• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ásbjørn prúði

 

Ásbjørn prúði

 

CCF 114 C

TSB D 16

 

1  “Ásbjørn, vilt tú mín mágur vera,

‑ forgloym ikki meg –

tær skal eg mína dóttur geva.

‑ Tað gár ein dansur for Dúnoy,

forgloym ikki meg,

har dansa bæði jomfrúur og moyggjar,

eg troði so lættlig.

 

2  So væl kann hon tíni klæði skera,

sum tað sámir ein riddar at bera.”

 

3 “Hvøssu skal eg tín mágur vera,

tín dóttir kann ei míni klæði skera?”

 

4 “So væl kann hon tíni klæði sý,

sum tað sámir ein riddari.”

 

5  Kristin for sín fosturmóður gár:

“Mær varð sendur ein seymur í gjár.”

 

6  “Varð tær sendur ein seymur í gjár,

hann varð tær sendur pá spott og háð.

 

7  Seyma tann seymin, hvøssu tú vilt,

eg leggi tær eingi ráðini til.

 

8 Seyma tann seymin, hvøssu tú kann,

eg leggi tær eingi ráðini fram.”

 

9  Kristin gekk í kamarið inn,

hon seymaði eftir sítt egið sinn.

 

10 Hon seymaði í hans geira:

skóg og grønar heiðar.

 

11  Hon seymaði í hans akslaseym:

bylgjan blá og stríðan streym.

 

12 Hon seymaði í hans ermakrans:

tólv jomfrúur, troddu ein dans.

 

13  “Nú er tann seymin sýað og skorin,

eg vildi, hann væri nú framborin.“

 

14        Kristin talar til ternan sín:

“Tú skalt bera fram seymin mín.“

 

15 “Hvøssu skal eg bera seymin fram,

eg kenni ei Ásbjørn for annan mann?”

 

16  “Ásbjørn hann [er] eyðkend,

hans er kápan gullrend.

 

17  Ásbjørn er ein eyðkend mann,

hann stýrir gullsnekkjan, ber reyðargullband.“

 

18  Ternan heim í garðin fór,

úti Ásbjøm fyri henni stóð.

 

19  Ternan mælir for munnin sín:

“Eg eri send við seym til tín.”

 

20 “Tú sig henni takk, for hon vildi skera,

nú skal hon mín kerasta verða.“

 

21 Ternan heim í garðin fór,

úti Kristin fyri henni stóð.

 

22  “Hann segði takk, for tú vildi sý,

nú skuldi tú hans kerasta blíva.”

 

23 “Tú bið hann Ásbjørn sigla og ró,

slætt aldri fár hann mína tró!

 

24  Tú bið hann Ásbjørn sigla og fara,

‑ forgloym ikki meg –

slætt aldri fár hann meg í tala! “

‑ Tað gár ein dansur for Dúnoy,

forgloym ikki meg,

har dansa bæði jomfrúur og moyggjar,

eg troði so lættlig.

 

CCF 114 C

TSB D 16

 

Handrit: Savn Hammershaimbs, AM, Access.4, 1848.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 3

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 36.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Clemensen, Jóannis í Króki (1794-1869), Sandi, 1848.

 

D 16 Ásbjørn prúði (Esbern tests a maid’s skill at needlework)

D, F, N, S: Harra Ásbjørn heldur, at gentan, hann vil giftast, dugir ikki hondarbeiði. At royna hana sendir hann henni tilfar til eina skjúrtu. D, F, Í, N, S: Gentan seymar skjúrtuna við margbroyttari íseyming. Tá ið Ásbjørn sær hana, fegnast hann og ber upp bønarorð.

á føroyskum: CCF 114 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020