• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ásbjørn prúði

 

Ásbjørn prúði

 

CCF 114 B

TSB D 16

 

1  “Ásbjørn, vilt tú mín mágur vera,

tær skal eg mína dóttur geva?”

 

2  “Hvøssu skal eg tín mágur vera,

tín dóttir kann ei míni klæði skera?”

 

3  “So væl kann hon tíni klæði skera,

sum tað sámir ein riddar at bera.

 

4  So væl kann hon tíni klæði sý,

sum tað sámir ein riddari.”

 

5  Kristin for sina fosturmóður gár:

“Mær varð sendur ein seymur í gjár.”

 

6  “Varð tær sendur ein seymur í gjár,

hann varð tær sendur pá spott og háð.

 

7  Seyma tann seymin, hvøssu tú vil,

eg leggi tær eingi ráðini til.

 

8 Seyma tann seymin, hvøssu tú kann,

eg leggi tær eingi ráðini fram.”

 

9  Kristin gekk í kamarið inn,

seymaði eftir sítt egið sinn.

 

10 Hon seymaði í hans geira:

skóg og grønar heiðar.

 

11  Hon seymaði í hans akslaseym:

bylgjan blá og stríðan streym.

 

12 Hon seymaði í hans ermakrans:

tólv jomfrúur, troddu ein dans.

 

13 “Nú er tann seymin sýað og skorin,

eg vildi, hann væri nú framborin.”

 

14      Kristin talar til ternan sín:

“Tú skalt bera fram seymin mín.”

 

15 “Hvøssu skal eg bera tann seymin fram,

eg kenni ei Ásbjørn for annan mann?”

 

16  “Ásbjørn hann er eyðkend,

hans er kápan gullrend.

 

17  Ásbjørn er ein eyðkend mann,

hann stýrir gullsnekkju, ber reyðargullband.“

 

18 Ternan heim í garðin fór,

úti Ásbjørn fyri henni stóð.

 

19 Ternan mælir for munni sín:

“Eg eri send við seymin tín. “

 

20 “Tú sig henni takk, for hon vildi sý,

nú skal hon mín kerasta blíva.

 

21  Tú sig henni takk, for hon vildi skera,

nú skal [hon] mín kerasta vera.“

 

22  Ternan heim í garðin fór,

úti Kristin fyri henni stóð.

 

23 “Vælkomin, ternan, eg tali til tín:

hvøssu tók Ásbjørn við seymin mín?”

 

24 “Hann segði tær takk, for tú kundi sý,

nú skuldi tú sín kerasta blíva.

 

25  Hann segði tær takk, for tú kundi skera,

nú skuldi tú hans kerasta vera.“

 

26 “Bið hann Ásbjørn sigla og ró,

slætt aldri fár hann mína tró.

 

27  Tú bið hann Ásbjørn sigla og fara,

slætt aldri fár hann meg í talu.“

 

CCF 114 B

TSB D 16

 

Handrit: Jóhannis Clemensen: “Sandoyarbók”, nr. 74, nevnd “Ajn rujma”, Dansk Folkemindesamling 68, nú í varðveitslu hjá Føroya Landsbókasavni.

 

Útgávur: 

1. Jóannis í Króki: Sandoyarbók II. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long. 1982, s. 235.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1972) Band VI, s. 2

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 33.

 

Heimild: Úr Sandoy: Hans Johannessen, Hanus í Koytu  (1779-1864), Sandi, 1823.

 

D 16 Ásbjørn prúði (Esbern tests a maid’s skill at needlework)

D, F, N, S: Harra Ásbjørn heldur, at gentan, hann vil giftast, dugir ikki hondarbeiði. At royna hana sendir hann henni tilfar til eina skjúrtu. D, F, Í, N, S: Gentan seymar skjúrtuna við margbroyttari íseyming. Tá ið Ásbjørn sær hana, fegnast hann og ber upp bønarorð.

á føroyskum: CCF 114 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020