• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brøðurnir

 

CCF 120 B

TSB D 222, D 274

 

1 Stolt Signild eigur synir tvá,

- undir mína hond

hvøngan vil hon við eygum sjá.

-Í annað land,

hvat skal mær harpan?

 

2 Setir hon teir upp undir ein stein,

so sólin ikki á teir skein.

 

3 Har sótu teir so leingi,

til teir vóru vaksnir dreingir.

 

4 Bróðir talar til bróður:

“Vit skulum vitja móður.”

 

5 Harra Bjørn heim í garðin fór,

úti Signild fyri honum stóð.

 

6 “Vælkomin, harra Bjørn, sonur mín,

vilt tú drekka mjøð og vín?”

 

7 Stolt Signild talar til grannakonu sína:

“Kanst tú blanda eitur í vín?”

 

8 “Ja, so menn, ið eg tað kann,

eg var so ung, tá ið eg tað nam.

 

9 Tit heintið mær inn mítt horn av gull,

tit latið tað vera av mjøði fult!”

 

10 Hon skeinkir út í dýrishorn

og ber so inn fyri harra Bjørn.

 

11 “Mín kæra móðir, drekk tú fyrst,

tí kvinnfólk er so morguntyrst.”

 

12 “Eg gat ikki drukkið harav,

tað ber upp á mín føstudag.”

 

13 “Tað er undarligur føstudagur

at fasta upp á sunnudag.”

 

14 Harra Bjørn tekur til sín knív:

“Hetta skal kosta títt unga lív.”

 

15 Tá ið tað kom at munni,

so stríða tárini runnu.

 

16 Tá ið tað kom á tungu,

tá brast, livur og lunga.

 

17 Tá ið tað kom í miðjan háls,

beltið um hennara miðju brast.

 

18 “Gud fyriláti tær, sonur mín,

ið hvat tú gjørdi við móður tína.”

 

19 “Gud fyriláti tær, móðir mín,

og hatta ætlaði tú soni tínum.”

 

20 Tá ið tað kom í barka,

- undir mína hond -

tá brast livur og hjarta.

- Í annað land,

hvat skal mær harpan?

 

CCF 120 B

TSB D 222, D 274

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access 4).

 

Útgávur: 

 

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 29.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 80.

 

Heimild: Úr Streymoy: Hans Andreas Pálsson  (1814-1880), Kollafirði, 1861.

 

D 274 Brøðurnir (Mother tries to poison her sons but fails)

Ein mamma (Signhild) leggur einki í synir sínar (S: stjúksynir). (F, N: Hon rýmir frá teimum, tá ið teir eru smáir. Tá ið teir eru tilkomnir, koma teir at vitja hana.) Hon ger av at drepa teir og bjórar eiturdrykk (ein onnur kvinna ger henni hann [F] ella hjálpir henni [Í, cN, S]. Hon roynir at fáa synir sínar at drekka hetta, men í staðin fyri noyða teir hana sjálva at drekka, og hon doyr.

á føroyskum: CCF 120 B (eisini á íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020