• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Harra Jóan Ingvarsson

 

Harra Jóan Ingvarsson

 

CCF 142 B

TSB D 193

 

1 Ríma um harra Jógvan Ingvarsson,

yvir hans egin skjold:

“Hví man Óluva, jalsins dóttir,

vera so føgur á fold?

 

2 Hví man Óluva, jalsins dóttir,

vera so føgur á fold,

hon er í mín hug so kær,

sum tólv riddarar bold?”

 

3 Hálsin hevur hon sum fonnin hvít,

kinnin reyð sum lilja,

hará leggur harra Jógvan

ást og allan vilja.

 

4 Hálsin hevur hon sum fonnin hvít,

kinnin reyð sum blóma,

hará leggur harra Jógvan

ást og allan sóma.

 

5 Harra Jógvan og Andras,

gingu teir at tala:

“Hvør skal bera mær bønarorð

inn fyri moynnarsalar?”

 

6 Tí svaraði Andras:

“Hví skal eg ikki kunna

bera tey boð fyri stolta jomfrú,

hvønn riddara hon vil unna?”

 

7 Tí svaraði Andras:

“Fullvæl eg tað kann,

bera tey boð fyri stolta jomfrú,

hvønn riddara hon vil ‘an’.”

 

8 “Hoyrir tú tað á frúnnar orðum,

henni er spott á hæði,

tak tú hetta rúnargull,

kasta henni á klæði!”

 

9 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

prýddur var hann við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

10 Út varð loystur gangarin,

Andras skuldi á ríða,

prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu.

 

11 Prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

ið Andras skuldi á ríða.

 

12 Andras leyp í saðilin upp,

yvir leysan loga,

studdist hvørki við skjold og svørð

og ei við saðilboga.

 

13 So reið riddarin Andras

lystiliga fram,

forgyltir leiktu ringarnir,

meðan hans gangari rann.

 

14 Forgyltir leiktu ringarnir,

meðan hans gangari rann,

hann hevði einki annað boksl,

enn fingrar tveir í tann.

 

15 Andras leyp á gangaran sín,

høgt yvir skógar rendi,

hann kom ikki fyrr til Óluvu sal,

enn ljós í lofti brendu.

 

16 Svaraði riddarin Andras,

tá hann steig í dyr:

“Signi Gud míni eygun tvey,

eg havi ikki verið her fyrr.”

 

17 Óluva stendur á hallargólvi

við kertiljós í hendi:

“Signi Gud tíni eygun tvey,

eg teg ikki kendi.”

 

18 “ Tað var reystur harra Jógvan,

sendi meg til tín,

hann bað teg fyri sannan Gud,

at tú skuldi vera sín.”

 

19 “Bið hann ikki harra Jógvan

senda tey boð til mín,

so mong ein frúa í Danimark

biður hann vera sín.

 

20 Bið hann ikki harra Jógvan

senda tey boð til vár,

so mong ein frú í Danimark

hon fellir fyri hann tár.”

 

21 Hoyrdi hann tað á frúnnar orðum,

henni rann spott á hæði,

hann tók hetta rúnargull,

kastaði henni á klæði.

 

22 Hann tók hetta rúnargull,

skeyt tað av sín hand,

kastaði tað so háðuliga

á frúnnar skikkjuband.

 

23 Tað var frúgvin Óluva,

snarliga hon sær vendi,

kastaði tað í heita bál,

í reyðum loga brendi.

 

24 Aftur loypur Andras

til sín góða hest,

so reið hann til hallar heim,

sum føtur bera mest.

 

25 Tað var riddarin Andras,

heim í garðin fór,

úti reystur harra Jógvan

fyri honum stóð.

 

26 “Vælkomin, riddarin Andras,

higar nú til mín,

hvøssu tók frúgvin Óluva

við bønarorðum tín?”

 

27 “Hon bað teg ikki, harra Jógvan,

senda tey boð til sín,

so mong ein frú í Danimark

hon biður teg vera sín.

