• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gests ríma ella Áslu ríma

 

Gests ríma ella Áslu ríma

 

CCF 3 B

TSB D 402

 

1 Gestur gekk seg niðan við á,

hann sá, hvar ið harpan lá.

 

2 Gestur gjørdi seg meir ómak,

harpuna tók hann pá sítt bak.

 

3 Gestur gekk seg í ein garð,

gisti moy, sum kelling var.

 

4 “Gestur, dvølst hjá mær í nátt,

Haki kemur av skógnum brátt!”

 

5 Gestur livir við lítið veldi,

harpuna setir hann fram at eldi.

 

6 Gestur dvaldist hjá henni á nátt,

Haki kom av skógnum brátt.

 

7 Kelling talar orðum brátt:

“Vit skulu drepa Gest í nátt.”

 

8 “Eg drepi ikki handa mann,

eg veit onga sak við hann.”

 

9 “Vilt tú ikki drepa hann,

so skal hann vera mín egin mann.”

 

10 Kelling var í ráðum verst,

hon fór út at drepa Gest.

 

11 Kelling tekur til sín knív,

snarliga skildi Gest við lív.

 

12 Hon breyt upp harpuna eftir hans deyð,

fann eina moy í skarlak reyð.

 

13 “Tú skalt liva við lítla pínu,

eita Kráka, dóttir mín.”

 

14 “Hóast eg livi við lítla pínu,

eg eiti ei Kráka, dóttir tín.”

 

15 Ragnar leggur skip undir brú,

so gingu teir í Haka tún.

 

16 Ragnar legði skip undir flaka,

so gingu teir við breyði at baka.

 

17 Har kom ein jomfrú inn og rann,

teir stardu upp á hana, meðan breyðið brann.

 

18 Hon stoytti yvir hana bryggjukar:

“Kráka, tú skalt sita har!”

 

19 Hon stoytti av sær bryggjukar:

“Fá tann skamm, ið situr har.”

 

20 Kelling sló sína dóttur á grúgvu,

tá fell av henni nævurhúgva.

 

21 “Hoyr tú kelling, sjáldan blíð,

hví slært tú so fagurt vív?”

 

22 Sveinar stiltu stál fyri stokk,

slitu eitt hár úr moynnar lokk.

 

23 Sveiptu teir tað innar í klút,

bóru tað so til skipa út

 

24 Ragnar talar orðum snilt:

“Tit hava alla vára veitslu spilt.”

 

25 “Tað kom ein jomfrú inn og rann,

vit stardu at henni, meðan breyðið brann.

 

26 Vit hava sætt so vænt eitt vív,

hon var fagrari enn Tóra í Líð.

 

27 Vit hava sætt so vænt eitt sprund,

hon var fagrari enn Tóra í lund.”

 

28 “Sveinar, halda tit meg fyri háð,

tit skulu upp á gálgan gá.

 

29 Sveinar, halda tit meg fyri spott,

tit skulu upp á gálgan brátt.”

 

30 Fátt var á foldini, frúnni var líkt,

tó væri væl, um ei var slíkt.

 

31 Sveinar stiltu stál fyri stokk,

vístu eitt hár úr moynnar lokk.

 

32 “ Farið heim og sigið henni frá,

Ragnar kongur vil hana sjá!”

 

33 Teir fóru heim og søgdu henni frá:

“Ragnar kongur vil teg sjá.”

 

34 Ásla gongur í grøna lund,

kallar við sær sín lítin hund.

 

35 Ásla gongur á kirkjubakka,

kallar við sær lítlan rakka.

 

CCF 3 B

TSB D 402

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68),

 

Útgávur: 

1. R. Long: Sandoyarbók I, p. 391

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 245.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 92

 

Heimild: Úr Sandoy. Sandoyarbók (heimildarfólkið ikki nevnt), eftir 1831

 

D 402 Gests ríma (Man told about a beautiful girl sends for her and marries her)

Gestur finnur eina hørpu á einum áarbakka. Hann tekur hana við sær og fer á ein garð at biðja um innivist fyri náttina. Konan í húsinum fær mannin, Haka, at drepa Gest. Tey bróta hørpuna sundur, og í henni finna tey eina gentu í dýrum skreyti. Tey kalla hana Kráku og ala hana upp sum egnu dóttur sína. Ragnar leggur at við skipi sínum, og menn hansara fara til húsini hjá Haka at baka breyð. Teir stara at Kráku, meðan breyðið bakar. Tá ið Ragnar hoyrir um gentuna, sendir hann boð eftir henni. Kráka fer út at rópa eftir hundinum hjá sær.

á føroyskum: CCF 3 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020