• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Bænadikts kvæði

 

Bænadikts kvæði

 

CCF 121 B

TSB D 432

 

1 Vilja tær nú lýða á

og ljóð geva mær,

mætur er sá kongurin

fyri Onglandi ræður.

 

2 Átt hevur hann sær tógva synir,

báðar kann eg væl nevna,

Edmund og hann Bænadikt,

teir kunnu væl dreingjum stevna.

 

3 Bænadikt vóks í faðirs garði,

fagur sum nøkur kvinna,

so lá hár á herðar hans,

sum moyar reyðargull spinna.

 

4 Bænadikt vóks í faðirs garði,

við tað fór hann fram,

hvør tann tunga, ið tala kundi,

bað tann riddara gagn.

 

5 Bænadikt vóks í faðirs garði,

fagur var hann og fín,

so var hann sendur til Magnus kong

eystur í Kolrín.

 

6 Magnus letur síni dóttur

gullsal slá,

og so breiðar gullbrýr

at troða til og frá.

7 Og so breiðar gullbrýr

at troða til og frá,

hvør sum hesar gullbrýr treður,

leggja skal lívið á.

 

8 Svaraði baldi Bænadikt,

hann stóð har skamt ífrá:

“Eg man troða gullbrýr,

leggja lívið á.”

 

9 Um dagin er hann á køldum vatni,

stýrir ta snekkju til landa,

um náttina er hann innan høgaloft,

eykar tí fljóði vanda.

 

10 Um dagin er hann á køldurn vatni,

stýrir ta snekkju til oy,

um náttina er hann innan høgaloft

og lokkar so væna moy.

 

11 Margreta vaknar um midnátt,

sigur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borið

alla hesa nátt.”

 

12 “Eg vildi, eg var innan Ongland,

mín ediliga rósin fríða,

einki tað kloystur á Kolríni var,

tað skuldi mót okkum stríða.

 

13 Eg vildi, eg var innan Ongland,

mín ediliga rósin balda,

einki tað kloystur á Kolríni var,

skuldi mót okkum halda.”

 

14 Tað var frúgvin Margreta,

sær á hendur sínar:

“Eg frykti fyri títt unga lív,

eg ræðist dreymar mínar.”

 

15 Tað var hin baldi Bænadikt,

skuldi ganga út,

møtir honum kongsins lítil svein,

hann snúðist honum ímót.

 

16 Svaraði baldi Bænadikt,

lært hevði tukt og sinni:

“Góðan morgun, mín harra svein,

hví vekið tygur so snimma?”

 

17 “Um dagin ert tú á køldum vatni,

stýrir ta snekkju til land,

um náttina ert tú innan høgaloft,

eykar tí fljóði vanda.

 

18 Um dagin ert tú á køldum vatni,

stýrir ta snekkju til oy,

um náttina ert tú innan høgaloft

og lokkar so væna moy.”

 

19 Tað var kongsins lítil svein,

sveipar hann seg í skinn,

so gár hann í høgaloft

for Magnus kongin inn.

 

20 “Eg veki, eg veki teg, Magnus kongur,

nú vil eg, tú vaki,

Bænadikt er í moynnasali,

har skuluð tygur hann taka.”

 

21 “Lýgur tú á mína dóttur,

tú skalt missa lív,

í hesum somu fótsporum

við hvøssum slíðraknívi.

 

22 Lýgur tú á mína dóttur,

tú skalt missa and,

í hesum somu fótsporum

við hvøssum slíðrabrandi.”

 

23 Hann svør fyri Magnus kongi

tólv manna eið:

“Hoyr tú, kongurin, harri mín,

vilja tær hava fleiri?”

 

24 Hann svór fyri Magnus kongi

sanniliga tá,

Bænadikt stóð foruttan hallar,

lýddi hann har uppá.

 

25 Svaraði baldi Bænadikt,

í trappum tar hann stóð:

“Hevði eg ikki gjørt fyri syndarskuld,

eg tordi at vekja blóð.”

