• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kongur og jomfrú

 

CCF 146 D

TSB D 136

 

1 Der bode en jomfru for sunnan Lund,

henni beyðst kongur av Oyrarsund.

 

I dansen de trådte vel,

i dansen der ginge de unge to,

ridderen og den skønne jomfru,

i dansen de trådte vel.

 

2 Hann sendi henni tað fyrsta,

silvursligin kista.

 

3 Hann sendi henni tað annað,

silvursligin kanna.

 

4 Hann sendi henni tað triðja,

silvurbelti um miðju.

 

5 Hann sendi henni tað fjórða,

silvurspenta skóa.

 

6 Hann sendi henni tað fimta ting,

gullring um hennar minsta fingur.

 

7 Han sendte hende de duer blå,

de kunde så vel for fruer at stå.

 

8 Han sendte hende de nattergale,

de kunde så vel med fruer tale.

 

9 Den jomfru taler til nattergale:

“Hvad vil den herre for gaver have?”

 

10 “Det vil min herre for gaver have,

i lønlig elskov med dig tale.”

 

11 Hun sendte hannem sine gaver igen,

og snekken ud af det hvide hvalben.

 

12 “Du bed din herre sejle og fare,

aldrig får han mig i tale.

 

13 Du bed din herre sejle og ro,

aldrig fanger han min tro.”

 

I dansen de trådte vel,

i dansen der ginge de unge to,

ridderen og den skønne jomfru,

i dansen de trådte vel.

 

CCF 146 D

TSB D 136

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser II. Udgivet 1854-56 af Svend Grundtvig, s. 234.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 139.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 142.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Elisabeth Christiane Schrøter (1803 -1873), Vági, 1849.

 

D 136 Kongur og jomfrú (The proposal by gifts)

Ein riddari sendir ungari moyggj dýrmætar gávur og roynir soleiðis at vinna hana. Ymiskir endar: cD: Hon sendir honum vakurt skip at lata hann vita, at hon viðurkennir hann. cD: Mamma hennara (F: ein náttargali, ið dugir at tosa, sum er ein av gávunum frá honum) avdúkar, at hann hevur einki gott í hyggju. cD: Biðilin kemur sjálvur, fer heim við moynni og giftist við henni.

á føroyskum: CCF 146 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020