• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Pætur Knútssons ríma

 

Pætur Knútssons ríma

 

CCF 160 D

TSB D 80

 

1 Eg ræð meg í bóndans garð,

sum bóndin stóð:

“Bóndi, læna mær hús í nátt,

mín hest er móð.”

 

Tann er eingin, ið teirra torir hevna,

glaðir ríða mínir brøður til tinga og stevna,

tann er eingin, ið teirra torir hevna.

 

2 Út kemur bóndin,

setir fót á gátt:

“Eg læni ongum livandi

manni hús í nátt.”

 

3 Út kom bóndans húskallur,

hann treskti korn:

“Bóndi, læna *honum hús í nátt,

tað blæs í horn!”

 

4 “Tú hevur etið mítt kjøt og korn

og hartil flesk,

gakk tú teg í laðuna inn,

og statt har og tresk!”

 

5 Út kom bóndans tænastupíka,

hon treskti malt:

“Bóndi, læna honum hús í nátt,

tað er so kalt!”

 

6 Hann tók upp ein kepp av eik,

gav henni á tenn,

hon fór seg í hallina inn,

sum hon var brend.

 

7 Út kom bóndans hústrú,

hon stóð og spann:

“Lænar tú ikki fyrsta mann hús,

tað er stór skamm.”

 

8 Hann tók upp ein rísakveistur,

gav henni á kinn:

“Gakk tú teg í stovuna inn,

statt har og spinn!”

 

9 Út kom bóndans dóttir

í kyrtilin grøn:

“Faðir mín, læna honum hús í nátt

fyri mína bøn!”

 

10 “So bint tín hest við laðans dyr,

gev honum hoy,

hvar veitst tú so smukkan mann

til hesa moy?”

 

11 “Mín hestur hann vil úti standa

og eta hálm,

eg veit ongan smukkari mann,

enn eg eri sjálvur.”

 

12 “So tak tú mína onkadóttur,

tú flyt um fjørð,

tað verður ikki gestaleyst,

meðan hon er her.

 

13 So tak tú mína onkadóttur,

tú flyt avstað,

enn er tú tann tjúgundi maður,

ið hana bað.”

 

14 Pætur Knútsson vaknar upp

á miðjari nátt:

“Undarligt hevur fyri meg borið

hesa nátt.”

 

15 Pætur Knútsson klæðist

fyri seingini síni:

“Heintið mær inn frú Ingibjørg,

sælu móður mín!”

 

16 Inn kom hansara móðirin,

setst honum hjá:

“øllum mínum dreymunum

teim viti tú ráð.

 

17 Tann fyrsta dreym, meg droymdi,

tann falkin grá,

bundnir vóru hans veingir

honum hjá.

 

18 Tann annan dreym, meg droymdi,

mín kápa var svørt,

øll tey skinn, undir henni vóru,

tey vóru burt.

 

19 Tann triðja dreym, meg droymdi,

tann veg so lang,

burtur var saðil, eftir stóð hestur,

í skógnum rann.”

 

20 “Tann fyrsta dreym, teg droymdi,

tann falkin grá,

tað er tann jomfrú, tín hug stár til,

tú kanst ikki fá.

 

21 Tann annan dreym, teg droymdi,

tín kápa var svørt,

tað er tín sorg og angist,

hon gongur skjótt burt.

 

22 Tann triðja dreym, teg droymdi,

tann veg so lang,

tú verður førdur av Rúmaríki,

við miklan trang.”

 

23 Sum tey sótu og snakkaðu

tá eina tvey,

tá kom ungarsvein leypandi,

teimum brøvini beyð.

 

24 Tá kom ungarsvein leypandi,

teimum brøvini beyð:

“Kristin unga, Gudmundar dóttir,

er næstan deyð.”

 

25 Kristin unga, Gudmundar dóttir,

vaknar úr dvala:

“Nú hoyri eg mín veldiga harra

í gørðum tala.”

 

26 Svaraði hennara móðirin,

sum hon var von:

“Tann tú hoyrir í gørðum tala,

er ein herjarason.”

 

27 Tað var Pætur Knútsson,

undir vindeyga gekk,

hoyrast mundi langan veg,

hennara hjarta sprakk.

 

28 Pætur Knútsson vendir

sínum hesti á brú:

“Herjarsons navnið skal eg tær minnast,

á mína trú.”

 

29 Pætur Knútsson vendir

sínum hesti á brúgv:

“Herjarsons navnið skal eg tær minnast,

á mína trúgv.”

 

30 “Vit saðlum várar hestarnar,

vit ríðum avstað,

nú er hann gingin úr Gudmundar garði,

ið os gjørdi glað.”

 

31 Pætur Knútsson ríður

eftir veginum fram,

hann vá Kristinar faðir

við fimmti mann.

 

Tann er eingin, ið teirra torir hevna,

glaðir ríða mínir brøður til tinga og stevna,

tann er eingin, ið teirra torir hevna.

 

CCF 160 D

TSB D 80

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 185.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 80.

 

Heimild: Úr Sandoy: Trond Petersen, Tróndur á Trøð (1846-1931), Skálavík.

Kristian Joensen (1843-1924) av Sandi skrivaði upp í 1873.

 

D 80 Pætur Knútssons ríma (Dying girl prevented from meeting her betrothed)

Pætur sigur móður síni frá dreymi, sum hon sigur honum merkir, at hann ongantíð fer at fáa ta gentuna, sum hann hevur tokka til. Í somu stund frættir hann, at unnusta hansara liggur í andaleypi. Pætur ríður heim til hennara, men hennara fólk taka kaldliga ímóti honum. Ikki vilja tey lata tey bæði sleppa at hittast. Gentan doyr (cD: í barnferð), og einsamallur má Pætur fara haðani. F: Hann møtir pápa gentuna og ger av við hann og allar menn hansara.

á føroyskum: CCF 160 (= DgF 455 D) (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020