 

26 Tóku teir balda Bænadikt,

løgdu hann í bond,

spardu hvørki ‘flak’ ella stál

alt um hans ljósa hond.

 

27 Prestar og so lærdir menn,

teir gingu fram á fold,

*buðu teir fyri Bænadikt

ladnar skútur tólv.

 

28 Har bað fyri honum fólkið alt,

alt sum tala kann,

har bað fyri honum frúgvin sjálv

og kona lagmann.

 

29 Har bað fyri honum fólkið alt,

alt sum tala kundi,

har bað fyri honum frúgvin sjálv,

[kona] lagmann unga.

 

30 Tað var frúgvin Margreta,

sveipar hon seg í skinn,

so gár hon í høgaloft

for Magnus kongin inn.

 

31 “Tú tókst meg av mín faðirs land,

foruttan frænda ráð,

hvørja bøn, ið eg tygum bað,

segðið tygur skuldi vera já.

 

32 Tú tókst meg av mín faðirs land

foruttan mína frænda vilja,

hvørja bøn, ið eg teg bað,

onga skuldi tú synja.”

 

33 “Hvørja bøn, ið tú meg biður,

hana skal eg tær sýna,

uttan baldi Bænadikt

hann skal lívið týna.

 

34 Hvørja bøn, ið tú meg biður,

hana skal eg tær gera,

uttan baldi Bænadikt,

tað man einki av vera.”

 

35 Margreta snúðist av hallini út

av tí tunga stríði:

“Tróleysur ert tú, Magnus kongur,

tú mást væl trælur blíva.”

 

36 Tað var Margreta, dóttir hans,

sveipar hon seg í skinn,

berføtt, í náttserki,

við eitt høvurlín.

 

37 Tað var Margreta, dóttir hans,

fellur for kongin í knæ:

“Eina bøn, ið eg teg biði,

faðir veitið tygur mær!

 

38 Eg vil einki av ríkinum hava

uttan mín stakk og skó,

tæna vil eg for øl og mat

sum annað fátækt fljóð.

 

39 Eg vil einki av ríkinum hava

uttan mín stakk og klæði,

gev mær hin unga Bænadikt,

vit fara av landi bæði!”

 

40 “Gakk burt, Margreta, dóttir mín,

eg vil teg ikki hoyra,

sømir seg ei mítt góða svørð

at rjóða í kvinnudroyra.

 

41 Míni oyrun gita tað ikki hoyrt,

míni eygun ei sætt hará,

‘usæl’ eg mítt svørð havi borið,

um eg teg her skal slá.”

 

42 Svaraði baldi Bænadikt,

gerst so nýtur drongur:

“Fáið mær prest at skrifta mær,

eg vil ikki liva longur!”

 

43 Bænadikt gekk í kirkju inn

við teim orðum for munni:

“Bað eg ikki vánda bøn,

frá eg tala kundi.

 

44 Eg havi ei røvað, eg havi ei stolið,

ungur eri eg til hóva,

eg havi ikki blóðgað mann,

fyri hví skal eg tað próva?

 

45 Eina jomfrú elskaði eg mær,

onga aðra at festa,

viti tað Gud í himmiríki,

tað eru syndir mestar.

 

46 Eina jomfrú elskaði eg mær,

onga aðra at siga,

viti tað Gud í himmiríki,

ei eru syndir fleiri.”

 

47 Svaraði baldi Bænadikt,

gerst so nýtur drongur:

“Fáið nú mann at høgga meg,

eg biði nú ikki longur!”

 

48 Tí svaraði Magnus kongur,

studdi hann sær við brandi:

“So skal trælur høgga teg,

reystur er ein á landi.”

 

49 Svaraði baldi Bænadikt,

hann tók tey orð við gamni:

“Ikki skal trælur høgga meg,

eg eri ein góðsmans javni.”

 

50 Svaraði baldi Bænadikt,

gull bar sær á hand:

“Heykur, tú skalt høgga meg,

bera mín slíðrabrand.”