 

28 Hon bað teg ikki, harra Jógvan,

senda tey boð til vár,

so mong ein frú í Danimark

hon fellir fyri teg tár.

 

29 Hoyrdi eg tað á frúnnar orðum,

henni rann spott á hæði,

tók eg hetta rúnargull,

eg kastaði henni á klæði.

 

30 Tað gjørdi frúgvin Óluva,

snarliga hon sær vendi,

kastaði tað í heita bál,

í reyðum loga brendi.”

 

31 “So verði Gud mær góður í hug,

sankta Maria hull,

eg skal á hennara armi sova,

hon brendi mítt rúnargull.

 

32 So verði Gud mær góður í hug,

so drekki eg mítt minni,

eg skal á hennara armi sova,

sker tað ei á sinni.

 

33 Loysið mær út mín gangara

undir hallarvegg,

prýðið hann væl við skarlak

niður á hóvarskegg!”

 

34 Út varð loystur gangarin,

harra Jógvan skuldi á ríða,

prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu.

 

35 Prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

ið harra Jógvan skuldi á ríða.

 

36 Harra Jógvan leyp í saðilin upp

yvir leysan loga,

studdist hvørki við skjold ei svørð

og ei við saðilboga.

 

37 Harra Jógvan leyp á gangaran sín,

høgt yvir skógvar rann,

hann kom ikki fyrr til Óluvu sal,

enn ljós í lofti brann.

 

38 Harra Jógvan leyp í saðil upp

yvir skógvar rendi,

hann kom ikki fyrr til Óluvu sal,

enn ljós í lofti brendi.

 

39 Svaraði reystur harra Jógvan,

tá hann steig í dyr:

“Signi Gud míni eygun tvey,

eg havi ikki verið her fyrr.”

 

40 Óluva stendur á hallargólvi

við kertiljós í hendi:

“Signi Gud tíni eygun tvey,

eg teg ikki kendi.”

 

41 “So verði Gud mær góður í hug,

sankta Maria hull,

eg skal á tínum armi sova,

tú brendi mítt rúnargull.

 

42 So verði Gud mær góður í hug,

so drekki eg mítt minni,

eg skal á tínum armi sova

á hesum sama sinni.”

 

43 Svaraði frúgvin Óluva

stóð í silkiserki:

“Tú mást ikki, harra Jógvan,

vinna mær níðingsverkið.”

 

44 Hann lyfti frú í song við sær,

hann framdi, hvat hann vildi,

Andras helt av durum út

við svørð og riddaraskildi.

 

45 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var reystur harra Jógvan

til síni klæði fús.

 

46 Tá var reystur harra Jógvan

til síni klæði fús,

klæddist innan høgaloft

alt við eitt kertiljús.

 

47 Harra Jógvan steig úr seingini fram,

framt hevði viljan sín:

“Sit nú eftir í frið hjá Gud,

veldiga søta mín!”

 

48 Svaraði Óluva, jalsins dóttir,

mangt man hana grøta:

“Her siti eg med frið hos Gud,

men ei verði [eg] tín søta.”

 

49 “Legg tú niður títt høvurgull,

so tín moyggjarprís,

ber tú teg so høviskliga,

eingin verður tað vís.

 

50 Legg tú niður títt høvurgull,

so tín moyggjarskara,

ber tú teg so høviskliga,

eingin verður tað varig!”

 

51 Inn kom fyrsti av sveinunum,

nevndur í forðum Vilkus:

“Hví man Óluva, jalsins dóttir,

tjaldra seg í silki?”

 

52 “Kalt er veður úti í dag,

tað tekur fok at dríva,

tí leggi eg mítt høvurgull niður,

mær tykir tað lítið líva.”

 

53 Inn kom annar av sveinunum,

nevndur í forðum Baldur:

“Hví man Óluva, jalsins dóttir,

seg í silki tjaldra?”

 

54 “Kalt er veður úti í dag,

tað drívur fok og snæ,

tí leggi eg mítt høvurgull niður,

lítið lívir tað meg.”

