• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Faðir og sonur

 

CCF 125 B

TSB D 316

 

1 Eg stóð so nær, eg lýddi tará,

hvussu faðir leggur sínum soni ráð.

 

Med fagran.

 

2 “Tú elskar tær ikki annans mans vív,

tað er stór fári fyri títt lív.

 

3 Tú elska tær heldur eina fátæka kvinnu,

er hon høvisk og vælborin med tukt og sinni.

 

4 Í tukt og sinni tað hon væl kann,

teg skal hon halda for ein danimann.”

 

5 So vóks [hon upp tað ediliga blóð],

í øllum drósum var hon góð.

 

6 Hondin hevur hon sum havalda tonn,

og hálsin hevur hon sum fúkanđi fonn.

 

7 Hálsin hevur hon sum fúkandi fonn,

og munnin hevur hon sum honungin rød.

 

8 Munnin hevur hon sum honungin søt,

tað kennist á mínum hjartarøtur.

 

9 “Væl veri teirri jomfrú, eg skuldi lovað,

silki reytt so skal hon bera.

 

10 Hon skal ikki ganga

berføtt til sínar seingir.

 

11 Eg skal henni maka ein gullborin skó,

væl tilpassað hennara fóti.

 

12 Eg skal maka henni silvurbeltið langt,

spenna tað væl um bróstið trangt.

 

13 Eg skal henni skera kápu so víða,

væl tilpassað og ikki ov síða.”

 

14 “At skera og seyma er kvinnu siður,

bryggja og baka tað høvir hartil.”

 

15 Tvinni pør silki hon honum skar,

ein sunnudagsmorgun hon honum tað bar.

 

16 Hon klappar á dyrnar undir skarlak og skinn:

“Tú statt upp, ungur svein, og lat meg inn!”

 

17 “Eg lati ongan inn í nátt,

eg havi ongan stevnt so brátt.”

 

18 Jomfrúin tók til lyklar smá,

so listiliga dregur hon loku frá.

 

19 Góðan morgun hon honum beyð,

nú liggur sær riddar[i], sum hann var deyður.

 

20 Hon studdist alt við hans høvdagjørð

og spælir við hans forgylta svørð.

 

21 Hon tekur í hans gula lokk,

hon høggur hans høvur for songarstokk.

 

22 “Tú skalt ikki meira

lokka so jomfrúir fleiri.

 

23 Hvørki moyggjar ella høviskar kvinnur

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

 

Med fagran.

 

CCF 125 B

TSB D 316

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM. Access. 4).

 

Útgávur:

 

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 70.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 153.

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Poul Jakobsen, Poul í Garðshyrni, (1760-1853), Hvalba, 1848.

 

D 316 Faðir og sonur (Woman kills man to prevent him from enticing women)

(F: Maður ávarar son sín um ongantíð at fjeppast uppi í annara mans konu, tí tað kann kosta honum lívið.) Ungi maðurin reypar av, hvussu væl hann fer at fara við gentuni, sum elskar hann. Ein genta hoyrir hann siga hetta. Hon kemur til húsini hjá honum á náttartíð. Hann vil ikki lova henni inn, men hon letur sjálv hurðina upp. Hon tekur svørð hansara og kubbar høvdið av honum. Hon sigur, at nú fær hann ikki longur lokkað konufólk.

á føroyskum: CCF 125 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020