 

51 Tað var hin baldi Bænadikt,

læt seg ikki forsmá,

jomfrúnna tekur hann á sítt fang,

so Magnus kongur sá.

 

52 Hon tekur upp ein gullslagin kamb,

hon kembir hans gula hár,

for hvønn ein lokk, hon greiðir,

hon fellir tey móðigu tár.

 

53 Tóku teir balda Bænadikt,

setir á silkihúgvu,

Heykur høgg so manniliga,

riddarin fell á grúgvu.

 

54 Heykur kastar svørðinum,

vunnið hevði lítlan sigur:

“So komst tú mær fyrri at vega,

ið eg aktaði síður.

 

55 Gevi tað Gud, at Magnus kongur,

at tú lá nú so,

tað skal verða á tínari ævi,

um at eg liva má.”

 

56 Ikki letur Magnus kongur

minna við enn tá,

børurnar av reyðargulli

letur hann honum slá.

 

57 Børurnar av reyðargulli

letur hon honum gera,

krossið av tað skæra silvur

merkið til at bera.

 

58 Eystur undir kirkjuni,

sum dreingir eyka fold,

gróvu teir tað ljósa lík

niður í døkka mold.

 

59 Gróvu teir tað ljósa lík

niður í døkka mold,

Heykur stóð og sá hará,

hann sortnaði sum ein mold.

 

60 Hann dvaldist ikki í ríkinum

[uttan] eina so lítla stund,

síðan reið tann raski drongur

eystur á Edmunds fund.

 

61 Úti í miðjum grasagarði

akslar [hann síni] skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

62 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Edmund kongur at borði situr

við monnum hundrað fimm.

 

63 “Vælkomin, Heykur Hermundsson,

higar nú til mín,

drekk nú hvat tær betur líkar

mjøðin ella vín!”

 

64 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálv væl minni um vín,

onnur havi og ørindini

higar í dag til tín.

 

65 Lítið er mær um mjøðin tín,

hálv væl minni um bjór,

onnur hevði eg ørindini,

tá eg frá Kolrín fór.”

 

66 “Hoyr tú, Heykur Hermundsson,

hvat eg tali til tín,

hvussu livir í ríkinum

Bænadikt, bróðir mín?”

 

67 Svaraði Heykur Hermundsson,

kundi væl orðin skilja:

“Deyðan sigi eg Bænadikt,

ilt er satt at dylja.”

 

68 Til tað svaraði Edmund kongur,

kinn bar hann so reyða:

“Sig mær, Heykur Hermundsson,

hvat varð honum at deyða?”

 

69 “Hann legði ást við kongsins dóttur,

tað hitt væna vív,

svørji tann eið á mína trúgv,

harfyri læt hann lív.”

 

70 “Kongur var hennara faðir sum hans,”

rann honum tað í grun,

“sig mær, Heykur Hermundsson,

hvat var teirra mun?”

 

71 Edmund letur krossin skera,

fólkið saman stevna,

har komu tveir, sum boðin var ein,

Bænadikts deyða hevna.

 

72 “Átjan skulu herskipini

út av Onglandi gá,

annaðslíkt skal eftir koma

við svørð og brynju blá.

 

73 Átjan skulu herskipini

út av Onglandi ganga,

annaðslíkt skal eftir koma

undir ein loynitanga.

 

74 Átjan skulu herskipini

út av Onglandi renna,

annaðslíkt skal eftir koma,

Kolrín skulu vit brenna.”

 

75 Svaraði Edmund kongurin:

“Nú má tað so vera,

hvør vil vera mín njósnari,

mítt boð for Magnus bera?”

 

76 Svaraði Heykur Hermundsson:

“Nú má tað so vera,

eg vil vera tín njósnari,

tíni boð for Magnus bera.”

 

77 Úti í miðjum grasgarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

78 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Magnus kongur at borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

79 Svaraði Magnus kongur,

heldur á brúnum brandi:

“Tað síggi eg á njósnarasvein,

ófriður er í landi.”

