• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grímur á Aksalvølli

 

Grímur á Aksalvølli

 

CCF 132 B

TSB D 230

 

1 “Eg havi droymt ein dreym í nátt,

Gud biði eg hann ráða,

meg droymdi, at tann hvíta bjørn

leikti um okkum báðar.

 

2 Meg droymdi, at ein reyður logi

leikti í mínum hári,

har kom Grímur av Aksalvøll,

mær mundi síðst um vara.

 

3 Meg droymdi, at ein reyður logi

leikti í mínum garði,

har kom Grímur av Aksalvøll,

vit fullu til jørðina báðir.”

 

4 Svaraði Ásmund, frændi hans,

mælir á tungu inna:

“Tað er Grímur av Aksalvøll,

[leggur] ást við tína kvinnu.”

 

5 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

6 Frúgvin læt seg við bami ganga,

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so fríðan.

 

7 Tað var tá, sum oftum er enn,

dult er døpult mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

8 Tað var harra Borgar,

sveipar at sær skinn,

og so búgvin gongur hann

for frúgvin Malfrú inn.

 

9 Hann tók upp sín unga son,

legði sær hann á knæ,

so tók hann at hyggja at,

hvørjum hann líkur var.

 

10 “Tað síggi eg á tíni bjørtu brún,

so tíni ljósu hand,

líkist tú Grím á Aksalvøll,

tá ert tú sonur hans.

 

11 Tað síggi eg á tíni bjørtu brún,

so tínum ljósa hári,

líkist tú Grím á Aksalvøll,

tú ert ikki sonur vár.”

 

12 Svaraði frúgvin Malfrú:

“Gev ikki slíkum gætur,

sláið kors for tygara munn,

gev ikki slíkum gætur!”

 

13 Svaraði harra Borgar,

talar til smásvein sín:

“Tú skalt fara á Aksalvøll

við boð og brøvum mín.

 

14 Bið hann Grím á Aksalvøll

við sínar sveinar [og] rekkar,

í morgin ríða í Haransdal

barnsølið at drekka!

 

15 Bið hann Grím á Aksalvøll

við sínum rekkum knáum

í morgin ríða í Haransdal

ein ungan son at sjá!”

 

16 Sendisvein fór sum snarast var,

hann goymdi væl hans orð,

hann kom seg á Aksalvøll,

tá Grímur sat yvir borð.

 

17 Svaraði Grímur á Aksalvøll

fyrsta orðið tá:

“Hvussu livir Malfrú,

tað hitt væna már?”

 

18 Svaraði lítin smásvein

fyrsta orðið tá:

“Tað er ikki longur enn síðan í gjár,

hon føddi ein son so smá.

 

19 Hann biður teg, Grím á Aksalvøll,

við tínar reyðu rekkar,

í morgin ríða í Haransdal

barnsølið at drekka.

 

20 Hann biður teg, Grím á Aksalvøll,

við tínum rekkum knáum,

í morgin ríða í Haransdal

ein ungan son at sjá.”

 

21 So var Grímur á Aksalvøll

til útreiðina fús,

hann klæddi seg inna[n] høgaloft

alt við eitt kertiljós.

 

22 So var Grímur á Aksalvøll

til útreiðina prúður,

innan at við møttulin blá,

uttan at við skrúður.

 

23 So reið Grímur á Aksalvøll

lystiliga fram,

forgyltir leika ringamir,

meðan hans gangari rann.

 

24 Tað er Grímur á Aksalvøll,

talar til sveinar sínar:

“Áðrenn dagur at kvøldi er,

drekka vit blóð í vín.”

 

25 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

26 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum harra Borgar við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

27 Svaraði harra Borgar:

“Tað tykir mær ikki gott,

tú svav hjá mítt væna vív,

og hildið meg fyri spott.”

 

28 Svaraði Grímur á Aksalvøll,

mælir á tungu inna:

“Tú hevur so lítið gott rykti

lagt á tína danikvinnu.”

 

29 Tað var Grím á Aksalvøll,

hevði ei fleiri orð,

hann vá harra Borgar,

har hann sat við borð.

 

30 Tað var Ásmund, frændi hans,

stóð ikki langt ífrá,

myrdi hann tað væna vív,

undir tjøldrum lá.

 

31 Hann tók upp sín unga son,

nú man tað so vera,

tá hann kom á Aksalvøll,

tá fekk hann annað at gera.

 

32 Hann tók upp sín unga son,

skuldi av býnum flýggja,

tá hann kom á Aksalvøll,

tá rann honum blóð til kníggja.

 

CCF 132 B

TSB D 230

 

Handrit: Johannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68) nr. 18. Nú í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser V. Udgivet 1877-90 af Svend Grundtvig  og Axel Olrik, s. 115.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 90.

3. Jóannes í Króki: Sandoyarbók I, 1968, s. 131. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32 bind, s. 91.

 

Heimild: Úr Streymoy: Anna Maria (Tamburs) Joensdatter (1785-1837), Tórshavn, 1822. Sagt verður millumnavnið fekk hon, tí bróðir hennara var trummari í skansaliðnum.

 

D 230 Grímur á Aksalvølli (Husband accuses imagined rival)

Ein dreymur fær Borgar at halda, at kona hansara hevur verið honum ótrúgv. Hann heldur Grím vera faðir at nýborna soninum. Kona hansara svør, at hon er sakleys. D: Borgar fer til Grím og ákærir hann, men Grímur ber gløðandi jarn og prógvar, at hann er sakleysur. F: Borgar býður Grími í barnadóp, og hann kemur herklæddur. Y m i s k i r e n d a r: cD: Grímur drepur Borgar, cD: svágurin drepur Borgar, cD: Grímur letur Borgar tyggja lív. F: Borgar leggur Grím undir at vera pápa at barninum, síðani drepur Grímur Borgar, og ein av frændum Borgars drepur konuna. Grímur fer av stað við barninum, verður eltur, men megnar at flýggja heim til sín sjálvs.

á føroyskum: CCF 132 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020