• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Bænadikts kvæði

 

Bænadikts kvæði

 

CCF 121 C

TSB D 432

 

1 Ein býr jall í Einglandi,

gott er at taka til evna,

átt hevur hann sær tógva synir,

báðar kann eg væl nevna.

 

Fuglin í fiøruni,

hann eitur más,

silkibleik er *húgva hans,

sum knept er hans hár.

Fuglin í fjøruni.

 

2 Átt hevur hann sær tógva synir,

báðar kann eg væl nevna:

Ísin og hann Bænadikt,

teir kunnu væl dreingjum stevna.

 

3 Ísin kongur eldri var,

Bænadikt hann var yngri,

hann var av øllum deiligur,

tí var hans forlag tyngri.

 

4 Ísin kongur eldri var,

Bænadikt hann var ung,

hann var [av] øllum deiligur,

tí var hans forlag tung.

 

5 Bænadikt vóks í kongsins garði,

fagrari enn nøkur kvinna,

so lá hár á herðar hans,

sum moyggjar reyðargull spinna.

 

6 Bænadikt vóks í kongsins garði,

fagur er hann og fín,

sendu hann til Jaðar eystur,

eystur á Kolrín.

 

7 So sára græt hans kæra móðir,

niður á sil[vur]spentan skó:

“Tað, ið tú dregur av faðirs landi,

er mær full hart ímót.”

 

8 Fylgdu honum til strandar oman

faðir og so móðir,

fylgdi honum hirðin øll

og Ísin hansara bróðir.

 

9 Svaraði Ísin, bróðir hans,

mikið man um tað vera:

“Latið hann ei til Jorsalanda

so vinaleysan fara!”

 

10 Valdu oman av Einglandi,

burtur úr mannaskara,

nevndur var Heykur Húskallason,

hann skuldi við honum fara.

 

11 So sára grótu kvinnur og menn

fast av miklum móði:

“Tað ið tú dregur til Jorsalanda,

verður av ongum góðum.”

 

12 Vundu upp ein hvítan dúk,

út í havið settu,

mikil var tann mannamúgva,

ið stóð á landi eftir.

 

13 Har kom bæði vindur og veður,

vóks so mikil vandi,

strikaðu síni seglini

undir Noregis landi.

 

14 Fagur var tann snekkjan,

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

15 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Bænadikt

sínum fótum á land.

 

16 Fyrstur steig riddarin Bænadikt

sínum fótum á land,

so hann Heykur Húskallason

undir hans høgru hand.

 

17 Gingu teir frá strondum niðan,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knør í neystið.

 

18 Mitt í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

19 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Magnus kongur for borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

20 Bænadikt gekk í hallina inn,

kundi so mikin list,

heilsaði øllum, sum inni vóru,

men konginum allarfyrst.

 

21 Bænadikt gekk í hallina inn,

hann kundi so smukkan siður,

heilsaði øllum, sum inni vóru,

so setti hann seg niður.

 

22 Svaraði kongsins ráðgevar[i],

tað reyðargull dregur hann:

“Eg havi ikki her til lands

sæð so smukkan mann.”

 

23 Tað svaraði Magnus kongur,

allur í gulli skín:

“Eg vildi, at riddarin Bænadikt

hann væri sonur mín.”

 

24 Hann var ikki longur í ríkinum

enn í árin tó,

legðist inn við kongsins dóttur

útí so stór elskóg.

 

25 Tað fyrsta kong Magnus tað merkti,

Bænadikt hans dóttur væl ann,

læt hann byggja so fast eitt slot

útí tað sama land.

 

26 “Hvør tann mann til búrið gongur

í tann loynliga stíg,

eingin í tað ganska land

skal borga for hans lív.”

 

27 Bænadikt hugsar við sjálvum sær,

ræður fyri at sita:

“Eg skal ganga í jomfrúins búr,

eingin skal tað vita.”