 

55 Tá leið ikki longur um

enn eina so lítla stund,

riðin er sjálvur jallurin

á sín dóttur fund.

 

56 Riðin er sjálvur jallurin

á sínar dóttur seingir:

“Hoyr tað, Óluva, dóttir mín,

hví svevur tú so leingi?

 

57 Tín er allur blómin fallin,”

talar av tungari trá,

“sum tú hevði, mín sæla dóttir,

sovið ein kallmann hjá.

 

58 Tín er allur blómin fallin,”

talar av tungum treysti,

“sum tú hevði, mín sæla dóttir,

blíant borið for brósti.”

 

59 So sára græt frúgvin Óluva,

fast av miklum móði,

báðir hennara kinnarnir

teir flutu í reyðarblóði.

 

60 So græt Óluva, jalsins dóttir,

fast av miklari møði,

báðir hennara kinnarnir

teir flutu í reyðarblóði.

 

61 “Legg tú niður títt høvurgull,

so tín moyggjarskara,

í morgin skalt tú, mín sæla dóttir,

á brúðarbeinkin fara.”

 

62 Tá leið ikki longur um

enn eina so lítla stund,

Óluva sendi ternu sína

á harra Jógvans fund.

 

63 Snarliga vóru ternurnar

pá síni knæ at falla:

“Statt upp, harra Jógvan Ingvarsson,

Óluva tygum kallar!”

 

64 “Bið hana heila, Óluvu,

lætta angist og trá,

gott er at unna borgargreiva,

við alt tað gull, hann ár!

 

65 Bið hana Óluvu heila liva,

lætta angist og kvíðu,

gott er at unna borgargreiva,

sova á hans síðu!”

 

66 Tað var baldi borgargreivi,

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ei longur fresta.

 

67 Lótu tá til brúdleyps ætla,

ikki mátti tvørra,

báðum borgum boðið varð,

tólv hundrað úr hvørji.

 

68 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

greivin og hans vív.

 

69 Svaraði harra Jógvan Ingvarsson,

væl kann randi ljóða:

“Tó skal eg í greivans brúdleyp,

mær vil eingin bjóða.”

 

70 Svaraði riddarin Andras,

bæði vænur og vitur:

“Hvat skulu vit til brúdleyps fara,

hvar skal óboðin sita?”

 

71 Svaraði harra Jógvan Ingvarsson,

væl kann randi ljóða:

“Tó skal eg í greivans brúdleyp,

mær vil eingin bjóða.”

 

72 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

prýddur var hann við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

73 Prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

harra Jógvan skuldi á ríða.

 

74 Harra Jógvan leyp í saðilin upp

yvir leysan loga,

studdi seg hvørki við skjold ei svørð,

ei við saðilboga.

 

75 So reið harra Jógvan Ingvarsson

lystiliga fram,

forgyltir leikaðu ringarnir,

meðan hans gangari rann.

 

76 Mitt í miðjum grasagarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

77 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum borgargreivin for borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

78 Tað var harra Jógvan Ingvarsson,

inn í hallina gekk,

næstur manni brúðrini

hann sær sessin fekk.

 

79 Harra Jógvan situr í gullstóli,

mælir í borgum víða:

“Sit væl, Óluva, jalsins dóttir,

nú drekki eg til tín!”

 

80 “Tú ert ikki ræddur, harra Jógvan,

grúar ei for títt lív,

at tú drekkur so í dag

til annans festarvív.”

 

81 Harra Jógvan situr í gullstóli,

mælir í borgum víða:

“Sit væl, Óluva, jalsins dóttir,

enn drekki eg til tín!”

 

82 “Tú ert ikki ræddur, harra Jógvan,

grúar ei, tú mant doy,

at tú drekkur so í dag

til annans festarmoy.”

 

83 Harra Jógvan situr í gullstóli,

mælir í borgum víða:

“Sit væl, Óluva, jalsins dóttir,

enn drekki eg til tín!”

 

84 “Tú ert ikki ræddur, harra Jógvan,

grúar ei, tú mant doyggja,

at tú drekkur so í dag

til annans festarmoyggjar.”