 

80 Svaraði Magnus kongur:

“Nú má tað so vera,

latið hann ikki boðini

aftur til Onglands bera!”

 

81 Allir skuldu uppi vera

njósnarasvein at fá,

hann var sær so fimur og snarur,

teir fingu hann ei at sjá.

 

82 Allir skuldu uppi vera

njósnarasvein at grípa,

hann var sær so fimur og snarur,

[teir] fingu hann ikki at líta.

 

83 Teir leitaðu uppi, teir leitaðu niðri,

[uppi á] slættum sandi,

ikki var gott at finna tað ting,

burtur var flogið av landi.

 

84 “Vælkomin, Heykur Hermundsson,

higar nú til mín,

hvussu tók hann Magnus kongur

við njósnaraboðum mínum?”

 

85 “Til tess svaraði Magnus kongur,

helt á brúnum brandi:

tað sá hann á njósnarasvein,

ófriður er í landi.

 

86 Tað svaraði Magnus kongur:

“Nú má tað so vera,

latið hann ikki boðini

aftur til Onglands bera!”

 

87 Allir skuldu uppi vera,

njósnarasvein at fá,

hann var sær so fimur og snarur,

teir fingu hann ei at sjá.

 

88 Allir skuldu uppi vera

njósnarasvein at grípa,

hann var sær so fimur og fús,

teir fingu hann ei at líta.

 

89 Teir leitaðu uppi, teir leitaðu niðri,

[uppi á] slættum sandi,

ikki var gott at finna tað ting,

sum burtur var flogið av landi.”

 

90 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Edmund kongur

sínum fótum á land.

 

91 Fyrstur steig hann Edmund kongur

sínum fótum á land,

og hann Heykur Hermundsson

undir hans høgru hand.

 

92 Edmund gongur frá strondum niðan

mitt í mannamúgvu,

kinnin var reyð sum hummarklógv,

og eygað sum í dúgvu.

 

 

93 Edmund gongur frá strondum niðan,

væl var hann í ‘Herun’ klæddur,

gullreyðar hjálmar á høvdi bar,

tá var hann ongum ræddur.

 

94 Úti í miðjum grasgarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

95 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Magnus kongur at borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

96 “Ver vælkomin, Edmund kongur,

higar nú til mín,

drekk nú hvat tær betur líkar

mjøðin ella vín!”

 

97 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálv væl minni um vín,

hvussu livir í ríkinum

Bænadikt, bróðir mín?”

 

98 “Hann legði ást við mína dóttur,

tað hitt væna vív,

svørji tann eið á mína trú,

harfyri læt hann lív.”

 

99 “Kongur var hennara faðir sum hans,”

rann honum tað í grun,

“sig mær ríki Magnus kongur,

hvat var teirra mun?

 

100 Tú hevur dripið bróður mín

fyri tað væna vív,

eg bjóði teg á hólm við meg

eina lítla tíð.

 

101 Tú hevur dripið bróður mín,

fyri tað væna sprund,

eg bjóði tær á hólm við mær

eina so lítla stund.”

 

102 “Slíkt hevur eingin boðið mær

[ . . . . . . . . . . . . . . . . .

. . . . . . . . . . . . . . . . . .

. . . . . . . . . . . . . . .       ] tíð.”

 

103 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

teir løgdu sínum bardøgum

so skamt frá kongsins høll.

 

104 Danskir og svenskir stríddust fast,

norðmenn aftur ímóti,

so fellur fólk for Edmund kongi

sum høgl á hørðum gróti.

 

105 So ríður hann Edmund kongur

víðan vegin fram,

klývur hvønn á tvørar herðar,

móti honum rann.

 

106 So ríður Heykur Hermundsson,

hann hevur ei hondum hógv,

klývur hvønn um tvørar herðar,

varpar út á sjógv.