 

28 Um dagin reið Bænadikt í markina út

at beita heyk í líð,

um náttina er hann í jomfrúins búr

alt hos tað væna vív.

 

29 Um dagin reið Bænadikt í markina út

at beita heyk í lund,

um náttina er hann í jomfrúins búr

alt hos tað væna sprund.

 

30 Jomfrúin kembir hans gula hár,

undir tað silki smá,

fyri hvønn lokk, hon greiddi,

hon feldi móðig tár.

 

31 Svaraði junkarin Bænadikt

fyrsta orðið tá:

“Hoyr tað, tú mín veldiga søta,

hví fellir tú móðig tár?”

 

32 Svaraði frúgvin Marita,

glógvar í gullinum reyða:

“Tað er so mangt eitt kloystrabarn,

ið troyggjar okkara deyða.”

 

33        Svaraði frúgvin Marita,

tað hitt væna vív:

“Tað er so mangt eitt kloystrabarn,

ið liggur um okkara lív.”

 

34 “Var eg staddur í Einglandi,

mín edla rósin balda,

eingin kempa av Noregis monnum

tordi mót mær at halda.”

 

35 Svaraði frúgvin Marita,

tár á kinnar ber:

“Hoyr tað, junkarin Bænadikt,

Eingland er ikki her.”

 

36 Tað var junkarin Bænadikt,

gekk út av jomfrúins búr,

tað sá ein so lítin svein:

“Hvaðan kemur tú nú?”

 

37 “Eg gekk meg í grøna líð,

villini dýr at beita,

plaga so allir høviskir sveinar

aftur til hús at leita.”

 

38 “Í gjár stóðst tú í køldum vatni

og stýrdi tín harras floy,

í nátt hevur tú verið í jomfrúins búr

og lokkað ta vænu moy.

 

39 Í gjár stóðst tú í køldum vatni

og stýrdi tann floy undir líða,

í nátt vart tú í jomfrúins búr

og eykaði henni kvíða.

 

40 Hoyr tú junkarin Bænadikt,

ei munnu sútir lætta,

tú man klæða hægsta torn,

tá Magnus fær at frætta.”

 

41 Svaraði frúgvin Marita,

tað hitt væna vív:

“Slá í hel mín faðirs drong,

so koma ei boð í bý!”

 

42 Svaraði junkarin Bænadikt,

í gulltroyggjuni hann stóð:

“Gjørdi eg ei fyri syndir skuld,

eg tordi væl vekja blóð.”

 

43 Tað var hesin smásveinur,

hann akslar kápu blá,

so gekk hann í høgaloft,

sum kongurin sovin lá.

 

44 “Statt upp, reystur Magnus kongur,

svevur tú ella vakir?

Bænadikt er í moynnasali,

har kanst tú hann taka.

 

45 Statt upp, reystur Magnus kongur,

á hesum sama sinni,

Bænadikt er í moynnasali,

har grípur tú greppin inni.”

 

46 Kongurin klæðist for síni song

eina morguntíð:

“Finni eg nakran í moynnasali,

tað skal kosta hans lív.”

 

47 Tað var reystur Magnus kongur,

hann reið mót jomfrúins búr,

tað var junkarin Bænadikt,

hann snúðist mót honum út.

 

48 Tóku teir junkaran Bænadikt,

teir bundu hann so fast,

ei var smáur líntvongur,

honum á beinum brast.

 

49 Sunnan komu keypmenn

burtur frá øðrum londum,

bóðu fyri Bænadikti

at loysa tann drong av bondum.

 

50 Har bað fyri honum barnið mangt,

alt tað ið tala kann,

har bað fyri honum drotningin

og Gunnar løgmann.

 

51 Síðst gekk frúgvin Marita

inn fyri faðir sín,

berføtt, í einum náttserki

og undir eitt høvurlín.

 

52 “Eg vil ikki meiri av ríkinum hava

enn stakk og búgvin skó,

tjena vil eg for øl og mat

og liva sum fátækt fljóð.

