• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kongur og jomfrú

 

CCF 146 C

TSB D 136

 

1 Tað býr ein jomfrú for norðan Lund,

henni beyðst kongin av Vøraldssund.

 

Í dansin tað *treður Í væl,

í dansin har gingu de unga to,

riddarin og tann skjønna jomfrú,

í dansin tað *treður [Í] væl.

 

2 Hann sendi henni tað fyrsta,

eina silvurslagna kistu.

 

3 Hann sendi henni tað annað,

silvurslagið um kannu.

 

4 Hann sendi henni tað triðja,

eitt silvurbelti um miðju.

 

5 Hann sendi henni tað fjórða,

silv[ur]spentar skógvar.

 

6 Hann sendi henni tað fimta ting,

gullring av sín minsta fingur.

 

7 Hann sendi henni ein náttargal,

teir kunnu so væl við frúur tala.

 

8 Hann sendi henni tær dúvur blá,

tær kunnu so væl við frúur at stá.

 

9 “Faðir og móðir tey liggja í muld,

eg trúgvi einki títt falska fund.

 

10 Faðir og móðir eru meg død,

ikki fær hann guldkronen rød.

 

11 Faðir og móðir eru mær fallin frá,

ikki fær hann mítt já.”

 

12 Hon sendi honum tær gávur igen,

skipið av tað hvíta ‘gulbeen’.

 

Í dansin tað *treður Í væl,

í dansin har gingu de unga to,

riddarin og tann skjønna jomfrú,

í dansin tað *treður [Í] væl.

 

CCF 146 C

TSB D 136

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók, nr. 28 (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser X. Udgivet 1933-65 af H. Grüner-Nielsen, Karl-Ivar Hildeman, Erik Dal og Iørn Piø, s.79.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 138.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 140.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794 -1854), Hattarvík.

 

D 136 Kongur og jomfrú (The proposal by gifts)

Ein riddari sendir ungari moyggj dýrmætar gávur og roynir soleiðis at vinna hana. Ymiskir endar: cD: Hon sendir honum vakurt skip at lata hann vita, at hon viðurkennir hann. cD: Mamma hennara (F: ein náttargali, ið dugir at tosa, sum er ein av gávunum frá honum) avdúkar, at hann hevur einki gott í hyggju. cD: Biðilin kemur sjálvur, fer heim við moynni og giftist við henni.

á føroyskum: CCF 146 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020