• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Roysningur

 

Heiti

Roysningur

 

CCF 166 B

TSB D 231

 

1 Tíðrikur reið sær undir oy,

- dansar I væl, mítt skjønna, unga lív -

festi stolt Gunnhild, væna moy.

- So mátti hon verða mín.

 

2 Tíðrikur skuldi í leiðinga fara,

heima skuldi Roysning taka londini vara.

 

3 “Tú vokta væl ríki, tú vokta væl land,

allarmest stolt Gunnhild, tað liljuvand!”

 

4 Tíðrikur dró í leiðinga hen,

Roysningur hann var heima igen.

 

5 “Hoyr I, stolt Gunnhild undir oy,

villa I vera mín væna moy?”

 

6 “Eg verði ei títt skøkjulív,

eg eri kong Tíðriks ektavív.”

 

7 “Vil I ikki lovast meg,

so stóra lygn skal eg lúgva pá teg.”

 

8 “Gud gevi teg so lúgva,

til tíni eygun flúgva.

 

9 Eg hirði ei, tú lýgur um meg,

sannur Gud skal løna teg.

 

10 Lúgv og lúgv, tó tú fært skamm,

ein er Kristus mætari mann.”

 

11 Roysningur gár á sandi,

Tíðrikur stýrir snekkju til landa.

 

12 “Hoyr I, Roysningur undir oy,

hvussu livir stolt Gunnhild, væna moy?”

 

13 “Eg tað við mínum eygum sá,

biskups bróðir hjá henni lá.

 

14 Ikki hann aleina,

men allir hansara sveinar.”

 

15 “Hoyr I, Roysningur undir oy,

tú být grá gangar for gyllini floy!”

 

16 Tíðrikur reið og rendi,

so snart sum eldurin brendi.

 

17 Tíðrikur heim í garðin fór,

úti stolt Gunnhild fyri honum stóð.

 

18 “Tað síggi eg á mín harras reið,

antin er hann drukkin, ella er hann vreið.”

 

19 Hann tekur í Gunnhildu ljósu hand,

leiðir hana so í loftið fram.

 

20 Hann slær hana í dagar og dagar tvá,

eingin ið stolt Gunnhild hjálpa má.

 

21 Eingin tordi tala uttan børnini tvey,

og Tíðrikur kongur átti tey.

 

22 “Mín keri faðir, slá ikki so,

tú lat hana Gunnhild bera stál!

 

23 Tú lat hana Gunnhild bera stál,

tí henni bítur eingin eldur á!”

 

24 Gunnhild gongur eftir stræti,

alt við so jammurliga læti.

 

25 Har møtti henni Mimmaring Tann,

hann var tann minsti kristin mann.

 

26 “Eg tænti tínum faðir í átta ár,

aldri eg teg so jammurliga sá.”

 

27 Hann førdi hana av heiðið land,

av henni sprungu jarnband.

 

28 Gunnhild gár sær í kirkju inn,

av henni sprungu jarnbond fimm.

 

29 Gunnhild gár sær á kirkjugólv,

av henni sprungu jarnbond tólv.

 

30 Tað var um ein jóladag,

Gunnhild góðar gávur gav.

 

31 Summum gav hon spunnið gull,

summum gav hon skálir full.

 

32 Roysningi gav hon reyðan ring,

hann var allur við gulli kring.

 

33 Hann var allur við gulli kring,

- dansar I væl, mítt skjønna, unga lív -

voldi tað, hennara hjarta mundi springa.

- So mátti hon verða mín.

 

CCF 166 B

TSB D 231

 

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°), nr. 25. Schrøters Blandinger, Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), nr. 8.

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser  I, udgivet 1853-54 af Svend Grundtvig,  s. 210.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 198.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 100.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági  1825.

 

D 231 Roysningur (Would-be seducer is rejected, slanders a lady and is finally punished)

Tíðrikkur fer burtur og lítur Roysningi konu sína Gunnhild upp í hendur. Roysningur roynir at lokka Gunnhild (cD: krevur svørðið Aðalring, sum hon varðveitir). Hon sýtir. Tá ið Tíðrikkur kemur aftur, sigur Roysningur, at Gunnhild hevur verið manni sínum ótrúgv. Tíðrikkur trýr tí og bukar konu sína. D: Hon sleppur at finna sær ein stríðsmann at berjast fyri seg. Eingin uttan Mimmaringur býður seg fram. Hann ger av við Roysning. cD: So ríður hann av stað við Gunnhild, F, Í: Børnini skjóta upp fyri pápanum, at mamma teirra átti at borið stál. Síðani fer hon av landinum. (F: Á leiðini møtir hon Mimmaringi, sum uggar hana.) Í fremmanda landinum sprungu jarnbondini av henni. F: Hon gevur Roysningi ein gullring, og hjarta hansara springur. Í: Roysningur verður til ein hund, sum verður førdur niður í helviti, meðan Gunnhild fer til himmals.

á føroyskum: CCF 166 (eisini á donskum og íslendskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020