 

53 Eg vil ikki meiri av ríkinum hava

enn mínar stakkar tvinnar,

tjena vil eg for øl og mat

og liva sum fátæk kvinna.

 

54 Eg vil ikki meiri av ríkinum hava

enn míni skarlaksklæði,

gev mær junkaran Bænadikt,

vit skulu av landi bæði!”

 

55 Av reiði rendi hann hana burt,

hann vildi hana ikki hoyra:

“Tað sámir ei mínum bitra brandi

at røra í kvinnudroyra.

 

56 Mikkjalskirkja stendur í Lund,

hon glógvar við gull hitt reyða,

um enn hon var av gulli full,

hon loysir hann ei frá deyða.

 

 

57 Mikkjalskirkja stendur í Lund,

hon glógvar innan við gull,

hon loysir ei riddarans lív í dag,

um hon var innan full.”

 

58 Svaraði junkarin Bænadikt,

gerst so nýtur drongur:

“Heintið mær prest at skrifta mær,

eg vil ikki liva longur!”

 

59 Upp stóð Magnus kongur,

tók hann so til orða:

“Prest og hartil skriftamál

skal ongum manni forðast.”

 

60 Hann bar upp sítt syndamál,

so mátti tað nú vera:

“Eina frúu lovaði eg mær,

og kreinkt havi eg hennis æra.

 

61 Eina frúu havi eg kreinkt,

ei mátti eg hana festa,

viti tað Gud í himmiríki,

tað eru mínar syndir størstu.

 

62 Hvørki havi eg røvað ei stolið,

ungur reið eg at gilja,

ikki havi eg blóðgað mann

við mín góða vilja.

 

63 Hvørki havi eg røvað ei stolið,

ungur reið eg til hóva,

ikki havi eg blóðgað mann,

tað skal eg for Gudi próva.”

 

64 Svaraði junkarin Bænadikt,

tann hin gævi drongur:

“Lat ein riddar av høgga meg,

eg vil ikki liva longur!”

 

65 Tað svaraði Magnus kongur,

sló so upp í gleim:

“Trælurin skal høgga teg,

sum viðin dregur heim.”

 

66 Tað var junkarin Bænadikt,

sló úr sínum gamni:

“Meg má eingin trælur høgga,

eg eri ein góðsmans javni.

 

67 Hoyr tú, Heykur Húskallason,

tú kanst væl stýra brandi,

tú skalt høgga mítt høvur av,

tú flutti meg av landi!”

 

68 Upp sprakk Heykur Húskallason,

undir silkikneptari húgvu,

hjó so riddarans høvur av,

so Bænadikt fell á grúgvu.

 

69 Ikki kostaði Marita

minna til enn tá,

børurnar av reyðargulli

læt hon honum slá.

 

70 Børurnar av reyðargulli

læt hon honum gera,

korsið av tí skæra silvur,

merkið við at bera.

 

71 Eystan fyri kirkjuna

dreingir eyka skara,

dimmur er hesin dapri dagur

niður í mold at fara.

 

72 Tað var reystur Magnus kongur,

heim frá kirkju dró,

Heykur snarpur í ferðum var,

hann út frá landi fór.

 

73 Teir leitaðu bæði úti og inni,

næst á sjógv sum sandi,

ikki var gott at finna tann svein,

burt var fluttur av landi.

 

74 Heykur skundar síni ferð

heim til Eingulland,

sum hann reystur Ísin kongur

drekkur mjøð í bland.

 

75 “Vælkomin, Heykur Húskallason,

higar nú til mín,

hvussu livir í ríkinum Bænadikt,

bróðir mín?”

 

76 Svaraði Heykur Húskallason,

fyrsta orðið tá:

“Deyður er Bænadikt, bróðir tín,

og sjálvur eg hann vá.”