 

85 “Er hann nakar innanhallar,

á meg torir at herja,

standið upp so manniliga,

har skal eg meg verja!”

 

86 Upp steig boldi borgargreivi,

vildi ei undan flýggja,

setir niður á høvur sítt

trinnar hjálmar nýggjar.

 

87 Harra Jógvan stendur á hallargólvi,

talar til brandin sín:

“Bilar tú nú, og bítur ei,

so verður tú ikki mín.”

 

88 Mæla tók í svørðinum

pá so manga lund:

“Statt upp, boldi borgargreivi,

veg nú til um stund!”

 

89 Mæla tók í svørðinum

pá so mangan hátt:

“Statt upp, boldi borgargreivi,

veg nú til so brátt!”

 

90 Harra Jógvan stendur á hallargólvi,

talar til brandin deiga:

“Bilar tú nú, og bítur ei,

so vil eg teg ikki eiga.”

 

91 Hann høgg í tað fyrsta høgg

niður í hallargólv,

kvinnur stukku, og kallmenn hvukku,

blíð sat brúðurin sjálv.

 

92 Tað græt hvørt barn, ið inni var,

tá greivin fell á gólv,

kvinnur stukku, og kallmenn hvukku,

blíð sat brúðurin sjálv.

 

93 “Er hann nakar innanhallar,

á meg torir at herja,

standið upp so manniliga,

her skal eg meg verja!”

 

94 Upp steig greivans systurson,

gyrdi hann seg við svørð,

eg svørji tann eið við mína trúgv,

tað var honum ein ferð.

 

95 Tað var harra Jógvan Ingvarsson,

sínum svørði brá,

hann kleyv greivans systurson

sundur í lutir tvá.

 

96 “Hoyr tað, riddarin Andras,

sig mær satt ífrá,

er hon nøkur innanhallar,

tín stár hugur á?”

 

97 “Hon er eingin innanhallar,

mín stár hugur á,

uttan Ingibjørg, greivans systir,

kundi eg hana fá.”

 

98 Svaraði Ingibjørg, greivans systir,

stóð í kyrtil reyð:

“Eg verði ikki Andrasar vív,

tað voldi mín bróðurs deyð.”

 

99 “Vilt tú ikki verða hans vív,

sigur ei ja við orði,

eg skal við so ramum rúnum

á tínum armi sova.”

 

100 Frúgvin varð bæði gløgg og rædd,

hon hoyrdi riddaran tala,

hon snúðist aftur at borðinum,

hon segði, hon skuldi hann hava.

 

101 Harra Jógvan festi Óluvu,

væl ið tað hann mátti,

settist aftur í stólin tann,

ið hann sjálvur átti.

 

102 Andras festi Ingibjørg,

væl ið tað hann mátti,

settist aftur í stólin tann,

ið borgargreivin átti.

 

CCF 142 B

TSB D 193

 

Handrit: Johannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68), nr. 64.

 

Útgávur:

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, 1982, s. 198. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 128.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 46.

 

Heimild: Úr Sandoy: Simon Danielsen, Símun Dánjalsson í Króki (1793-1874), Sandi, 1823.

 

D 193 Harra Jóan Ingvarsson (Rejected suitor rapes girl, later kills her bridegroom and marries her)

Jóan biður pápa Óluvu um hond hennara, men pápi hennara metir tað meiri hóskandi fyri dóttrina at giftast einum greiva. Jóan sendir skyldmannin Andrass at bera upp bønarorð fyri seg hjá gentuni sjálvari, og eisini hon vísir hann frá sær. Jóan neyðtekur Óluvu. Tá ið Óluva giftist einum greiva, kemur Jóan í brúdleypið, sigur fyri brúðgóminum, at hann hevur ligið hjá brúðrini, berjist við hann og drepur hann og bróðurson hansara. Síðani giftist hann við Óluvu, og Andrass giftist við systur greivans.

á føroyskum: CCF 142 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020