• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Pætur Knútssons ríma

 

Pætur Knútssons ríma

 

CCF 160 B

TSB D 80

 

1 Pætur Knútsson vaknaði

í seingini so brátt:

“Meg hevur droymt so undarligar dreymar

í hesa somu nátt.”

 

Nú lystir meg í dansin at gá,

meðan rósur og liljur tær *grógva væl.

 

2 Pætur Knútsson vaknaði upp

tá í seingini síni:

“Heintið mær inn frú Ingirið,

ta kæru móður mína!”

 

3 Fyrr enn sum tey høvdu tá

úttalað hálvtalað orð,

fyrr var hansara sæla móðir

tá inn fyri borð.

 

4 Tað var hansara sæla móðir,

stedaðist inn for borð:

“Hvat vilt tú, mín sæli son,

sum hevur sent mær orð?”

 

5 “Vælkomin, kæra sæla móðir,

setum tygum niður,

ráðið mær mínar dreymar,

sum eg nú tygum her biði!

 

6 Tann fyrsti dreymur, sum meg droymdi,

um ein falk so grá,

bundnir vóru veingir hans,

við fótunum hjá.

 

7 Tann annar dreymur, sum meg droymdi,

at mín kápa var svørt,

øll tey skinnini, undir henni vóru,

tey vóru øll burt.

 

8 Tann triði dreymur, sum meg droymdi,

um ein veg so lang,

burtur var saðil, eftir stóð gangari,

ígjøgnum skógvin trang.”

 

9 “Tann fyrsti dreymur, sum teg droymdi,

um ein falk so grá,

tað er tann moy, tær hugur stár á,

tú kanst hana ikki fá.

 

10 Tann annar dreymur, sum teg droymdi,

tín kápa var svørt,

tað er tín sorg og angist,

hon gongur snart burt.

 

11 Tann triði dreymur, sum teg droymdi,

um ein veg so lang,

tú verður lagdur við rúnarlist

við miklari tvang.”

 

12 Sum tey sótu og snakkaðu

í eina so lítla tíð,

tá kom lítil svein leypandi

ígjøgnum grøna líð.

 

13 Sum tey sótu og snakkaðu

í eina so lítla stund,

tá kom lítil svein leypandi

ígjøgnum grøna lund.

 

14 Inn kom lítil svein leypandi,

honum brøvini beyð:

“Kristin lítla, Gudmunds dóttir,

hon er næstan deyð.”

 

15 Svaraði Pætur Knútsson,

tað fyrsta hann brøvini fekk:

“Skamm fái hesir ljótu dreymar,

inna snart út gekk.”

 

16 Tað var Pætur Knútsson,

hann svaraði sum ein mann:

“Skamm fái hesir ljótu dreymar,

inna snart gekk fram.

 

17 Vær saðlum várar hestar

og ríðum os nú ástað,

nú skal ríða í Gudmundar garð,

í henda sama dag!”

 

18 Kristin lítla vaknaði sær

tá har upp úr dvala,

hoyrir hon í garðin út

sín harra at tala.

 

19 “Eg lovi at festa Kristin lítlu,

tað hitt væna vív,

gongur tað nú ikki á,

tá letur mangur lív.”

 

20 Svaraði hennara sæla móðir,

segði sum hon var von:

“Her hoyrir tú í garðinum úti

ein *herjansson.”

 

21 “Lova mær í garðin út

við mín harra at tala,

eg beiði tað ikki oftari enn so

í mínar dagar.”

 

22 “Eg lovi tær ei í garðin út,

eg unni honum ei so gott,

eg havi so leingi hildið bæði

fyri háð og spott.”

 

23 Kristin lítla vendi seg

til veggin so brátt,

hoyrast mátti langan veg,

hennara hjarta í brysti sprakk.

 

24 Svaraði Pætur Knútsson,

tað fyrsta hann hoyra fekk tað:

“Saðlið nú okkara hestar,

og ríðum okkum ástað!

 

25 Saðlið nú okkara hestar,

og ríðum okkum nú ástað,

nú er hon gingin úr Gudmundar garð,

sum okk[um] gjørdi glað!”

 

26 Pætur Knútsson vendi tá

sínum hesti á brúgv:

“Nú skal eg minnast

tann *herjansson á trúgv.”

 

27 Pætur Knútsson vendi tá

sínum hesti við gamni:

“Nú skal eg minnast á

tann *herjansson við navni.”

 

28 Pætur Knútsson vendi

sínum hesti tá fram,

hann vá Gudmund, Kristin[ar] faðir,

við eitt fimmti mann.

 

29 “Blóðið pá mína brynju,

upp á mítt bein,

fimmti havi eg riddarar vigið

fyri jomfrúnna ein.

 

30 Blóðið pá mína brynju,

upp á mítt bak,

fimmti havi eg riddarar vigið

fyri jomfrúnnar sak.

 

31 Vær saðlum várar hestar

og ríðum okk[um] undir oy,

nú skal festa einkju,

tí eingin fekst moy.”

 

Nú lystir meg í dansin at gá,

meðan rósur og liljur tær *grógva væl.

 

CCF 160 B

TSB D 80

 

Handrit: Hanus Hanusson Fugloyarbók, nr. 50, savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 182.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 71.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.

 

D 80 Pætur Knútssons ríma (Dying girl prevented from meeting her betrothed)

Pætur sigur móður síni frá dreymi, sum hon sigur honum merkir, at hann ongantíð fer at fáa ta gentuna, sum hann hevur tokka til. Í somu stund frættir hann, at unnusta hansara liggur í andaleypi. Pætur ríður heim til hennara, men hennara fólk taka kaldliga ímóti honum. Ikki vilja tey lata tey bæði sleppa at hittast. Gentan doyr (cD: í barnferð), og einsamallur má Pætur fara haðani. F: Hann møtir pápa gentuna og ger av við hann og allar menn hansara.

á føroyskum: CCF 160 (= DgF 455 D) (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020