 

77 Tá svaraði Ísin kongur,

glógvar í gullinum reyða:

“Hoyr tú, Heykur Húskallason,

hvat varð honum til deyða?”

 

78 “Bænadikt lokkaði kongsins dóttur,

tað er einki at dylja,

harfyri bleiv hann sligin í hel,

tað skeddi ímót mín vilja.”

 

79 Tá svaraði Ísin kongur:

“Har var eingin munur,

hon var ein útvøld kongadóttir,

og hann ein kongason.”

 

80 Tá svaraði Ísin kongur

bæði av ilsku og bræði:

“Um enn tey høvdu sín vilja fremt,

tvey kongabørn vóru bæði.”

 

81 Ísin letur tingið sanka

yvir topp og teina,

har komu tveir, sum boðin var ein,

Bænadikts deyð at hevna.

 

82 So letur hann Ísin kongur

síni skipin gera,

allar læt hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

83 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

84 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

ikki skal hann Magnus kongur

rósa boð í bý.

 

85 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strikar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

86 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

87 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Ísin kongur

sínum fótum á land.

 

88 Fyrstur stígur Ísin kongur

sínum fótum á land,

so hann Heykur Húskallason

undir hans høgru hond.

 

89 Gingu teir frá strondum niðan,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knør í neystið.

 

90 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn

 

91 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Magnus kongur for borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

92 Ísin kongur til orða tekur,

skortar ikki fíggja:

“Hvar er Bænadikt, bróðir mín,

nú vil eg hann síggja?”

 

93 Tá svaraði Magnus kongur,

glógvar í gullinum reyða:

“Bænadikt situr í myrkastovu,

ikki er hann deyður.”

 

94 Svaraði kongsins dýra drotning,

hon stóð við kongsins borð:

“Gævi Gud, at Magnus kongur,

sonn máttu verið tíni orð.”

 

95 Drotningin stóð fyri kongsins borði,

silki mundi hon tvinna:

“Tað spáddi eg tær, Magnus kongur,

at drápið mundi tú minnast.”

 

96 “Tá eg fór úr Einglandi,

búddist eg ei við frið,

Magnus, kom av hallini út,

brynja út alt títt lið!”

 

97 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði reystur Magnus kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

98 Tá hevði reystur Magnus kongur

brynjað út hundrað tólv,

Ísin kongur og Húskallasonur

riðu har ímót.

 

99 Ísin kongur í herin reið

við so frítt eitt mót,

fullu so kappar á jørðina niður,

sum tey varpa grót.

 

100 Danskir og svenskir skutu fyrst,

hinir aftur ímót,

Ísin kongur í herin ríður,

leikar við glavarspjót.

 

101 Ísin rópar á sínar menn,

biður teir manniliga standa:

“Sjálvur skal eg mín bannara føra,

meðni eg havi lív og anda.”

 

102 So ríður hann Ísin kongur

víðar vegir fram,

klývur hvønn um tvøra,

ímóti honum rann.

 

103 Klývur hvønn um tvøra,

ímóti honum rann,

eftir stóð tá Magnus kongur

við sín triðja mann.

 

104 Tað var reystur Magnus kongur,

kreyp undir borgarlið:

“Mín kæri Ísin kongur,

gev mær grið!”

 

105 Fram kom Heykur Húskallason:

“Lív ei gevast má.”

Hann kleyv reystan Magnus kong

sundur í lutir tvá.

 

106 “Nú havi eg tínum hálsi náað,

tað var mín gleði mesta,

nú kann eg taka frú Maritu,

um enn eg vil hana festa.”

 

107 Heykur ríður á grønum vølli,

hann er harður og stríður:

“Magnusar hálsi vildi eg náað,

og honum náddi eg síður.”

 

108 Tá svaraði Ísin kongur:

“Enntá havi eg stríð,

gávi Gud av himmiríki,

at eg fann bróður mín.”

