• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Faðir og sonur

 

CCF 125 C

TSB D 316

 

1 Eg stóð so nær og lýddi á,

hvussu faðirin lagdi sínum soni ráð:

“Tú elska tær ikki annans mans vív.

 

Med fagur orð.

 

2 Tú elska tær ikki annans mans vív,

tað er stór fári fyri títt lív.”

 

3 “At bryggja og baka tað er kvinnu siður,

at skera og seyma, tað hoyrir har viður.”

Katrin heim í garðin fór.

 

4 Katrin heim í garðin fór,

eingin úti fyri henni stóð.

Hon pikkar pá døren med finger sín.

 

5 Hon pikkar pá døren med finger sín:

“Ert tú her, ungarsvein, tú lukka meg inn!”

“Eg lukki ongum inn um sinn.

 

6 Eg lukki ongum inn um sinn,

tí eg havi ongum stevnt her inn,

eg lukki ongum inn um nátt.

 

7 Eg lukki ongum inn um nátt,

tí eg havi ongum stevnt so brátt.”

Katrin við sínar knívar smá.

 

8 Katrin við sínar knívar smá,

so listiliga lættir hon lokur frá.

Góðan morgun hon honum beyð.

 

9 Góðan morgun hon honum beyð,

tá lá hann ungarsvein, sum hann var deyð.

Hon studdi scg við hans høvdagjørð.

 

10 Hon studdi seg við hans høvdagjørð,

og spælir við hans forgylta svørð.

Hon tók í hans gula lokk.

 

11 Hon tók í hans gula lokk

og lagdi hans høvur á songarstokk:

“Tú skalt ikki meiri.

 

12 Tú skalt ikki meiri

lokka so jomfrúir fleiri,

hvørki moyar ella høviskar kvinnur.

 

13 Hvørki moyar ella høviskar kvinnur

skalt tú við sømdum yvirvinna.”

Danisveinar, lýðið á!

 

Med fagur orð.

 

CCF 125 C

TSB D 316

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM. Access. 4).

 

Útgávur:

 

1. Danmarks gamle Folkeviser X udgivet 1933-65 af H. Grüner-Nielsen, Karl Ivar Hildeman, Erik Dal og Iørn Piø, s. 532.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 71.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 155.

 

Heimild: Úr Steymoy:  Joen Peter Gregoriussen, Jóan Petur uppi í Trøð (1845-1901), Kvívík, 1874.

 

D 316 Faðir og sonur (Woman kills man to prevent him from enticing women)

(F: Maður ávarar son sín um ongantíð at fjeppast uppi í annara mans konu, tí tað kann kosta honum lívið.) Ungi maðurin reypar av, hvussu væl hann fer at fara við gentuni, sum elskar hann. Ein genta hoyrir hann siga hetta. Hon kemur til húsini hjá honum á náttartíð. Hann vil ikki lova henni inn, men hon letur sjálv hurðina upp. Hon tekur svørð hansara og kubbar høvdið av honum. Hon sigur, at nú fær hann ikki longur lokkað konufólk.

á føroyskum: CCF 125 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020