• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kongur og jomfrú

 

CCF 146 B

TSB D 136

 

1 Tað býr ein jomfrú for sunnan Lund,

og hana biður kongur við Oyrarsund.

 

2 “Frúgvin ið býr í Eysturkongaríki,

hana vilja vær lokka og svíkja.

 

3 Vit lokka hana við gulli reyð,

tí henni er faðir og móðir frá deyð.”

 

4 Hann sendi henni ið fyrsta,

tað reyðargull í kistu.

 

5 Hann sendi henni ið annað,

reyðargull í kannu.

 

6 Hann sendi henni ta triðju,

gullbelti um sína miðju.

 

7 Hann sendi henni tað fjórða,

silvurspentar skógvar.

 

8 Hann sendi henni tað fimta ting,

ein so fagran gullring.

 

9 Hann sendi henni ein náttargala,

hann kundi so væl við frúnna tala.

 

10 “Hoyr tú, fagri náttargali,

hvat vil tín harri fyri gávur hava?”

 

11 “Tað vil mín harri for gávur fá,

tygara vilja og blíða já.

 

12 Tað vil mín harri fyri gávur hava,

tygara vilja og blíðan tala.”

 

13 “Tó mær er faðir og móðir frá deyð,

hann lokkar meg ikki við gull so reyð.”

 

14 Jomfrúin stendur í høgalofts svala,

hon sær skip eftir havi fara.

 

15 Seglini vóru av silki rein,

og mastrarnar av hvíta hvalbein.

 

16 Snekkjan rennur í stríðan streym,

og so sendi hon sínar gávur heim.

 

17 Gullið tað eftir bunkanum rann,

so sendi hon sínar gávur fram.

 

18 “Tú bið tín harra sigla og ró,

slætt aldriga skal hann fáa mín tró.

 

19 Tú bið tín harra sigla um á,

men aldri skal hann meg í talu fá.”

 

20 Og so skiltust tey við Oyrarsund,

og frúgvin búði aftur for sunnan Lund.

 

CCF 146 B

TSB D 136

 

Handrit: Savn Schrøters, 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°) nr. 17. Schrøters Blandinger, Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), nr. 21

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser II. Udgivet 1854-56 af Svend Grundtvig, s. 235.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 138.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 138.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771 -1851), Vági, 1825.

 

 

 

D 136 Kongur og jomfrú (The proposal by gifts)

Ein riddari sendir ungari moyggj dýrmætar gávur og roynir soleiðis at vinna hana. Ymiskir endar: cD: Hon sendir honum vakurt skip at lata hann vita, at hon viðurkennir hann. cD: Mamma hennara (F: ein náttargali, ið dugir at tosa, sum er ein av gávunum frá honum) avdúkar, at hann hevur einki gott í hyggju. cD: Biðilin kemur sjálvur, fer heim við moynni og giftist við henni.

á føroyskum: CCF 146 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020