• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Pálnir Búgvason

 

Pálnir Búgvason

 

CCF 156 B

TSB D 163

 

1 Pálnir liggur í lundum,

allur í jarni klæddur,

har kom fram ein lítil svein,

hann var av ongum ræddur.

 

Burt skal eg her um ríða,

hvør er nú betri,

Blankur ella Brún[i],

Brún[i] ella *Reyði,

burt skal eg her um ríða.

 

2 Pálnir liggur í lundum,

leikar við lilju tvang:

“Harra Gud í himmiríki

unni mær frúur í fang.”

 

3 Pálnir liggur í lundum,

leikar við liljur tvá:

“Harra Gud í himmiríki

unni mær frúur at fá.”

 

4 “Hví ríður tú so árla,

hví ríður tú so snimma,

hvat er títt í kongsins garði,

hvat eru ørindini?”

 

5 “Hestarnir í haganum

gera so snarpa beit,

mangt er títt í kongsins garði,

eg tað ikki veit.”

 

6 “Mítt hitt skjøna fingurgull

vil eg geva tær,

hvat er títt í kongsins garði?

dyl tað ei fyri mær!”

 

7 “Mín er harrin ei heima,

riðin í grøna líð,

væl mást tú við friðum fara,

út ríður tað væna vív.”

 

8 Tað var frúgvin Kristin,

skuldi til kirkju ríða,

tað var hesin lítin svein,

hann skuldi teymarnar leiða.

 

9 Tað var frúgvin Kristin,

hon sá seg um so víða:

“Hvaðan er hasin mikli maður,

í dag kemur undan líða?”

 

10 Tað var hesin lítil svein,

svarar henni and:

“Hetta er boldin hr. Niils,

tín egin festarmann.”

 

11 “Eg kenni væl boldin hr. Niils,

so hans heyk og hund,

hann kemur ikki í jarni klæddur

gjøgnum grøna lund.

 

12 Eg kenni væl boldin hr. Niils,

so hans heyk og hýð,

hann kemur ikki í jarni klæddur

gjøgnum grøna líð.”

 

13 Tað var frúgvin Kristin,

hon reið av góðari trú,

saman lógu teirra vegir,

á almanna brú.

 

14 “Hoyr tú, Pálnir Búgvason,

legg ikki á meg hendur,

eg eri nærskyld konginum,

so ríkar havi eg frændur.

 

15 Hoyr tað, Pálnir Búgvason,

legg ikki á meg hond,

frættir tað boldin hr. Niils,

hann høggur teg sum ein hund.”

 

16 “Eg ræðist ikki boldin hr. Niils,

ei hans heyk og hund,

jomfrúin, tú skalt fylgja mær

ígjøgnum grøna lund.”

 

17 Tók hann hana í saðilin upp,

hylur á herðar á hest:

“Hann skal ikki njóta teg,

hóast hann hevur teg fest.”

 

18 Tað var Pálnir Búgvason,

setti hana til sín hest,

tað er so stokkut í verðini,

man tykist liva sum best.

 

19 Tað var Pálnir Búgvason,

hann spennir á saðilgjørð,

skulu so allir riddarar ríða,

gangari rennur á jørð.

 

20 Tað var Pálnir Búgvason,

spennir á saðilbond,

skulu allir riddarar ríða,

gangari rennur á fold.

 

21 Tað var Pálnir Búgvason,

heim í garðin fór,

úti hansara systrar tvá

fyri honum stóð.

 

22 “Vælkomin, Pálnir Búgvason,

so títt unga vív,

óttast man nú hirðin øll,

ov skjótt læt tú lív.”

 

23 Tað var Pálnir Búgvason,

hann svarar sínum systrum and:

“Eg skal standa fyri ein mann,

eg doyggi, tá eg kann.”

 

24 Tað var boldin hr. Niils,

hann kom frá leiding heim,

burtur var frúgvin Kristin,

festarmoyggin ein.

 

25 Har kom maður leypandi,

inn á skemmugólv:

“Komin er kongur av sundinum

við hundraðum tólv.”

 

26 Har kom maður leypandi

inn for skemmuborð:

“Komin er kongur av sundinum,

hann vekir so mikið morð.”

 

27 Har kom maður leypandi

inn for skemmu ný:

“Statt upp, Pálnir, verj títt lív,

vilt tú ikki undan flý!”

 

28 Skamm so fái tann ternan,

hon fann upp á tey ráð,

hon stjól burt hans góða svørð,

hann skuldi líta á.

 

29 Hann klæddi seg fyri síni song,

hann gat ikki á at hyggja,

burtur var hans góða svørð,

betri var at liggja.

 

30 Hann klæddi seg fyri síni song,

hann gat ikki á at sjá,

burtur var hans góða svørð,

hann skuldi líta á.

 

31 “Tú ber undir lindini

okra synir ungar,

annan skalt tú Pálnir nevna,

annan Búgvin unga.

 

32 Tú ber undir lindini

okra synir báðar,

Pálnir hann skal hevna mín,

um enn hann liva má.”

 

33 Pálnir stendur á hallargólvi,

firnast fyri sínum lívi,

tá var einki til ráða at taka,

hann helt á brúnum knívi.

 

34 Tá var einki til ráða at taka

uttan lítil knív í hand,

skeyt hann so for kongsins bróst,

at valla dró hann and.

 

35 Frættist tað av hallini út,

hvat hann vá við knívi,

hundrað heilt og hartil hálvt,

teir tóku so drong av lívi.

 

Burt skal eg her um ríða,

hvør er nú betri,

Blankur ella Brún[i],

Brún[i] ella *Reyði,

burt skal eg her um ríða.

 

CCF 156 B

TSB D 163

 

Handrit: Johannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68, nr. 77), nú í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 161.

2. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, 1982 s. 241. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 172.

 

Heimild: Úr Sandoy: Hans Eriksen, Eiriks-Hanus (1780-1861), Sandi, 1823.

 

D 163 Pálnir Búgvason (Abductor killed by the girl’s betrothed)

Frá einari arbeiðsgentu fær Pálnir frænir av, at gentan, hann hevur tokka til, fer í kirkju. Hann steðgar rossavogni hennara og fer heim til sín við henni, hóast hon ávarar hann. Stutt aftan á, at tey eru løgst, kemur trúlovaði hennara (F, S: skyldmaður hennara, kongur, cN: pápi hennara), og Pálnir verður dripin, cN: eftir at hann hevur gjørt av við hann, ið brúður hansara var trúlovað, cN: og pápan. F: Áðrenn hann verður dripin, biður Pálnir brúður sína fáa teir báðar synirnar, hon fer at føða honum, at hevna seg. cD: Hon giftist við trúlovaða sínum. cD, cN, S: Hon sýtir fyri at giftast honum og fer í kleystur. cD, cN: Hon eigur barn við Pálni cN: og doyr í barnferð. cS: Hon sigur, at tað barnið, hon fer at fáa við Pálni, fer at hevna faðir sín. cF: Teir báðir synir Pálnis verða tilkomnir og hevna hann.

á føroyskum: CCF 156 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020