• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brúnsveins vísa

 

Brúnsveins vísa

 

CCF 119 C

TSB D 259

 

1 Brúnsvein og Hvítmoy tey sótu yvir borð,

tey talaðu so mangt eitt gamans orð.

 

2 “Hoyr tú, Brúnsvein, mín hjartans keri,

nær letur tú títt brúdleyp gera?”

 

3 “Mítt brúdleyp tað stendur so langt av land,

hartil kemur hvørkin kvinna ella mann.”

 

4 “Um enn títt brúdleyp stendur í Rom,

býður tú mær, so skal eg koma.”

 

5 Brúnsvein letur sítt brúdleyp gera,

Hvítmoy letur sær klæði skera.

 

6 Brúnsvein letur sítt brúdleyp bó,

Hvítmoy loysir sín gangara á skóg.

 

7 Hvítmoy kom her ríðandi í garð,

úti Brúnsvein fyri henni stár.

 

8 “Hoyr tú, Brúnsvein, kerastin mín,

má eg ikki skeinkja fyri brúður tín?”

 

9 “Skalt tú skeinkja [fyri] brúður mín,

alt forgloymt hevur tú elskóg tín.

 

10 Skalt tú í tað brúðarhús fara,

títt reyðargull mást tú ikki hava.”

 

11 “Mítt reyðargull kann eg væl bera,

eg fekk tað ei fyri nakra vanæru.”

 

12 Hon setti pá sítt høvur reyðargull,

allar sínar fingrar setti hon full.

 

13 Hvítmoy tekur silvurkannu í hand,

so skeinkir hon fyri tann meiniga mann.

 

14 Alt hon skonkti, alt hon bar,

alt kom niður, har sum Brúnsvein var.

 

15        Alt hon skonkti, alt hon dró,

alt kom niður, har sum Brúnsvein

stóð.

 

16 Hvítmoy skonkti mjøð og vín,

ikki forgloymdi hon elskóg sín.

 

17 Hvítmoy skonkti mjøð á skál,

hon feldi har yvir so møðig tár.

 

18 Brúðurin talar til ternan sín:

“Hvør er tann moy, tar skeinkir vín?”

 

19 Ternan hon talar eitt orð fyri sín:

“Tað [er] harra Brúnsveins slegfredvív.”

 

20 “Hevði harra Brúnsvein slegfredvív,

hví bað hann tá mín faðir og mín?

 

21 Hvítmoy gevi eg brúðarklæði,

sjálv skal eg til mín faðir fara.”

 

22 Hvítmoy gav hon silvurspenni í skó,

sjálv hon til sín faðir dró.

 

23 Nú hevur Hvítmoy forvunnið sín harm,

nú svevur hon við Brúnsveins arm.

 

24 Nú hevur Hvítmoy forvunnið sína kvíðu,

nú svevur hon við Brúnsveins síðu.

 

CCF 119 C

TSB D 259

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access 4).

 

Útgávur: 

 

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 27.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 124.

 

Heimild: Úr Sandoy: Trond Petersen, Tróndur á Trøð (1846-1931), Skálavík. Kristian Joensen, Sandi, skrivaði upp, 1873.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020