 

109 Tað var Heykur Húskallason,

verið hevði hjá,

fylgdi honum í tann kirkjugarð,

sum Bænadikt bróðir lá.

 

110 Eystan fyri kirkjuna

dreingir eyka á fold,

gróvu teir junkaran Bænadikt

upp úr døkkari mold.

 

111 Gróvu teir junkaran Bænadikt

upp úr døkkari mold,

hvørki var á honum følnað

hárið ella hold.

 

112 Hvørki var á honum følnað

holdið ella hár,

frúgvin stóð í glasgluggum,

so gjølla hon tað sá.

 

113 Teir tóku upp junkaran Bænadikt,

vógu á borgararmi,

frúgvin stóð í glasgluggum,

kyk sprakk hon av harmi.

 

114 Ikki kostaði Ísin kongur

minni til enn tá,

børurnar av reyðargulli

læt hann báðum slá.

 

115 Børurnar av reyðargulli

læt hann báðum gera,

korsið av tí skæra silvur,

merkið við at bera.

 

116 Førdi hann tey ljósu lík

mót tann bylgjan blá,

ófest vóru tey kongabørn,

tá fóru londum frá.

 

117 Vant hann upp síni silkisegl,

burt var gleði og gleim,

ófest vóru tey kongabørn,

ið komu til Eingland heim.

 

118 Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strikar ei á bunkan niður

fyrr enn við Eingland.

 

119 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

120 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Ísin kongur

sínum fótum á land.

 

121 Fyrstur stígur Ísin kongur

sínum fótum á land,

gingin er Heykur Húskallason

undir børustang.

 

122 Eystan fyri kirkjuna

dreingir eyka skara,

dimmur er hesin dagur í dag

niður í jørð at fara.

 

123 Eystan fyri kirkjuna

dreingir eyka á fold,

gróvu teir tey ljósu lík

niður í døkka mold.

 

124 Ísin kongur frá kirkju reið,

mælti ikki orð,

mangan gleðir hann fátækan

yvir sítt breiða borð.

 

125 Ísin kongur frá kirkju reið,

mælti ikki mál,

mangan gleðir hann fátækan

eftir bróður sál.

 

126 “Hevnt havi eg nú bróður mín

og Maritu, hans vív,

hevna skal eg annað lið,

um enn eg havi lív.”

 

127 Tey fóru bæði í eina grøv,

Bænadikt og hans vív,

alla ævi Ísin kongur

syrgdi bróður sín.

 

128 Tey fóru bæði í eina grøv,

Bænadikt og hans fljóð,

alla ævi Ísin kongur

syrgdi bróður góð.

 

Fuglin í fjøruni,

hann eitur más,

silkibleik er *húgva hans,

sum knept er hans hár.

Fuglin í fjøruni.

 

CCF 121 C

TSB D 432

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

 

1. Svend Grundtvig: Danmarks Gamle Folkeviser VIII-IX, udgivet 1905-1923 af Axel Olrik og H. Grüner-Nielsen, s. 120.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 43.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 34. bind, s. 51.

 

Heimild: Úr Sandoy:  Johannes Clemensen (1794-1869), Sandi, 1853.

 

D 432 Bænadikts kvæði (Woman dies when her lover is executed by her family)

Bænadikt fær tokka til dóttur Magnus kong og verður hjámaður hennara. Ein tænastudrongur sigur hetta fyri kongi, sum ger av, at Bænadikt skal láta lív fyri hetta. Bæði drotningin og prinsessan biðja fyri lívi hansara, men kongur fær hann avhøvdaðan. (cN: Prinsessan doyr av sorg. Tey bæði verða grivin langt hvørt frá øðrum, men liljur grógva á gravum teirra og tvinnast saman.) Bróður Bænadikt frættir hetta og kemur at hevna. Hann drepur kong. D, F: Hann tekur líkið av beiggjanum við sær. Prinsessan doyr av sorg.

á føroyskum: CCF 121 (eisini á donskum og norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020