 

107 So ríður hann Magnus kongur

víðan vøllin fram,

hann kleyv hvønn á tvørar [herðar,

móti honum] rann.

 

108 Hann klývur hvønn á tvørar herðar,

móti honum rann,

eftir stendur Edmund kongur

við sín triðja mann.

 

109 Til tess svaraði Edmund kongur,

berjast vildi hann enn:

“Gangið mær til strandar oman,

fáið mær fleiri menn!”

 

110 Sveinar riðu frá strondum niðan,

grimt var teimum í huga,

rivu upp stórar eikikylvur,

hildu ikki vápnini duga.

 

111 Danskir og svenskir stríddust fast,

norðmenn aftur ímóti,

so fellur fólk for Magnus kong,

sum høgl á hørðum gróti.

 

112 So ríður hann Edmund kongur

víðan vøllin fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann.

 

113 Klývur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann,

eftir stendur Magnus kongur

við sín triðja mann.

 

114 Svaraði Heykur Hermundsson

í fyrsta orði tá:

“Eins mans hálsi vildi eg náð,

áðrenn eg ríði harfrá.”

 

115 Tá svaraði Magnus kongur

annað orðið tá:

“Hvørs mans hálsi vildi tú nátt,

áðrenn tú reið harfrá?”

 

116 Svaraði Heykur Hermundsson

annað orðið tá:

“Tínum hálsi vildi eg nátt,

áðrenn eg reið harfrá.

 

117 Tínum hálsi vildi eg nátt,

áðrenn eg reið harfrá,

tá skal verða á tínari ævi,

um eg liva má.”

 

118 Tað var Heykur Hermundsson,

sínum svørði brá,

síðan kleyv hann Magnus kong

sundur í lutir tvá.

 

119 Ikki letur Edmund kongur

minna við enn tá,

børurnar av reyðargulli

letur hann honum slá.

 

120 Eystan undir kirkjuni,

sum dreingir eyka fold,

gróvu teir tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold.

 

121 Eystan undir kirkjuni,

sum dreingir eyka fold,

gróvu teir tað hitt ljósa lík

upp úr døkka[ri] mold.

 

122 Hvørki var tað falið

á holdi ella hár,

bóru hann so til strandar oman,

frúgvin fekk ei at sjá.

 

123 Hon sprakk av harmi eftir hann,

tann hin ríka frú,

svørji tann eið á mína trú,

tað hendir ongum nú.

 

124 Tekur hann hesi ljósu lík,

førir til Onglands heim,

einki livir eftir á Kolríni

uttan ein kaldur stein.

 

125 Edmund stendur á hallargólvi,

blandar mjøð í vín:

“Drekk nú, hvør sum drekka vil,

eftir bróður mín!”

 

126 Edmund stendur á hallargólvi,

blandar mjøð í skál:

“Drekkið nú hvør, sum drekka vil,

eftir mín bróður sál!”

 

CCF 121 B

TSB D 432

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

 

1. Svend Grundtvig: Danmarks Gamle Folkeviser VIII-IX, udgivet 1905-1923 af Axel Olrik og H. Grüner-Nielsen, s. 112.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 37.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 34. bind, s. 35.

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági.

 

D 432 Bænadikts kvæði (Woman dies when her lover is executed by her family)

Bænadikt fær tokka til dóttur Magnus kong og verður hjámaður hennara. Ein tænastudrongur sigur hetta fyri kongi, sum ger av, at Bænadikt skal láta lív fyri hetta. Bæði drotningin og prinsessan biðja fyri lívi hansara, men kongur fær hann avhøvdaðan. (cN: Prinsessan doyr av sorg. Tey bæði verða grivin langt hvørt frá øðrum, men liljur grógva á gravum teirra og tvinnast saman.) Bróður Bænadikt frættir hetta og kemur at hevna. Hann drepur kong. D, F: Hann tekur líkið av beiggjanum við sær. Prinsessan doyr av sorg.

á føroyskum: CCF 121 (eisini á donskum og norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020