklanda,

sum føtur bera mest.

 

135 Tað var ungi Mirmant,

heim í garðin fór,

úti frúgvin Katrin

fyri honum stóð.

 

136 “Ver vælkomin Mirmant,

higar nú til mín,

drekk nú hvat tær betur líkar

mjøðin ella vín!

 

137 Sissal í Sikilsoy

kær er vorðin tær,

annan hevur hon loynimann

í loyndum hjá sær.

 

138 Annan hevur hon loynimann

í loyndum hjá sær,

Justinus jalsson,

so er greint fyri mær.”

 

139 Tað er ungi Mirmant,

alt vil betur snúgva,

biður ongan kallmannin

kvinnuorðum trúgva.

 

140 Tað er frúgvin Katrin,

tók sær ker í hand,

so gekk hon í kjallaran,

sum mjøðurin fleyt í bland.

 

141 Blandaði hon mjøðin,

blandaði hon vín,

og so mikið óminni

tað læt hon har útí.

 

142 Og so mikið óminni

læt hon har útí,

bar so inn fyri Mirmant,

bað hann drekka til sín.

 

143 Tá hann hevði drukkið,

greint aftur ker,

mintist ei til Sissalu,

ei hvar, ið hon er.

 

144 Sissal gongur for faðir sín,

mælir á tungum inna:

“Nú lystir meg til Fraklanda

Justinus at finna.”

 

145 “Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,

vilt tú við friðum fara,

trý hundrað raskar riddarar

skalt tú við tær hava.”

 

146 Frúgvin er av garði burt

við alt tað brynjað lið,

so reið hon til Fraklanda,

hon buddist ei við frið.

 

147 Nú koma tey tíðindi

inn á hallargólv:

“Gingin er sjálvur Jógvan kongur,

stevnir tær á hólm.”

 

148 Svaraði ungi Mirmant,

maðurin er hann spakur:

“Fyri hvat stevnir [hann] mær á hólm,

hvat havi eg gjørt til saka?”

 

149 “Nógvar man hann sakirnar

vita tær,

tú hevur sovið hjá konu ta,

ið hann hevði ætlað sær.”

 

150 Katrin gongur for Mirmant,

letur so orðum svara:

“Vilt tú nakað, Mirmant,

í mínum liði fara?

 

151 Tað er ungi Mirmant,

svarar so frá sær:

“Lítil er tann fosturskapur,

fylgja skal eg tær.”

 

152 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði reystur Jógvan kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

153 So ríður hann Mirmant

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvøra,

móti honum rann.

 

154 So ríður hann Mirmant,

veksur við honum mót,

búkar fullu á jørðina niður,

sum tú varpar grót.

 

155 Høgga títt og líva lítt,

troða jørð við kálva,

bjargamál sang í hvørjum hamri,

vørildin tók at skelva.

 

156 Høga títt og líva lítt,

av dró barnagaman,

møtti honum frúgvin Sissal,

tá bar báðum saman.

 

157 Tað er frúgvin Sissal,

hyggur upp yvir seg:

“Harra Gud av himmiríki,

gevi mær sigur á teg.”

 

158 Tað var ungi Mirmant,

skuldi mót frúnni ríða,

tóktist honum, sum báðar hendur

vóru bundnar við síðu.

 

159 Mirmant reið mót Sissalu,

slíkt var mikil undur,

hesturin nígur aftur um døv,

skøftini gingu sundur.

 

160 Høgga títt og líva lítt,

duplur hanga við stengur,

maktast ungi Mirmant,

í víggi tar hann stendur.

 

161 Høgga títt og líva lítt,

blóðið dreiv til ský,

maktast ungi Mirmant,

ið víggi stendur í.

 

162 Harra Gud í himmiríki,

hvar mikil er tín mátt,

so var Mirmant í víggi staddur,

opin fell hann aftur.

 

163 Sissal talar til sendisvein,

biður hann fara og renna:

“Gakk fram fyri harran tín,

vita, um hann kann teg kenna!”

 

164 Eg setti teg hjá míni frú,

ein so lítil svein,

hvøssu ert tú komin her

í heidna manna reið?”

 

165 “Hoyr tú, ungi Mirmant,

alt fyri uttan ekka,

her hevur tú tær 'ærvur' tvær,

tú skalt av báðum drekka!”

 

166 Hann drakk av teim reglunum,

Gud gav honum grøði,

hann sprakk á fold við lítin sprongd,

hann kendi sær ei til møði.

 

167 Tað var frúgvin Sissal,

reið fram undir borg,

har fann hon tá ríku frú,

henni hevði vunnið sorg.

 

168 “Ver vælkomin, Sissal,

her til hallar heim,

tú hevur svikið mín fosturson

mær til sorg og mein.”

 

169 Hon gav henni høggið tað,

so av fell silkihúgva:

“Eg skal læra teg Katrin,

tú kundi so væl at ljúgva.”

 

170 Hon gav henni høgg á tenn

við sínum flata lógva:

“Tú skalt ikki, frúgvin Katrin,

longri skemtan hóva.”

 

171 Hon gav henni kempusting

undir sín høgra vanga,

aðrari hondini hálshøgg,

so tunga úr henni hanga.

 

172 Tríggjar dagar í ríkinum

dreingir drukku vín,

tá mintist hann Mirmant

til ríku frúvur sín.

 

CCF 109 C

TSB D 389

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, nr. 26, s. 327

 

Útgávur:  

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II.Samskipað útgávuna hevur Rikard Long,1982 s. 1.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 259

 

Heimild: Úr Sandoy: Thomas Hansen, Tummas á Trøðini  (1782-1867), Húsavík, 1822

 

D 389 Mirmants kvæði (Father tries in vain to avoid the fate of being killed by his son)

Maður droymir, at ein ormur kemur út úr bringuni á konu hansara og leggur á hann. Vegna henda dreym sendir hann stutt aftaná sonin burtur at verða aldur upp í útlondum. Ein dagin kemur sonurin, Ormur, heim aftur at vitja foreldrini, og meðan hann er har, drepur hann av óvart pápa sín. Hetta nítur móðurini ógvuliga hart, og hon gevur honum ein drykk, sum ger hann sjúkan. Hann fer aftur til fosturforeldrini. D: Fosturfaðir hansara sendir boð eftir einum lækna at fáa hann frískan, og síðani giftir hann dóttur sína við honum. F: Ormur frættir um eina kvinnu, sum kanska fær lekt hann, og fer av landinum at leita hana upp. Hon lekir hann, og tey giftast. Seinni fer Ormur heim at vitja, men fosturmamman gevur honum ein drykk, sum fær hann at gloyma konu sína. Konan kemur eftir honum, og hann revsar forturmammu sína.

á føroyskum: CCF 109 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020